Seinastu feriuvikuna í ár brúkti eg til at fara við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og so við toki til norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, sum í ár varð hildin á 60. sinni. Niðanfyri sæst, við dømi frá mikudegnum, hvussu ein dagsskrá á pappíri kann síggja út. Ikki tí, hon fæst eisini sum app, filmskráin í Lübeck. Allir filmar eru biografaktuellir, hava enskan undirtekst, og verða sýndir í biografunum CineStar, Kolloseum, Filmhaus og Koki. Tá fetteljarin vísti mest, varð talið seytjantúsund eftir einum degi. Tilsamans sá eg nítjan filmar frá týsdegi til leygardag. Nokk so stuttligt at ganga inn og út úr filmum og skifta orð við aðrar cineastar. Drívmegin er Linde Fröhlich, sum er listaligur leiðari og eisini var fyrsti útlendski dómari í føroysku Geytadómsnevndini. Á niðaru myndini sæst Linde saman við Florian Vollmers, sum er fyrisitingarligur leiðari. Her eru øll, ið fingu eina virðisløn, umboðaði á pallinum í Sjónleikahúsinum í Lübeck leygarkvøldið. Mitt fyri, undi