Undir felags yvirskriftini Nemandi umhvørvi á Altjóða Arkitekturardegnum leygardagin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, at greiða frá um leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Frágreiðingin hjá Jenny er partur av trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 14 og eru um skúlar. Formaðurin í Arkitektafelagnum, Svend Sivertsen, sum er á teknistovuni FuglArk, fer at hugleiða undir yvirskriftini Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Síðan fer Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast at greiða frá um Tórshavnar Musikkskúla. Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, The International Union of Architects, sum í 1985 skipaði fyri fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan verið afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturardagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn og er fyriskipaður av Arkitektafelag Føroya. Í Perluni kunnu arkitekturáhugaði gleða seg til fyrilestrar og e