Skip to main content

Posts

Sterkur vinnarafilmur úr Klaksvík

Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll. Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist. Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur. Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ” Neisøgni til vælvildu” , gjørdist vinnarin í ár.  Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin s

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn

Tíðir broytast

Neyvan hevur nakað broytt okkara gerandisdag sum skíggin.  Tá vit í dag fara til arbeiðis, steðga vit í durinum, taka telefonina fram og skriva okkum inn í Total View. Soleiðis byrjar arbeiðsdagurin.  Helst hava vit tá longu hugt í onkran av altjóða miðlunum, har yvirskriftirnar renna inn í somu telefon, fyri mín part Politiken og fríggjadag klokkan trettan er tað BBC.  Starvsfelagin skrivar á messenger: "Eg arbeiði heima í dag." Abbasonurin fer í barnagarð, har tey syngja í kóri. Nøkur sekund úr eini upptøku. Røktarheimið, har langomma hansara er, sigur, at koronastongsilin er av, og tey spyrja um loyvi at senda teim avvarðandi felagsmyndir av búfólkunum, nú tey fara í Dansifrøði at eta smurt breyð á middegi. Tað er gamaní, svari eg um sama bleiktrandi skíggja. Og til at sannføra meg um, at skíggi stavast við fyrr-i, má eg styrkja meg í trúnni uppá at tað er rætt. Jú, rætt er. Hvat varð orðabókin uttan skíggja? Og hvat var málið, skriftin og samskiftið uttan atgongdina til s

Stuttflutt ger allan munin

Eitt ræst seyðarhøvd frá grannanum, Dániali Jakobsen, lagt upp úr gassgrýtuni hjá Janusi undir ljósareyðum ljósi í grøna vakstarhúsinum hjá Jón og Janu í Hvamminum í Tórsbyrgi. Sindur djevulskt er svidna høvdið á at líta í grøn-reyða ljósinum yvir froðandi dampinum úr undirjarðiska soðnum. Men tað er stuttflutt og longst frá grammleika, ræsta grannahøvdið. Tey eru loysunarorðini, skulu vit tosa um burðardygga gastronomiska vinnu, sum gongur hond í hond við okkara egna ynski um borðreiðing, eitt kvøld tú fert út at eta. Ja, og so ferðavinnuni eisini. Henni, sum víðkar um marknaðin, so vit kunnu hava matstovur gangandi eitt lítið sindur longur út á árið, og sjálvi fáa avleitt virksemi og upplivingar, eisini av tí óvæntaða slagnum sum í hesum føri í Hvamminum. Ikki tí, eg vænti ikki at ferðafólkið leggur seg eftir røstum seyðarhøvdi sum tað fyrsta. Hvørki fyri smakk ella útsjónd. Tað var í heyst, at grannin, Dánial, bjóðaði til feska grind. Tað er sum Skriftin sigur: ”Gloymið ikki at vera

Fyrsti sunnudagur í advent

Einki er sum at skoða mannaskapt inntriv í náttúruna. At síggja hond verða lagda á ótamda náttúru og skapa kultur, tá tær leggja land undir seg, maskinurnar, ið kultivera landið, dumparar, rennugravarar og brøytir. Tað er nakað tølandi við hesum stóru maskinum, sum ótamdar taka niður í órørda bøkkin, ikki minst tá nýlagstur kavi fyrsta sunnudag í advent kámar gerina undir einum jólaligum følvi, hóast hon grafiskt stendur markantari í hvíta kavanum, lendisgerin. Ein hundaeigari fer út eftir gøtuni fram við Hoydalsá. Her er alt sum tað skal vera á hundagøtuni. Við Boðanesi og Hoydalsá sum næsta granna er upplagt at fara ein gongutúr úr Tórsbyrgi í liggjandi góðveðrinum. Lendið er longu gjøgnumgatað av gøtum. Tyrlan setir seg og fer avstað aftur við ferðafólki, og sum eg eygleiði hana, síggi eg eina nýggja breiða gøtu um Boðanesgjógv og út móti Hvítasandi, ið er beint undir tyrlupallinum, har sum havnarfólk fyrr tóku sand, tá tey bygdu og stoyptu. Nú er allur tann hvíti sandur burtur og s