Jú fleiri vit fáa at ferðast henda vegin, jú dýrari verður hjá okkum fastbúgvandi at sleppa uppí part. Tað verður dýrari at gista, eta og helst eisini alt hitt, sum heldur ferðavinnuni uppi, so sum at leiga bil. Og tá tosa vit ikki um fólk, sum løgreglan sigur eru ólógligir ferðaleiðarar við egnum ferðandi, ella ferðafólk sum tyrpast í leigubilum á vegum og við fossar at taka myndir, sum øll hava tikið frammanundan. Tá hetta hendir, samstundis sum altjóða kanningar vilja vera við, at miðstættin víkir, so vit í størri mun hava undirstætt og yvirstætt, mugu vit spyrja fyri hvønn ferðavinnan, okkara triðja vinnuliga inntøkubein, ætlast at virka. Og hvussu hon virkar í øðrum londum, har vit elska at vitja. Hyggja vit í yvirskipaða samgonguskjalið, sum skal stýra okkum komandi fýra árini, so verður sagt, at "ferðavinnan hevur stórar vakstrarmøguleikar, men krevur javnvág. Vøkstur skal fara fram á ein burðardyggan hátt, sum leggur upp fyri náttúru, lokalsamfeløgum og infrakervi...