Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2008

Sólsetur í Syðradali

Gæs í sólsetri við Syðradalsvegin í dag (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Havnin er so vælsignað plaserað, at eftir lítlari løtu kanst tú verða burturi í óbygdum. Tú kanst ganga um Kirkjubøreyn, ella koyra eftir vakra vegnum til Syðradals. Alla ársins tíð er tað ein fragd fyri eygað at síggja sólina seta av Syðradalsvegnum. Ikki minst í dag. Meðan Jens Eli Ellefsen syngur í kvøðuljómunum um sól, ið søkir sær hav. Gamaní er tað bygdasligt. Men tá nakrar prúðar gæs kom spankulerandi, tá kennir tú teg í pakt við føroysku náttúruna. Kanska er tað bara bygdasligt at vera føroyingur. Í hvussu er ein sunnudag á heysti.

Heystframsýning úr øðrum vinkli

Hundur í bandi á listaframsýning (Mynd: Birgir Kruse) Ofta verður kjakast um list og hvat, ið er sonn list og um hon sampakkar við hendan ella handan tankagangin. Tað velst ofta um, úr hvørjum horni vit síggja listina og hvat vit vilja brúka hana til. Á Heystframsýningin var ein nýggj, stuttlig uppliving. Ein hundur í bandi. Í sjálvum sær eitt listaverk. Guð vit, hvat hann helt om okkum - og tað sum hongur á vegginum!

Heystið er komið

Ovast síggjast Birgir, Martin, Hans Pauli, Hans og Jóhan Petur á Heystframsýningini 2008. Allir høvdu vit evning hjá Hans David Jacobsen á Venjingarskúlanum. Niðri undir eru vit fýra í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík, ið stuðlar sangleikinum Hair, sum sæst á teltinum við áskrfitini Love og No more War og Peace. (Myndir: Øssur Winthereig og Jákup Nielsen) Vit gomlu floksfelagar hava sett okkum fyri at møtast um heysti. Seinastu fýra árini hevur tað verið tá Heystframsýningin letur upp á Skipasmiðjuni, ið nú eitir MEST. Og hetta er mest sum ein spennandi framsýning. Í ár eru tað 16 listafólk, ið sýna fram. Tey fyrireika alt sjálvi og Inger Smærup Sørensen er sambindingarliður . Hesa ferð vísa tey á, at framsýningin sum uppliving er bæði einstaklingaframsýning og kollektiv. Tey siga soleiðis: Ein bólkaframsýning vísir verk hjá einarum, hjá listafólkum, sum ikki hava somu listaáskoðan, sum yvirhøvur ikki brúka sama úttrykk og sum vilja nakað heilt ymiskt við síni list. Soleiðis verðu...

Time of Your Life

Eitt bros frá Glen Campbell fangað á palli í Hammersmith Odeon, London (Mynd: Birgir Kruse) - Sum alt lítilsvert er vælsignað , soleiðis ljóðar ein regla úr yrking hjá Williami Heinesen í føroyskari týðing. Tað kom mær til hugs, nú Glen Campbell nonsjalant er farin at syngja Green Day. Tað er sum um aldrandi kontrysangarin syngur og tulkar revolterandi punk við júst hesi yrking hjá William Heinesen í huga. Úrslitið er framúr. Og so er tað sami sangur, sum ungi føroyski punkarin Ragnar Finnson sang í donsku sjónvarpssendingini Talent - Good Riddance (Time of Your Life) . Í London fangaði eg Glen Campbell á pallinum í Hammersmith Oden. Myndin av honum omanfyri er tikin av pallkantinum við vanda fyri at verða blakaður út. Um aðrar vandamyndir av tílíkum slagi kann lesast 27. mars 2008 á hesum bloggi.

Fimm dagar fyri valdið

Høvuðspersónarnir í filminum "Fimm dagar fyri valdið", Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, í durinum í Norðurlandahúsinum beint fyri frumsýningina sunnukvøldið (Myndir: Birgir Kruse) Meðan Høgni er hin einsamalli í fílabeinstorninum, er Jóannes ein maður av fólkinum. Longu í durinum í Norðurlandahúsinum sást viljin hjá Jóannes at kjakast og koma í kontakt við fólk. Høgni er hin siðiligi, men einsami reiðmaðurin í mytologiska landslagnum. Tað prógvaði undirhaldandi filmurin Fimm dagar fyri valdið . Men eisini at retorikkurin tømist fyri innihald, nærri vit koma valinum. Her er ummæli skrivað fyri Sosialin 22. september 2008: Fimm dagar fyri valdið Í bleiktrandi sjónvarpsljósi og jøvnum tíðindastreymi kann politikkur tykjast spennandi og vælskipaður við góðum spunasmiðum og hollum ráðgevum. Allir av evstu rók í samfelagnum. Veruleikin er ein annar. Politikkur er eitt einsamt strev, ið kostar nógva tíð og stórt persónligt offur. Tað prógvar nýggi heimildarfilmurin við sniðfundig...

Flúgvandi dirigentur vísir vegin

Ein vælnøgdur dirigentur, Bernharður Wilkinson, vísir vegin fyri Føroya Symfoniorkestri, saman við Ágústi Ólafssyni, bassur, eftir framførsluna av "Ein Deutsches Requiem" hjá Johannes Brahms í Norðurlandahúsinum (Myndir: Birgir Kruse) Leygarkvøldið var eg til messu, requiem, í Norðurlandahúsinum. Ikki katólska fyri teim deyðu á enn deyðari latíni, men lívsjáttandi luthersk á livandi týskum. So sum Brahms hevur ætlað. Strangur hevur hann verið, Brahms, og hevur haft sínar orsøkir at skriva eina deyðsmessu og sjálvur at velja bíbilska tekstin. At teksturin er týskur og heitið har eftir, kundi eins væl merkt at teksturin var á øðrum máli og heitið Ein humanistisk messa . Tað læs eg mær til beint undan konsertini. Klassiskur tónleikur er hvørki mín sterka síða ella fremsta áhugamál, men hetta var stórbært. Óvæntað stórbært. Breiddin og dýpdin í ljóðmyndini, sett saman av fullum orkestri og stórum mans- og kvinnukóri frá vinstru til høgru, frá innast til uttast, var fantastisk. Og...

Undangongumenn í føroyskum filmi

Tveir undangongumenn í føroyskum filmi: Pussi, alias Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Mortensen í Sjónleikarhúsinum og niðriundir Pussi við myndatólinum fríggjakvøldið (Myndir: Birgir Kruse) Føroyskar Søgur, sum eru filmar frá privatfólki, vórðu frumsýndar í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Ein hugnalig løta, við deiligum filmsklippum úr Føroyum í næstan hundrað ár. Uni Leitisten Hansen greiddi frá øllum arbeiðnum, sum hann hevur samskipað. Stjórin í Substanz Film, Troels Uhrbrandt Rasmussen, segði frá hugsanini aftanfyri filmsarbeiðið og Frithleif Olsen, formaður í Eik Grunninum, sum stuðlaði, segði eisini nøkur orð. Annika Mittun Jacobsen, Kringvarpsstjóri, helt eisini talu og vissaði okkum um at hon fór at goyma henda mentanarliga dýrgrip væl. Hetta er jú ein fongur uttan líka, at fáa allar teir privatu føroysku filmarnar talgildar og tøkar í savninum hjá Kringvarpinum. Mest áhugaverd var Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna. Væl perspektiverað greiddi hon frá tørvinum at goyma savns...

Teldutøkar bøkur til føroyskar næmingar

Næmingarnir Petur Asbjørn, Margeir og Chanette avmyndaðir á mínari skrivstovu í morgun (Mynd: Birgir Kruse) Tríggir næmingar í Handilsskúlanum á Kambsdali, Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, Margeir Simonsen úr Fuglafirði og Chanette Hansen, sum er uppvaksin í Grønlandi, men býr í Klaksvík, hava frá lærarum teirra Mariu Gregersen og Hjalta Dalheim, fingið til uppávus at skapa eitt nýtt, innovativt virki. Uppgávan er tvørfaklig og bundin at tankanum um íverksetan. Næmingarnir hava valt at miðsavna seg um e-books, teldutøkar bøkur, sum skúlin og næmingar kunnu brúka. Grundsjónarmiðini í nýskapandi fyritøkuni eru at spara pappír og tilfar, men eisini at miðsavna tekst, so lættari verður at leita. - Tá vit møta á Kambsdali, skulu vit hava teldu og so fáa vit ein bókalista at lesa. Hví ikki gera bøkurnar teldutøkar hjá øllum at lesa og leita í, spyr Petur Asbjørn og tendrar telduna. Og tað er nakað um tað. Vitan er í stóran mun knýtt at telduni og teldutøkum tænastum. Fyrr ella seinni mugu vi...

Føroysk diaspora?

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur samskipað kanningina "Hví føroyingar búseta seg í Danmark" (Mynd: Birgir Kruse) Í dag legði Sjurður Skaale fram kanningina hjá Norðuratlantsbólkunum, ið vil svara spurninginum Hví føroyingar búseta seg í Danmark . Spurningurin er heitið á kanningini. Kanningin byggir á tað hagfrøðiligu sannroynd, at hóast vit hava lutfalsliga stórt burðaravlop, hava vit onga framgongd í fólkatalinum, tí so nógv flyta av landinum. Í kanningin verða teknaðar 4 myndir, ella typur, av føroyingum, sum búgva í Danmark. Kanningin byggir á samrøður við 1000 fólk. Sagt verður, at sum frá líður kunnu vit vænta at flestu føroysku børn verða fødd uttanfyri Føroyar. Veldug búskaparlig, mentanarlig og sosial virði, sum kundu verið skapt í Føroyum, koma á henda hátt øðrum samfeløgum til gagns, í hesum føri tí danska. Hugvekjandi og ein frammaná hjá bygdunum og landinum - sum er uttanfyri miðstaðarøkið. Tí tað er hagar útisetar vilja flyta til. Til høvuðsstaðarøkið. Um ...

Wrestler fær gylta Leyvu

Darren Aronofsky, 39, millum Mickey Rourke og Evan Rachel Wood, sum eru við í filminum The Wrestler, ið vann gull í Venezia í gjár (Pressumynd) Við Wim Wenders á odda hevur dómsnevndin á árligu filmsstevnuni í Venezia gjørt av at lata amerikanska leikstjóranum Darren Aronofsky fyrstu virðislønina Gyltu Leyvuna , ella Leone d'Oro á italskum. Aronofsky hevur áður gjørt filmar sum Requiem for a Dream við Ellen Burstyn. Filmurin The Wrestler er nýggjur og varð frumsýndur í Venezia. Internet Movie Database gevur filminum toppkarakter, ella 9,1 av 10 møguligum stigum. Sami netstaður, sum í stóran mun er brúkarastýrdur, sigur um Aronofsky at hansara filmisku frásagnareyðkenni eru hesi: Frequently uses a technique known as the hip-hop montage, which is a sequence of images or actions shown in fast-motion with accompanying sound effects, usually shown to simulate a certain action, such as taking drugs; Fade to white for emphasis, a break in the story, or an end of an Act/Section in the...

Litríkur og livandi listamaður

Leif Sylvester letur upp listaframsýning í Norðurlandahúsinum leygardagin og smæðist ikki fyri at fara í dialog við verkini, meðan Anna V. Ellingsgaard á Sosialinum fær eitt prát við litríka og livandi listamannin (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin lat Norðurlandahúsið upp framsýning við 41 verkum hjá danska fjøllistamanninum Leif Sylvester. Og har stóð hann, góðsligi skemtarin Leif Sylvester, 68 ára gamal og upprunaliga timburmaður, mitt í Havn. Ein kulturpersónligheit . Saman við Erik Clausen fór hann síðst í 60’unum at sýna fram á gøtum og strætum. Orsøkin var, at teir báðir vóru misnøgdir við kendu listafólkini, ið sýndu fram á heystframsýningini, Kunstnernes Efterårsudstilling. Saman fóru teir eisini at spæla tónleik og film og gjørdust kendir sum atfinningarsamir, men tó ertandi stuttligir sjónleikarar og gyklarar kring alt landið. Meðan Erik Clausen hevur halgað seg filmi og hvøssum mentanarligum kjaki, er Leif Sylvester vorðin kendur myndhøggari og litríkur málari, ofta vi...

Leskiligur bjargafuglur – tikin á sjónum

Heðin í Frammistovu, 47, úr Hvannasundi selur havhestaungar í Vágsbotni (Myndir: Birgir Kruse) Heðin í Frammistovu hevur verið við rasara eystanfyri og tikið havhestaungar, ella nátungar, sum eg plagi at siga. Hesa ársins tíð er náti leskiligasti biti eg kann fáa. Men hann er feitur, nátaungin. Tí dámar mær best at steikja hann og latað feittið renna frá. Tá fær hugtakið crispy nýggjan og leskiligan týdning. - Einaferð var bjargafuglurin týðandi táttur í føroyska húsarhaldinum. Nú er forkunnugt at fáa fugl. Tað er vandamikið arbeiði at veiða fugl og nógv roks at hagreiða fuglin. Tí er ikki løgið, at fuglur klárur at koyra í pottin er dýrur at keypa. Soleiðis sigur Valborg Rasmussen í bókini Maturin – vørukunnleiki, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út 2002. Um bjargafugl, sigur Valborg, at "nakrar bygdir eru enn, har sum fólk veiða fugl alt árið, bæði at selja og til húsbrúk. Lundi, grásúla, havhestur (náti), havhestaungi (nátungi) og líri (skrápsungi) eru tey fuglasløg, sum enn ...

Bobby Sands er móti í Venezia

Ovast: Leikstjórin Steve McQueen fær Gucci virðislønina frá Isabelle Huppert í Venezia í gjár. Niðast: Veggjamálningurin av írsku fólkahetjuni Bobby Sands er í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams. Heimsins elsta filmsstevna er í Venezia, har 65. stevnan fór av bakkastokki 27. august. Umframt fremstu virðislønina, Gyltu Leyvuna , verða sjáldsamar virðislønir latnar. Teirra millum er Gucci virðislønin , ið fer til cross-over virksemi hjá leikstjórum, ið eisini virka á øðrum listarligum økjum. Í gjár varð henda virðisløn latin Steve McQueen, sum í filminum Hunger lýsir seinastu dagarnar hjá norðurírsku fólkahetjuni Bobby Sands í Maze fongslinum. Á filmstevnu í Cannes fyrr í ár fekk Steve McQueen virðislønina Camera d'Or fyri besta og fyrsta avrik hjá einum filmsleikstjóra. Ungi svarti londonbúgvin ber sama navn sum kendi amerikanski filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklut...