'Håndens skælven i november' er kanska besta yrkingasavn hjá Henrik Nordbrandt. Og meðan hann dregur á novemberluftina, vitja íslendsku GusGus í Sirkus í Vágsbotni. Á niðaru myndin eru Jóel Briem, Sunneva Háberg Eysturstein og Bogi Andreasen avmyndaði í desember í fjør, tá Sirkus lat upp (Myndir: Birgir Kruse)
MYRKALAGDUR
Árið hevur 16 mánaðir: November,
desember, januar, februar, mars, apríl,
mai, juni, juli, august, september,
oktober, november, november, november, november.
Henrik Nordbrandt
Hetta er onnur av 91 yrkingum í savninum Håndens skælven i november, sum kom í 1986. Tað var Michael Rasmussen, lærari á Læraraskúlanum, sum gav mær bókina í føðingardagsgávu hetta árið. Brøndums Forlag gav hana út við fimm træskurðum hjá Jørgen Haugen Sørensen í 800 eintøkum.
Men heilt myrkalagdur er november ikki, so langt ífrá. Seinasta vikuskiftið í mánaðinum, 26. og 27. november, fara íslendsku GusGus at spæla í Sirkus í Vágsbotni. Fløgurnar á myndini omanfyri fekk eg frá teimum í 1996, tá eg hevði samrøðu við leiðaran á Húsinum, ella Hinum Húsinum, sum vendi sær til ungdóm í miðbýnum í Reykjavík, har GusGus eisini komu. Hetta var fyrsta útgávan hjá GusGus, hon nevndist Polydistortion og fevndi millum annað um Believe. Samrøðan við íslendska ungdómsleiðaran í Hinum Húsinum varð í sendingini Vetrarbreytin í Útvarpi Føroya 1996.