Í dag byrjaði Umhvørvisvikan í Havn. Undir heitinum "Kommunan skal skína", er evnið rudding við fleiri tiltøkum, sum umhvørvisveiða, teknikappingin, gongutúrar og grøna konsertin, eins og í 2009, tá Eivør og Orka framførdu á Tjóðpallinum. Hesuferð eru fløgu- og plátuaktuellu 200 við á grønu konsertskránni hjá Tórshavnar kommunu. Umframt grønu konsertina man mest áhugaverda tiltakið verða „Plantið eitt træ“. Eins og undanfarin ár stóðu fólk á Skálatrøð í timar eftir setanina at fáa ein plantupakka. Fyri Tórsbyrgi samskipaði Jana Mikkelsen allar pakkarnar við trøðum og runnum, sum verða sett á hóskandi støð í okkara býlingi. Á heimasíðuni boðar kommunan frá at tilsamans 3.000 plantupakkar verða latnir Havnarborgarum. Pakkarnir eru settir saman alt eftir hvussu harðførar planturnar eru. Harvið kunnu borgarar velja sær plantur, alt eftir hvussu veðurhart er, har hesar verða settar og á tann hátt fáa sum mest at grógva, sigur kommunan. Plantupakkarnir eru hesir: ...