Oddbjørg Christiansen, stjóri í Gamla Bókhandili á Vaglinum í Havn, peikar á heimbygdina, Leirvík, á nýggja føroyakortinum. Tað er í sambandi við flaggdagshaldið, at Gamli Bókhandil hevur opið, so til ber hjá fólki at síggja føroyakortið hjá FDS og Námi, sum nú verður sett til sølu. Nýggja kortið verður sýnt fram í hugnaligu stovunum í Gamla Bókhandli. Petur Dahl, fyrrverandi skúlastjóri í Hoyvík, peikar á heimbygdina Funning og fortelur um staðarnøvn og einaferð hann var óheppin í bili. Afturvið prátinum fáa vit ein drekkamunn og smákøkur. Dúkurin er nýggja føroyakortið, sum er plastað. Í innastu stovuni, aftanfyri tendraðar globussar og gomul føroyakort, eru allir álmanakkarnir, heilt aftur til hin fyrsta frá 1929, sum Rikard Long ritstjórnaði. Í túninum eru Guðrun, Lív, Katrin, Rosa Birgitta og Marin Katrina, sum møtast eftir at hava keypt eitt føroyakort í Gamla Bókhandili, tí tær upp á dagin fyri 34 árum síðani mannaðu Sílið fyri fyrstu ferð. ...