Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2014

Túnatos og nýggju tíðindafólkini

Karina Jákupsdóttir skrivar: Meðan prentmiðlar fána burtur, koma alsamt fleiri tíðindaportalar, og sosiali miðilin Facebook er nógv brúktur millum føroyingar. Tíðindagreinar og dulnevnd lesarabrøv verða í størri mun smærri viðmerkingar, tí tær eru knýttar at eini Facebook vangamynd. Tað, ið fyrr var óskrivað, verður talgilt og sjónligt fyri flest øll. Tíðindi og kjak verða flutt á netið, har alsamt fleiri hava atgongd og kunnu siga sína meining tá tey vilja, um tey vilja. Politikkarar, journalistar, bloggarir og aðrir samfelagsborgarir kunnu lætt og snildisliga fáa ávírkan, men tað er vert at vera sera ansin, til dømis tá okkara løgmaður setur ein alt ov privatan dám á Facebook. Hetta vóru nakrar av staðfestingunum í míni bachelorritgerð á University of Sussex, ið snýr seg um, hvussu sosialir miðlar ávirka føroyskan tíðindaflutning og kjakmentan. Umframt skjalasøvn og bókmentir, bygdi kanningin á 14 samrøður við føroyskar journalistar, bloggarar og aðrar borgarar í aldrinum 2...

Svanur á bønum

Hóast grátt og samandrigið í Múlavík á Eiði, var tað sum gula sóljuljósið breyt sær slóð upp úr undirjørðisku flágunum, tá hugt varð yvir í Gjógv. Og í Múlavík sóust fremmandir hvítir hálsar í brekkuni. Fyrr varð sagt, at svanir bara sóust um várið og heystið. Men seinastu árini hava svanapør fingið ungar niðri á Vatni á Eiði. Í 2008 sóust tveir ungar, árið eftir sjey og í sunnudagin taldi eg fimm ungar í Múlavík, meðan ein maðkapirra kastaði seg á vatninum. Eitt annað par hevur fingið tveir ungar og onkur vil vera við, at ungarnir hava verið enn fleiri enn teir, ið síggjast fram við Vatninum í dag. So her grør um gangandi fót í síða grasinum. Svanurin er størsti fuglur, ið verpur í Føroyum. Á undirvísingarportalinum hjá Námi, Snar , stendur at lesa á Fuglavevinum , at svanurin toyggir hálsin fram úr sær, tá ið hann flýgur, og flýgur við sterkum og seigligum flogi. Tá ið hann svimur, hevur hann hálsin beint upp og niður, og tá ið hann fer á flog, fer hann stórleypandi ef...

Ævintýrið var bara 100 km burtur

Á blaðsíðu 50 í komandi atlasinum hjá Námi er teknað eitt oljukort til skúlabrúks, sum vísir støðuna á føroyskum øki hin 1. mai í ár. Tað er fyrstu ferð, at viðurskifti viðvíkjandi leitiboringum og leitimiðum eru sett á eitt og sama kort av hesum slag. Samstundis ber til at síggja, hvussu tætt at landi boringar eru, og fáa ein varhuga av, hvussu eitt møguligt oljuævintýr kundi tikið seg upp í einum føroyskum veruleika beint nú. Eisini síggjast týðandi oljufundir bretsku megin markið. Hesi marknaviðurskifti verða lýst í øðrum nýteknaðum føroyskum kortum í atlasinum. Ole Wich teknaði kortið omanfyri eftir upplýsingum og vegleiðing frá Jarðfeingi, Jan Müller og Eli Lassen. Atlasið, sum kemur út í november, telur 248 blaðsíður.

Til lukku, Marjun!

- So ynskja vit Marjuni til lukku við flotta HF-próvnum og við føðingardegnum, við tøkk fyri blíðskapin og høvið at møta tínari familju. Takk fyri og blíðan byr í øllum tí, tú velur!

Vinda summarin í gongd

Kring jørðina í 80 ára gomlum bili stendur á hurðini á tíðarleysa akfarinum, sum hevur niðurlendskar nummarplátur. Willemien og maðurin Anton Aan De Stegge steðgaðu eina løtu í Vágsbotni og vundu bilin so aftur í gongd, ein Rolls Royce Phantom 1 frá 1926, nevndur Antonoff eftir honum, ið bygdi bilin. Eftir biltúr frá Beijing til París í 1997, frá London til Cape Town í 2001 og 25.000 kilometrar on the Inca Trail gjøgnum Suðuramerika í 2003, hava tey bæði hjúnini sett sær fyri at koyra 80.000 kilometrar kring Jørðina í bilinum, sum tá var 80 ára gamal. Nú er hann 88. Ikki færri enn 54 lond eru teknaði á bilin. Tey hava verið í Nýsælandi, Avstralia, Indonesia, Japan og Eysturevropa og ferðin gongur eisini gjøgnum Sibiria og Mongolia. Hetta er næstan sum í filminum í Havnar Bio, The Great Race (Blake Edwards 1965), har Tony Curtis, Jack Lemmon, Natalie Wood og Peter Falk koyrdu um kapp úr New York og vestureftir gjøgnum Beringssund og Russland til París. Ein klassikari, sum ...

With Bad Intent

Eying up little girls with bad intent , sungu Jethro Tull fyri hálvari øld síðani og lærdu øll ung í dekadenta kapitalistiska vesturheiminum hesa juridiskt-moralsku vending with bad intent . At hava ilt í hyggju. At vilja ilt, ella í hvussu er ikki nakað gott. At hava svik í huga. Henda fólkaupplýsandi strofa í gamla sanginum, sum aftur hoyrdist frá Ian Anderson í Norðurlandahúsinum í 2005, kom mær til hugs í dag á Vestarubryggju, hagar ambassadørskipið hjá Paul Watson og teimum í Sea Shepherd (SS) hevði leitað sær, tí tey kendu seg hótt millum kaffelattefólk undir Bryggjubakka, sum hevði ilt í huga og vóru hóttandi móti fremmanda skansaklædninginum. Skipið er svart og merkt við deydningahøvdum og djevlakvíslum. Og so eru tey farin at brúka okkara Tjóðskaparmerki til somu grafisku framsetingar. Uttan at siga nakað um bókstavarímið SS, kunnu vit staðfesta at hetta er ikki ein fólkaupplýsandi vinavitjan, ið gongur inn fyri lívlangari læring ella øðrum hevdvunnum fólkaupplýsingarprins...

Gestablídni og nýhugsan

So er triði Country- og Bluesfestivalurin í Sørvági av og summarmjørkin sígur friðfullur niður yvir nývaknaðu bygdina, sum var tað í einum sangi hjá Teimum av Kamarinum. Á middegi kemur sólin fram og eg giti, at flestu kampingvognar treyðugt vilja avstað. Í ár vóru tvey viðurskifti fremstu festivalvinnarar: lokala gestablídnið og nýhugsanin í skránni, tá umræður heimligar sangarar og tónleikarar, sum sleppa á pall í nýggjum høpi og harvið enduruppfinna seg sjálvan. Konsertmyndirnar tók Jógvan Helgi Hansen. Høvuðsnavnið á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, Billy Yates, var framúr, serliga við egnum sangum, men hann savnaði ikki so nógv fólk framman fyri stóra pallinum á Dugnasandi, tí bert fá kendu hann. Kanska skuldi hann sungið seinni. Hinvegin kendu øll hin vælupplagda Halleluja Sofus, sum hevði eitt avbera gott sjov við fleiri tónleikarum, eisini trimum blásarum, á minna pallinum. Bólkurin Flamma hevði eisini eitt framúr sjov við trimum væltrimmaðum sangarinnum og fleiri...

Billy Yates í Sørvági

Billy Yates (f.1963) er høvuðsnavnið á Sørvágs country og blues festivali í ár. Hann er úr Missouri og býr í Nashville, og gav í fjør út fløguna There is only one George Jones á egna plátufelagnum, MOD, sum stendur fyri My Own Damn Label. Fyrr hevur hann givið út nógvan tónleik á heiðurskrýnda plátufelagnum Columbia, og aðrir siðbundnir sangarar sum George Strait, Tracy Lawrence og Kenny Chesney hava sungið sangir hjá Billy Yates. Hann hevur skrivað tveir sangir til størstu countrystjørnu í nýggjari tíð, George Jones (1931-2013). Ikki kann sigast annað, enn at ein legenda er her, mitt í bygdini. Hann er á pallinum á Dungasandi leygarkvøldið klokkan ellivu.

Westward

Tað er fríggjadagur trettandi, ættin, hon er vestan, og í gjár sá eg besta westernfilm í mannaminni, The Salvation , hjá danska Christian Levring við Mads Mikkelsen í høvuðsleiklutinum. Ein spennandi filmur um donsk niðursetufólk, sum í briljantari tøkni grevur fram tað allarbesta hjá ikki bara John Ford, men eisini Sergio Leone og Akira Kurosawa, heilt til eingin maður stendur eftir á amerikansku heiðini sjey ár eftir tapið móti týskinum í Dybbøl í 1864, sum Eric Cantona er serliga fegin um í hesum HM tíðum. Eisini er ein siping til Tro Håb og Trolddom (Erik Balling 1960), har Bodil Ipsen situr í ruggustóli og roykir pípu. Hetta var hennara seinasti filmur. Tað var John Ford (1894-1973), ið segði at “A good film is long in action and short in dialogue”. The Salvation er besti western, sum Ford aldri gjørdi, og sum eg avgjørt skal viðmæla øllum at síggja, hóast hann gongur í minna biografsalinum í Havnar Bio. Soleiðis eru treytirnar. Tað góða trívist í tí smáa og er illa lýtt í ...

Heimlandstónar av botninum

- og garantar fyri smakloysi í æviga dystinum um hin góða smakin Mentanarblaðnum hjá Miðlahúsinum 4/13. juni 2014 “Hatta er tann beri døgurðatónleikur, heila lortið”, segði tónleikakennarin og legði avgjørdur afturat, at “spælir Útvarpið ikki Mozartpopp, so spæla tey country. Bara country. Hetta er fanin meg ikki sum í Danmark, har tú hevði dekning allan sjónarringin, hvat tónleik tú so vildi hoyra ta givnu løtuna.” Hann var nýliga komin heim úr lestrarørindum. Ikki tí, pappírini, sum vóru lítið at reypa av, gjørdu onga nyttu og nú hevði hann lisið seg av bygdini og suður til Havnar í eitt tíðaravmarkað barsilsstarv. Tað er leygardagur, og Rót & Rútma hevur akkurát verið í Útvarpinum, tá hann skeinkir mær kaffi í krússið og fær sær eitt ball, Samson og grøna bók. Hann er norðanifrá. Við útsýni oman í Sandagerð havi eg hesa løtu sett mær fyri at kanna skismaði millum tónleikasmakin á bygd og í bý, og hví country er farið at merkja tað sama sum vánaligur tón...

The Salvation í kvøld

Norðurlendskur filmur stendur sterkur í ár. Í Noregi lova tey størstu frumsýning nakrantíð, tá filmurin Beatles eftir metsølubókini hjá Lars Saabye Christensen sær dagsins ljós í august. Men stórir norðurlendskir filmar kunnu eisini síggjast i smærri karmum, sum til dømis í kvøld klokkan hálvgum níggju, tá Havnar Bio í minna salinum vísur The Salvation , sum er ein western frá Northern. Tað er danski dogmaleikstjórin, Kristian Levring (f.1957), ið hevur leikstjórnað kovboyfilmin, sum var frumsýndur í Cannes í mai. The Salvation er ein klassiskur western, ið er heimsins størsta og drúgvasta filmsjangra. Tó so, leikstjórin, sum við The King is Alive (2000) hevði Shakespeare við í einum strandaðum bussi í Namibia, hevur í hesum nýggja kovboyfilmi leitað eftir norrønum sagnum og søgubrotum. The Salvation verður lýstur sum ein episk søga um brostnar dreymar, ólukkulgan kærleika og um grima hevnd. Westernsøgan í danska filminum fer fram í 1870’unum millum útilagin niðursetufólk...

Kristiligur filmur bara í Havn

Randall Wallace, ið skrivaði Braveheart (1995) og Pearl Harbour (2001), er leikstjóri, tá Havnar Bio sum hin einasti í øllum Norðurlondum fer at vísa filmin Heaven is for Real við Greg Kinnear, niðanfyri, í høvuðsleiklutinum. Frumsýningin verður 26. juni. Eins og vanligt er fyri bíbilskar ella kristiligar filmar, klovna bæði klettar og vøtn, tá ummælt verður og atgongumerki verða tald upp. Hóast filmurin hevur fingið blandaða móttøku í USA, kemst ikki uttan um, at ein kristin marknaður er í vøkstri á mongum økjum. Filmurin byggir á metsølubók, tónleikurin úr filminum er givin út undir filmsnavninum og fleiri kend og virðislønt fólk eru uppií filmsgerðini. Fyrr varð tað als ikki mett sum kristiligt ella á nakran hátt sambæriligt við kristnitrúgv og -lív at ganga í biograf. Men nú er tað broytt. - Vit hava fingið so nógvar áheitanir, at vísa akkurát hendan spildurnýggja filmin, at vit skaffa hann beint úr USA, uttan danskar undirtekstir, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur H...