Í morgun var kavi á vegnum, brim á sjónum og vindur allastaðni. Ja, kolandi stormur og ódn í øllum landinum, skulu vit trúgva Útvarpinum, sum trýr Landsverki. Men har trúgva tey mest uppá morgunlesturin, so arbeiðsfólk úti um landið máttu bíða tolin eftir avlýsingum frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Tá er gott at búgva beint við arbeiðsplássið mitt í Kontórshavn, og í friði og náðum turka bleyta kavan av vindeyganum meðan kommunali lyktapelin glampar stillisliga yvir byrjandi fríggjadegnum. Hoyrdi lítið til storm í nátt, men ein starvsfelagi, sum kom úr Klaksvík, svór uppá, at hon hevði ikki vágað sær til arbeiðs í dag, um hon ikki hevði so góðan sjaffør. Og náttin hevur verið hørð. Tað síggi eg ávegis til arbeiðs á Bukkevald, har portrið er sprongt upp av gróti, asfalti og bøkkum, sum brimið hevur skrætt upp av botni og tikið við sær inn á vegin. Her er nokk einki veður fyri kampistar og kampingvognar í dag. Tí er gott, at bummurin er fyri, so eingin tekur sær óráð fy...