Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2022

Kinesiski múrurin í Havn

Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður. Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum. Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara. Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum

Havnin fingið grátimúr

Nú er grátimúrurin í Jerúsalem fluttur inn á Vaglið, har tey í hesum leyvsælu seinsummardøgum eru farin at yvirhála fremstu prestar í heilaga landinum, við ikki bara at ganga, men at renna omaná tí, sum undir er, og so renna umaftur, tá komið er runt.  Í sannheit eitt undur í okkara tíð. Um tað er eitt skipað átak hjá eini lýsingastovu í altjóða klassanum, veit eg ikki, men tá provokerandi inntriv verða gjørd í býnum, har flestu føroyingar búgva, so hoyrist tað aftur.  Verða inntrivini fleiri og stinga seg upp um somu tíð, og flestu inntrivini harafturat kennast búfólki púra meiningsleys, so verður úrslitið eitt endurtakandi ekkó um tann ganska bý.  Í ein New-Yorkara-minutt kunnu vit í maltrakteraða miðbýnum ugga okkum við, at fólkaræðið riggar, soleiðis at skilja, at býarbørn hava dirvið at taka til orðanna og vísa á skilaleysar byggingar, sum hóast teir hava fingið loyvi, ikki á nakran hátt kunnu sampakkast við gott grannalag, og til dømis tað, sum grein 28 stykki 8 í byggisamtyktini

Útskúgving

Í fyrndini plagdi eg at fara á aðalfund í einum fakfelag. Men tá eg nakrar ferðir gloppaði tungu hurðina og sá, at nú sótu tríkvart av limunum og bundu og kastaðu uppá, mátti eg sanna, at hetta var ikki mín samkoma, sum prædikað varð til einaferð um árið. Rýmdi og slepti hesum tulkingarfelagsskapi. Havi ongantíð søkt hann aftur.  Hvørja ferð eg í grannalagnum gangi framvið útigarðinum í einum skúla, sum einaferð var landsins størsti, verði eg mintur á útskúgving. Altíð stendur eitt fátal, onkuntíð bara ein genta, tí genta er tað av onkrari orsøk altíð, og tekur seg burturfrá, tí hon týðuliga ikki er partur av nýbyrjaða felagsskapinum í nýggja skiftisritualinum, sum skúlagongd er. Í Degi og Viku í gjárkvøldið var eitt óalmindiliga langt tíðindainnslag um útskúgving. Peikað var á 23, meðan hin 24’inda var útihýst. Hetta upplýsti landstýrismaðurin við ábyrgd fyri økinum beint í kamera hjá sendingini, sum tænir almenninginum. Gandatalið 24 fór aftur at spøkja.  Fyrr var verkfall, tá næming

Tíðindafiskur á borðiskinum

Bankatoskur hevur aldri áður verið so vælumtóktur í Havn, sum farna vikuskiftið, tá matstovurnar, sum borðreiða við fiski, keyptu burturav veiðuni hjá havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, Fyrst bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, eitt glas av perlandi svalligum cremant víni frá Meyer Fonne úr Alsace, sum er vælvalt undirkast til fiska- og bankamáltíðina, ið nú skal berast inn á borðið í fimm stigum, sum var tað ein opera, har allir leikarar fáa ein lut, og hjúklað verður fyri interaktiónini við hvønn einstakan gestagóma.  Kokkar eru John Eli Kristmundsson og Jónas Lindenskov Schiller. Karin sigur mær nøvnini á øllum í køkinum hetta kvøldið. Tey eru frá vinstru: Karin, Jana, Jónas, Tóra, John Eli og John, og fremst fyri eru Trygvi og Jákup. Fyrsti rættur í Áarstovu er tartelettir við toski og hýsu og kaviari omaná. Roykt salt verður serverað aftur við breyðinum. Perfekt á smørið. Tað er smálutirnir, ið byggja heildina. Í gløsunum er nú franskt chardonnay frá slottinum hjá prinsgem

Dansur í kirkjuni

- Du er so glad, skal vi danse? spyr ein kórsangari og bjóðar mær út á gólvið í Havnar kirkju. Men nei, eg haldi ikki tað er rætta løtan, staðið ella høvið. Men tað ger birgi síðumaðurin, Jónheðin, sum eg havi dyrkað útgávur hjá Kirkelig Kulturverksted saman við síðani í áttatiárunum. Hann er limur í kirkjuráðnum á Argjum, so hann tekur ein vals í Havn. Bert fá eru møtt, mest sum eingin, til fríggjakvøldskonsertina hjá norska Solheimkoret úr Alf Prøysenlandi á Hamar og Lillehammer leiðini í Hedmark har suðuri í Noregi, eystanfyri fjøllini. Tað er gammeldansmesse og heystfagnaður úr katólskari tíð. Kórleiðari er Pernille Stramrud og føroyska Angelika Nielsen er við á fiól. Fyrr um dagin havi eg sæð kendar íslendskar filmsleikarar sum Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrún Gísladóttir í grannalagnum, tí saman við Kyk-Myndum hjá Jón Hammer skulu tey taka upp seinastu senu í einum íslendskum spælifilmi, Missir (Loss), sum Ari Alexander og Ergis Magnússon leikstjórna við støð

Havnin rúmar øllum

Til øll Sandoyarfólk: Hoyvík rúmar øllum og minst 5000 afturat. Tað sæst á hesum øki. Við rundkoyringina ovast til vinstru fáa vit Føroya Arenu, og til høgru sæst, at vit fáa um endan á undirsjóvartunnilinum, har allir eysturoyingar kunnu koyra beint til Havnar. Havnin verður ein metropolur árenn vit vita av! Klikk á myndina og hon verður enn størri enn Havnin!

Hvør hevur maktina í Havn?

Í útvið fimmogtredivu ár havi eg búð í Tórsbyrgi við einum vælfungerandi eigarafelag, ið summi siga er tað elsta í landinum. Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn og høvundur at bókum sum Hús úr ljóði , hevur teknað. Hóast fámæltur, segði hann við fleiri almenn høvi, at júst henda býling var hann best nøgdur við. Orsøkin er, at fólk, sum búgva her, trívast, tí tey kenna seg at hava ávirkan. Her eru 36 hús og tey fyrstu fluttu inn í 1976. Øll hava tey ávirkan á egin hús og umhvørvið har í nánd. Í seinastuni havi eg fingið innlit í, hvussu onnur fólk og búfelagsskapir í sama býi kenna seg yvirfyri sama myndugleika, Tórshavnar kommunu, tá um byggimál ræður. Var eg tíðindafólk av hermótinum, og kendi hvørki partarnar ella staðin, so vildi eg sagt, at støðan er merkt av ómegd hjá tí órættaða, sum heilt greitt er borgarin, ið býarstýrið bert í evarska lítlan mun tekur við í ætlanir og vil lurta eftir. Tykist, sum um borgarin er púra settur út av fólkaræðisliga spælinum, til fordei

Franski meistarin Godard farin, 91 ára gamal

Filmur, sum vit kenna hann í dag, bleiv til í París um jóltíðir í 1895, tá brøðurnir Auguste og Louis Lumière fyri gjald við dyrnar vístu film fyri fjøruti fólkum uppá eitt lørift í Grand Café í Boulevard des Capucines við Operuaplássið mitt í býnum.  Seinni bleiv Hollywood stóra miðstøðin fyri filmsgerð, stjørnum og makfullum framleiðarum, kanska tí at Hitler gjørdi tað trupult hjá listarfólki at arbeiða í Evropa. Í listarliga oddinum vóru tó javnt og samt fronsk nøvn, sum málarasonurin Jean Renoir og leikarin Jean Gabin í 1930’unum, og teir báðir Marcel Carné og Jacques Prévert, sum undir krígnum gjørdu meistaraverk, ið fingu frámerkið poetisk realisma. Í 1959 tók nýggja franska filmsbylgjan, La Nouvelle Vague, seg upp við Jean-Luc Godard, François Truffaut, Claude Chabrol og Alain Resnais sum teim sjónligastu. Fyrsti filmur hjá Godard var ”À bout de souffle” við Jean-Paul Belmondo, sum bleiv ein darling í biografunum í Havn.  Franska bylgjan, sum bygdi á italska neorealismu, kveikti

Pínadoy, hetta er ljótt

Kjólin skapar Helle og klæði skapa mannin. Soleiðis verður sagt í estetiserandi miðlunum og almenna handilsrúminum, har alt er til sølu, nú eins og til ævigar tíðir Verri er við estetikkinum í gøtubílætinum í Havn. Ja, verri enn nakrantíð. Hann er farin heilt niðan í Hoyvíkshagan, estetikkurin, sum einaferð var niðri í Havn. Eg helt at arkitektteknaðu lyktasteyrarnir, sum tryggja mesta ljós uppi í Gundadali, vóru ljótastu avrik í býarsøguni, hóast tey komu á forsíðuna á einu avísini sum meistaraverk. Men nú er kommunala minnismerkið yvir Fótbóltshavnina, ið sæst sum ein flugusmekkari heilt úr rúmdini og blendar allar bilar á Ringvegnum, yvirtrumfað av hesari monstrøsu beautybox har sum Gripsvegur, dygst við Kongaminnið, tørnar út í R.C.Effersøes gøtu. Pínadoy, hetta er ljótt. Býráðslimir hava sagt, at eftir royndirnar uppi við Karlamagnusarbreyt skal nú eisini byggjast so tætt og høgt niðri í miðbýnum, at tú ikki skalt síggja at eta ein bussimann, eftir at tú hevur pilkað nøs á gongugø

Rasisman í Svøríki

Í eitt ár havi eg goymt hesa mynd, uttan at vita akkurát hví. Nú upprann dagurin, at eg fekk greiðu á, hví eg hevði goymt hana á skíggjanum, alt siðan tiltakið Remember - ReAct varð hildið í Svøríki. Tað er 65 ára gamli fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, ið sigur at vit, sum liva í dag, liva í skugganum av förintelsen og nazistiska fólkadrápinum.  Í gjárkvøldið, tá svensku valhølini lótu aftur, hoyrdi eg Löfven útgreina uppáhaldið í norsku sjónvarpstíðindunum. Forfardur av framgongdini hjá 43 ára gamla Jimmy Åkeson, sum er formaður í Sverigedemokraterna, fór Löfven at lesa úr tilfarinum hjá hesum nýggja flokki, sum so fegin vil definera, ikki hvat ein rættur svenskari er, men púra øvut, hvør tað er, sum ikki rúmast í svenska fólkahugtakinum. Ovast á burtursjúgvingarlistanum hjá Sverigedemokratarna eru muslimar, jødar og sámar. Eftir at hava verið skrivari í Norrøna felagnum í fjúrtan ár, fekk eg sum vátan vøtt. Hvussu kann ein politiskt ambitiøsur persónur, ið

Havnin í hernað móti internetinum

Undir yvirskriftini Nú skal miðbýarkjarnan skipast skrivar Heðin Mortensen, 76, at hann í høvuðsheitum hevur ikki annað, enn ”tómar gøtur og eina lívleysa miðbýarkjarnu” uppá hondina í høvuðsstaðnum. Um orsøkina til miserablu miðbýarstøðuna í Havn, sigur Heðin, at tað er ”keyp á alnótini, sum hevur gjørt tað gjørligt at fáa sínar vørur flýggjaðar til dyrnar, umframt at kappingin frá handilsmiðstøðum er økt. Býarkjarnan hevur tørv á at fóta sær og livna upp aftur.” Býarbørnini hava svikið handilslívið, sigur javnaðarkempan, ið hevur savnað so nógvar atkvøður sum aldri áður fyri sosialdemokratisku hugsjónini. Hetta kann ikki merkja annað, enn at arbeiðarin í Havn er farin í sópandi lokalan hernað móti fjarkapitalistiska internetinum, ið skal steingjast, sløkkjast og leggjast niður, tí tað, saman við kapitalistiska SMS uppi á Trapputrøðni, er orsøkin til at miðbýurin, virksemið og handilslívið alt samalt nú verður lýst deytt at vera.  Og tað er júst tað, sum skal vekjast upp aftur, deyða

Vil fáa Netflix til Íslands at gera film

Fyrrárið kunngjørdi íslendska stjórnin eina filmpolitiska ætlan, sum fevnir um tíggju ár og røkkur heilt fram til 2030. Á heimasíðuni hjá íslendsku stjórnini kunngerð Lilja D. Alfreðsdóttir, sum umsitur menta- og handilsmál, í dag, at hon hevur hitt Netflix í Los Angeles. Hon vil fegin hava stroymingarrisan til Íslands at gera film. Ítøkilig samráðingarevni vóru aktuellu karmarnir, sum eru fyri íslendskari filmsgerð, og økta afturberingin, ið hevur verið 25% og nú er 35%. Samstundis er ætlanin at skapa áhuga hjá stórum filmsætlanum úti í heimi, sum burturav vilja brúka Ísland og íslendskar tænastur at gera film. Partar av langsiktaðu filmsætlanin eru burðardygd og nýggj deild á Listaháskúla Íslands. - Ég hef sterka sannfæringu fyrir mikilvægi þess að búa skapandi greinum hagfelld skilyrði á Íslandi og stjórnvöld eru á slíkri vegferð. Nýleg hækkun á endurgreiðsluhlutfalli mun auka alþjóðlega samkeppnishæfni landsins í kvikmyndaheiminum og hafa jákvæð margfeldisáhrif á íslenskt s