Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2024

Barnaútvarp fyri vaksin

  Í vikuni hevur nýggjur public service sáttmáli fyri Kringvarpið verið fyri í Tinginum. Hin triði í søguni. Er tað nakað, sum kann øsa tingfólk upp, so er tað Kringvarpið.  Eini tingmaðurin, hann hevur ta útbúgving, ið flestu meta sum heimsins bestu, sigur fyrst, at vit hava ikki eitt, men trý útvørp, og í seinnu tingmannaútbering verður útvarpstalið til fimm føroysk útvørp, tí vit hava fimm útvørp og ikki bara eitt, vil hann vera við. Er tað nakað, sum tingmenn og ódefinerað kjakfólk í skýmaskotum kunnu fáa um skrúvuna, so er tað Kringvarpið, ella heilt spesifikt - Útvarpið. Tað hava øll eina meining um, tí har er alt trunkað saman. Morgunlestur ta einu løtuna og Jimi Hendrix hina løtuna. Alt til øll uppá eingang. Men kristni fyrst. Tí er gott, at sáttmálin millum tað almenna og Kringvarpið aftur er komin í ljósmála. Tað hevur hann ikki verið í longri tíð. Katastrofan hevði verið, um útvarpið varð slókt, tá sáttmálin ikki var til, ella ikki var í gildi. Ábyrgdarøkið...

Eru tey eldru ynskt á arbeiðsmarknaðinum?

Ert tú ein ageistur, spyr uppslagið í London. Fyrst haldi eg, at hetta er ein nýggj grein av New Age, men so síggi eg eina avís, sum eg kann taka heimvið. Har kann eg skanna eina QR kotu, og fáa nærri at vita um ageism, sum er eitt bretskt tiltak hin 20. mars. Tá fara tey í felagsskapinum Age Without Limits at savna fólk, at gera almenningin varugan við mest burturtagda og tó skjótast vaksandi svullin í bretska samfelagnum. Tað er at gera mun á fólki vegna aldur. Aldursmismunur, ageism, sum felagsskapurin Age Without Limits hevur sett sær fyri at upplýsa um. Komin úr undurfullu og samhaldsføstu Føroyum varð eg sum sligin á nevið.  Felagsskapurin upplýsir, at mismunur vegna aldur, ageism, kemur fyri í fleiri gerandisligum førum, frá práti við vinfólk til yvirskriftir í avísunum og í egnum royndum á arbeiðsplássinum.  Felagsskapurin sigur víðari, at “Negative attitudes to ageing are widespread across society - and older people are often portrayed in a way that reinforces negati...

Heimsfilmur í Tindhólmi

  Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki. Hóast dagsins miðlar mangan verða mettir sum grunnir, kunnu teir eisini fevna gomlum søgum. Tað er gott, tí júst tær kunnu hava eina dýpd, sum blinkstrandi nútíðin sjálvdan fær, og tí ofta kann hava fyri neyðini. Um ikki annað fyri at steðga á og grunda yvir tilveruna eitt bil.  Til dømis við søguni um drongin, Peter Pan, sum ikki vildi blíva vaksin. Úr tónleikinum kenna vit kanska best Michael Jackson, sum tók heitið á ævintýraoynni úr júst hesi søgu, og kallaði bústaðin Neverland. Upprunin er fiktivi persónurin, Peter Pan, sum skotski Sir James Matthew Barrie (1860-1937) fyrstu ferð skrivaði um í 1902, og gjørdi til sjónleikin um Drongin, ið ikki vildi blíva vaksin í 1904. Í 1911 skrivaði Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá...

Livandi orðið í Løkshøll

Hóskvøldið vóru Heini í Skorini og Bjørn Kunoy í Løkshøll og greiddu frá um Palestina fyri og eftir 1948, og um ST sáttmálan um fólkadráp frá sama ári.  Heini krøkti illustrativt í tað sannkenning, at palestinar enn tann dag í dag hava ein symbolskan lykil hangandi í køkinum, sum ímynd av vónini um at venda heimaftur til húsini hjá ættfedrunum í økjunum, sum ísraelar tóku eftir Balfour deklaratiónina og frameftir, og enn gera við ólógligum búsetingum á Vestara áarbakka, samstundis sum palestinsk skúlabørn verða steðgað og kanna í tímar bara fyri at sleppa í skúla.  Neyvan er nakað evni so væl dokumentarað sum holocaust, ið føroyska skúlaverkið eisini trúliga hevur implementerað eftir samtykt í løgtinginum síðan 2019.  Afturat hesum kemur ídnið frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn at útvega film um modernaða Ísrael at vísa í Føroyum. Umframt nevndu búsetingar hevur afturvendandi evnið verið kynspolitiskt, so opinskárað og viðurkennandi, sum eg ikki havi sæð fyrr, har...

Uni vigar Virgar

Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald.  Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil.  Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði.  Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend...

Johan Galtung í tíðindunum

Um vikuskiftið andaðist norski friðargranskarin, Johan Galtung, í Bærum, 93 ára gamal. Hann var ein av teimum, ið stovnaði Institutt for fredsforskning í Oslo í 1959, og skapti kjak og skrivaði bøkur um støðuna í heiminum, sum vit studentar hjá Zakariasi Wang kundu lesa og kjakast um í samfelagsfaki í hálvfjerðsunum, tá kjak var kjak. Ikki minst í spurninginum, hvat onnur halda henda á bygd, fyri at brúka heitið á bókini hjá eins norska Ottar Brox, sum Zakaris týddi. Tað var ikki óstuttligt. Eitt var konflikttrýkanturin hjá Galtung um beinleiðis ágang, skipaðan ágang, ella mentanarligan ágang, serliga hjá hvítum, bæði søguliga og samtíðarliga, í triðja heiminum, og so var tað myndilin fyri tíðindaflutning úr tí fremmanda, sum skapti heilt serligt kjak og gjørdist nakað, ið setti seg. Ikki minst í miðlafatanini. Tí hvør er tað, sum kemur í miðlarnar, og hvønn halda tey, sum arbeiða í miðlunum, at tey sum hyggja, hoyra og lesa, ynskja á breddan? Hvør dugnar hvørjum í maktsentrifuguni, su...

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verð...

Næsta byggistig fyri kommuvalið

Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág. Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”.  Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, sk...

Good to be kind

Hóskvøldið í farnu viku var eg í Sirkus og spældi úr eini hálvtrýss ára gamlari plátu. Sum ein diskleymari, og váttan um, at eg ikki bara spældi retarderaðan gamlamanstónleik, innleiddi eg við at vísa á afturvendandi kanningar, sum siga, at tá tú ert trýogtredivu, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki.  Eg eri akkurát tvær ferðir tann aldurin, og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki.  Og so kom diskleymarin. Nýggjasta er plátan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum, Good to be kind . Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind.  Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóð...

Putin og Tucker í Copilot

Í ongum av skúlunum, eg kenni til, hvørt teir so itu realskuli, studentaskúli, læraraskúli, ella danmarks pædagogiske universitet, høvdu vit møguleika at spyrja ein loyniligan, men tó fult lógligan, korrespondent, hvør meinigin er, um ikki við tí heila, so samtíðarhendingum, sum nógv tosa um, men bert fá hava innlit í. Nú hava vit vitlíki.  Higartil er tað trároynt á fleiri miðum við versiónini hjá OpenAI, ChatGPT, sum Microsoft so ruddiliga nú hevur yvirhálað við Copilot. Dagsins spurnarevni við Copilot er meir enn tveir tímar drúgva samrøðan, sum ídnasti trumpistur í USA, sjónvarpsmaðurin, Tucker Carlson, gjørdi í Moskva hin 6. februar, og sendi á egnari rás, Tucker Carlson Network. Innan eg fari í dialog við Copilot um samrøðuna, leiti eg á heimasíðuni hjá Tucker at kanna, hví hann fór frá Fox og byrjaði fyri seg sjálvan. Hann sigur:   News coverage in the West has become a tool of repression and control. Reporters no longer reveal essential information to the public; ...

Gram undir nálini í Sirkus

Í gomlum kovboyfilmum kom orðið watering hole fyri. Ein hylur, sum hestarnir kundu drekka úr. Í dag verður orðið brúkt um skeinkistøð í býnum. Eitt tílíkt er Sirkus í Vágsbotni í Havn. Har hevur Sunneva Háberg Eysturstein í langa tíð skipað fyri opnum plátuspælara og mikrofon. Undir heitinum Vinylgripir spældi eg hóskvøldið úr 50 ára gomlu plátuni Grievous Angel hjá Gram Parsons. Sum ein disclaimer innleiddi eg við at siga, at sagt verður, at tá tú ert 33, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki. Eg eri tvær ferðir tann aldur og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki. Nýggjasta, er Lena Anderssen, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum á nýggju plátuni, Good to be kind, sum við piano í miðdeplinum kundi verið ein tíðarleys Caren Carpenter, sum sang í einum hugsaðum Rodgers og Hammerstein leiki, men hetta er føroyskt frá Lenu og Niclas Johannesen okkara millum í dag. Ein hugtakandi referansa, sum ber ein framúr sang gjøgnum nógvar tíðarlummar. Men onkuntíð dámar mær at l...

Facebook fyllir tjúgu

Í dag fyllir Facebook tjúgu ár og hevur fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar. Tað hevur eingin líknandi fyritøka ella tænasta. Ikki nær námindi. Í Føroyum eru so nógv á Facebook, at tað er ikki óvanligt at hoyra marknaðarfólk siga, at Føroyar er eitt Facebookland. Tað er har, fólk kunngera hvat tey halda, gera og ætla. Facebook er boðmiðilin og uppslagstalvan burturav.   Og so er tað hatta við ættargransking, at finna út av, hvør er hvør. Har er einki sum Facebook. Javnan hoyrast tó miðlafólk, serliga í morgunsendingini í Útvarpinum, brúka anonymiseraðu vendingina sosialu miðlarnir, tí tey ikki vilja taka ein miðil fram um annan, ella tí tey halda so lítið um Facebook, at tey ikki vilja taka tað í sín munn.  Men tað broytir einki við, at dyggasti fólksligi lýsingamiðil í Føroyum er Facebook, vilt tú siga øðrum frá um eitt tiltak, har tú ikki hevur pening til lýsingar.  Enn eru í hvussu er mest sum øll í Føroyum á Facebook, fyri ikki um at tala á Messenger, sum alt...