Skip to main content

Bankatoskur á fronskum og sponskum

 

Marius Stakksund, Hørdur Herason og Eiler Mohr Lambavík í Gongini framman fyri fremstu matstovunum heima í Havn. 

Vikuskiftið 28. og 29 mars verður afturvendandi tiltakið við Bankatoski í Áarstovu, har borðreiðingin fer franska vegin, og í ovara borði, í Barbara Fish House, verður Banktoskurin somu dagar borðreiddur eftir spanskari forskrift. 

Túrleiðari umborð á havrannsóknarskipinum, Jákup Sverri, er fiskifrøðingurin, Helga Bára Mohr Vang, sum peikar á Føroyabanka.

Marius, ið er í læru sum tænari á øðrum ári, hevur farna árið arbeitt á ROKS, er komin av danska kokkaskúlanum frískur og ferðugur at arbeiða í Áarstovu, ikki minst tí hann beint nú hevur verið í Fraklandi og vitjað vínbøndur sum Drouhin og Chavy, ið eru vín, sum verða skonkt afturvið Bankatoski í Áarstovu.

Hørdur er nýggjasti í skipaða Áarstovutoyminum, har hann er kokkanæmingur og brennir eftir at læra um bestu matgerð, tænastu og borðreiðing.

Eiler, sum er kokkanæmingur á øðrum ári, fer saman við køkstoyminum, at standa fyri matskránni í Barbara Fish House, har hann hevur verið, eins og í Áarstovu, og nú er partur av toyminum.

Nú stendur várið fyri og við tí eisini drúgvasta gastronomiska átakið, Bankatoskurin, sum enn fær fólk at savnast og uppliva tað besta úr okkara havøki, sett saman við tí besta franska og spanska víni afturvið.

Vitjar tú Áarstovu er eisini vert at leggja til merkis dedikeraða tænaranæmingin, Benjamin Tausen á Lava. Áarstova er enn sum áður ovast á Tripadvisor listanum, sum flestu fólk brúka, tá tey ferðast úti í heimi at kunna seg um matstøðini á fremmanda staðnum. Av einufjørti matstovum er Áarstova nummar eitt.

Ganga vit út á Havstovuna, so síggja vit at har hava tey eina praktikkantskipan umborð á fiskirannsóknarskipinum Jákupi Sverra. Beint nú er sekstan ára gamli Lukas Gudrunarsonur Mortensen í praktikk umborð. Hetta er fyrsta ferð, hann er til sjós. Til gerandis er hann næmingur á sjóvinnubreytini á NámX í Eysturskúlanum.

Hann hevur hoyrt nógv um Føroyabanka frá abbanum, og spennandi hevur verið at hoyrt um hetta tilfeingi, fiskin. - Stórur partur av familjuni eru siglandi fólk og langabbin í Sandvík, Jens Bolstad, var eisini á Føroyabanka, sigur Lukas.

Í Áarstova tekur borðreingin av Bankatoski støði í klassiska franska køkinum við kynstrum sum at dampa, steikja, konfitera og súlta, við øðrum, løttum rávørum, sum uttan stórvegis hóvasták lyfta fiskin fram og seta hann í miðdepilin við høvdi og gørnum, tað vil siga rogn og livur, uggum og ikki minst at brúka beinini til súpan og fiskin sjálvan. Vínaskráin er hin klassiska franska, men framyvir verða eisini nýggj fronsk nøvn løgd afturat teim higartil kendu í Áarstovu.

Á Barbara Fish House er leiðarstjørnan Spania, tá umræður nýveidda Bankatoskin, sum verður lagdur upp av Jákupi Sverra. Partar av hesi borðreing av sama toski, er greiða kenslan og smakkurin av Miðjarðarhavi, olivinolju, urtum, tomatum, piparfrukt og hvítleyki. Iberiska vínkortið, sum verður skokt eftir til Bankatoskin, er nýtt og byggir á óvæntað góðar paringar í smakki heima í Havn.

Í báðum matstovum byrjar máltiðin við kokkteylum, ávíkavist úr Spania og Fraklandi.

Í fjør dittaði eg mær at siga, at Bankatoskur er okkara besta brand. Fyrstu ferð eg havi umrøtt Bankatosk á hesum bloggi er í 2011.