Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2026

Sissal er aftur á toppinum

Heimasíðan hjá Danmarks Radio og morgunsendingin hjá Kringvarpinum avdúkaðu í morgun, at við sanginum ”Infinity” er føroyska stjørnan, Sissal, aftur í ár við í heimsins størstu sangkapping, Eurovision Song Contest, sum verður hildið í Wien í Eysturríki tólvta, fjúrtanda og sekstanda mai í ár. Danska kappingin, har Sissal og tilsamans átta sangarar dystast, verður hildin í Frederikshavn hin 14. februar. Tá ber til hjá øllum í Kongaríkinum at atkvøða, so ikki bara fakliga dómsnevndin, men eisini fólkið er við í atkvøðugreiðsluni. Við sanginum ”Hallucination” fekk Sissal EBU-limalandið Danmark við í kappingina í fjør. Hetta varð fyrst ferð síðan 2019. Sissal hevur sjálv skrivað nýggja sangin saman við Chris Chordz, Malte Johansen, Joy Deb, Linnea Deb og Jimmy Joker, sum serliga í Svøríki eru kendir komponistar í hesum høpi. Um sangin sigur Sissal við heimasíðuna hjá Danmarks Radio í morgun: - ”Infinity” er på en måde et lille magisk univers i sig selv. Den er vævet sammen af ...

Fótbóltsfundur hjá Trump

Vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, er sum ein granni, tú møtir í túninum. Í morgun avráddu vit báðir at fara inn til Trump, har hann í Hvítu Húsunum hevur fund við ES og evropeisku ríkisleiðararnar um heimsmeistarakappingina í fótbólti fyri menn, sum Trump sjálvur er vertur fyri í summar.  Infantino av Blankaskalla fekk eg ikki við á myndina, hóast hann í samtykkjandi infantiliteti gav Trump eina friðarheiðursløn, sum norski Støre og Nobelnevndin ikki megnaði. Guðviti, hvat hevði hent um forsetin ikki fekk nakað gylt í hondina. Spyrji vitlíkið, hvat hevði hent, um ES og evropeisku ríkisleiðararnir tóku heimsmeistarakappingina í mansfótbólti frá Trump og fluttu hana til Grønlands og Danmark? - Ein spennandi, og rættiliga dramatisk, hypotetisk støða, Birgir. Eg kann gott lýsa, hvat kundi hent í einum slíkum altjóða rumbli, uttan at taka støðu til nakran politiskan persón, svarar vitlíkið og útgreinar við ikoniskum ímyndum fyri hvønn lýsandi samandrátt: ⚽🌍 Um ES royndi at taka HM fr...

Rangan á Trump’sa Amerika

Í gjárkvøldi setti eg mær fyri at hyggja eftir nýggjasta Knives Out filmi á Netflix, Wake Up Dead Man. Eftir ein hálvan tíma mátti eg sanna tað sama, sum síðst eg ætlaði at síggja ein Knives Out film. Eftir eitt drúgt show off eru filmarnir so sjálvupptiknir, at teir enn ikki eru komnir um senukantin og út í rúmið, har eg vil uppliva filmiskt drama, men standa eftir sum inntonktir besserwissers í einum whodonnit puslispæli. Tað er sum at fáa film, í hesum føri krimi, uppá resept. Kliniskt og óviðkomandi. Men eg vildi síggja ein góðan nýggjan film á Netflix.  Leiti eina løtu og beri saman við ummælarar á IMDB og velji Night Always Comes.  Stillisliga intensur krimi úr fátækraøki í Portland, Oregon, býurin, har Matthew Workman býr, so eg kann fylgja við á Google Maps í hendingunum, har kvinnuligi høvuðsleikarin veruliga hevur nakað uppá spæl.  Hon roynir at keypa vesaliga heimið, so tað ikki verður selt undan teimum. So má hon finna uppá ráð, overnight, skulu hon og beiggin...

Samanhangandi lesing

Hyggja vit á heimasíðurnar hjá størstu skúlum í Føroyum, so finna vit rímiligvís frágreiðingar um lesing sum miðlandi fatan av tí, ið lisið verður, hvørt tað so er innaní til sín sjálvs, ella til almenningin at fata og fáa samanhangir eftir upplesturin. Henda gongd er í mínum oyrum farin at plága Útvarpið hjá Kringvarpinum. Ikki tí, knortlut mál er ein væl dyrkað disiplin og siðvenja í skriviborðsføroyskum, sum bókmentunarliga varð tikið fram í sendingini Orðavali í morgun við tveimum rithøvundum sum dømi. Kanska eitt sindur stirvin sending, sum manglar tað flow, ið fyrr var, tá Elin Henriksen var tann, sum fekk mikrofonina og tí gjørdist miðlandi miðdepilin. Men ikki so stereotypt tilgjørt, sum hjá Jóhan Hendrikki í fyrndini, ið nú verður brúktur sum eitt fornrelikt, serliga við talskipanini. Røvarasprog kunnu øll skapa, vilja tey halda onnur burtur. Størsti skúli, Glasir , hevur vanligu drúgvu frágreiðingarnar, ið eyðkendar eru úr skúlaverkinum, um allar lærurgreinar frá byrj...

Kóvboykex í litum og smakki

Í litleysu døgunum, nú hann toyar og bjarthvíti kavin bara er til fortreð, varnaðist eg gomlu upptøkuna hjá superduettini Kóvboykex, ið nú hevur umsett veitslusangin hjá Birna Dam til enskt Sunday Evening in the OldPark. Burtur er mín fatan av hesum møðsamt býttisliga felagssangi, sum øll elska at syngja meðan eg lukki oyruni, nakað sum Grøv nummar trettan, gangi í meg sjálvan og hugsi, nær verða tey liðug at syngja hetta innantóma mjarrið. Men so hendir tað. Blixt. Heiðrik á Heygum hevur flutt sangin til enskt mál, og eg hyggi at filmingini hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré, sum eisini sæst við biljardborðið í Bovlinghøllini. Hann líkst so nógv pápanum, at tað kundi eisini verið hann, Philippe. Tríggjar stillisliga langtandi kvinnur, tveir mannligir duettsangarar á hvítum hestbaki í dimmlittum Vatnsoyrum, Kóboykex, og tveir menn innandura í neonlittum barrumhvørvi kring biljarborðið, meðan karioketeksur verður varpaður upp á veggin, sum vóru vit í Japan. Felagssangur burturfr...

Klakørar

  Havi leitað í orðabókini, um nakað føroyskt orð er fyri "klakør", ið Orðabókagrunnurin lýsir sum forklappari, klappingarfólk (í sjónleikarhúsi, leigaður av høvundinum el. teimum leikandi) . Eftir hesa mynd og reportasju frá Degi og Viku mánakvøldið, sum stavar frá pressufundi hjá Donald Trump umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Airforce One, hevur tankin um stramt stýrt klakør-virksemi , heilt inn í okkara egnu stovur, upptikið meg. Eru vit stýrd av klakørum? Bókarøðirnar og sjónvarpssendingarnar, sum halda okkum føstum í fatanini av, at einki land ella mentan hevur sum Amerika hersett okkara hugmyndir og tankar stuttar ella langar, grunnar sum djúpar, undir eygnalokunum og millum oyruni. Filmsleikarar og tónleikarar, sum standa á mínum hillum, hava øll rót í USA og amerikanskum viðurskiftum. Alt stavar hagani. Men hvørjir eru teir báðir til vinstru á myndini omanfyri, sum eru orsøkin til, at eg hugsi um klakørar og ryggklapparar í einum pallsettum leiki, har mi...

Hvat hevur tú opið fyri Copilot?

  Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni. Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis, at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú. Fyrra dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat eg havi opið á telduskíggjanum. Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg vei...

Árið í bloggaðum teksti

Hevur tú í tvey ára tíggju skrivað fýratúsund tekstir, ið tú dag og dagliga gevur út sum uppsløg á opnum bloggi, sum øll kunnu lesa og viðmerkja, talgilt á útgávustaðnum, ella í práti, tá tú møtir lesarum, ið tú ikki altíð kennir, er hugvekjandi at leita aftur á eitt úrval av tekstum, sum vóru á blogginum í fjør. Tí mentanarligu upplivingarnar tróta ikki. Besta plátúútgáva mær kom í hendi, ja LP pláta við informativum húsa, sum í gomlum døgum, var Tutlútgávan ”Tá hvørt ljós líkist tær” hjá Benjamin Rajani, ið eg settið undir yvirskriftina Sermerkt og rík Vit fingu nýggja stóra spælistaðin Tjarnir, ið eg ummælti til upplatingarkonsert, har eg varð innboðin, og sama vikuskiftið eisini varð til konsertir í Løkshøll og Lívdini. Hesi bæði seinnu høvdu tó innihaldsliga allan munin, serliga Lívdin eftir mínari meting, hóast Tjarnir er tann staður, ið mentapolitiskt hevur lukkast at savna og seta seg á mesta pening í føroysku mentanarsøguni, uttan at hetta sæst aftur á skránni. Tað konsert...

Tveir góðir filmar í fjør

Í útvarpssendingini Kultura hjá Lív Mikkelsen slapp eg at nevna tveir góðar útlendskar filmar, eg sá í undanfarna ári. Nú eru so nógvir mátar at meta um og taka støðu til, hvat ein góður filmur er. Hann kann verða góður sum filmur, máldur eftir filmslistarligum virðum, hann kann verða góður, tí hann er týdningarmikil í tíðini, tí hann tekur upp evni á ein hátt, sum angin annar ger. Og so er tað sjálvur miðilin, filmur, sum amerikanski ummælarin, Roger Ebert (1942-2013), helt vera bestu empati maskinu, empathy machine, at lýsa samansett og torgreidd mál. Filmarnir eru Vejen hjem og Frankenstein . Undir yvirskriftini Góður filmur til undirvísing skrivaði eg soleiðis um biograffilmin  Vejen hjem: Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini. ”...