Worldclass er enska orðið eg velji at brúka, tá Sophilia í triðju sending úr Hoydølum í kvøld valdi ein sang hjá Eivør frá Clickhaze-tíðini, "Wall of Silence". Bólkurin, sum tríggir skrivandi menn kallaðu Føroya størsta aliring á Gøtuvík, tí burturúr honum var komin so nógv tónleikasøga, sum í ongum øðrum føri. Í trý ár savnaðu og skrivaðu vit um tónleikasøgu frá Jazzband Triumph og fram til tíðina, sum tá var, fyri tjúgu árum síðan. Umframt Clickhaze var spennandi at skriva um tíðina við Teimum av Kamarinum, tá Útvarpið var nýbyrjað, og pionérandin lá yvir skiftandi streymunum í Norðuratlantshavi, ikki bara við nýuppfunnum transistorradio, men eisini nýdefineraðum samfelagsbólki, ungdómi, ið forvann sínar egnu pengar, og gjørdist seismografur, sum við dansiviðurskiftum kundi máta, síggja og skapa samfelagslig nýbrot. Við rópara í hondini, síggi eg Sophiliu sum ein frontrunner og kyndilsbera fyri hesi funktión, sum ungdómur átekur sær í eftirkrígstíðini í nýggju Føroyum. ...