"No Rest for the Wicked" er bíbilska heitið frá Jesaja, sum nýggi romantiskt vampyriski ræðufilmurin tekur á seg við einum nýggjum sjangrukvinki, tá hann á føroyskum og donskum vil lýsa kærleika og knýtið millum menn við Føroyum sum palli og søguligum baksýni.
Tað er ikki bara blóðsúgvandi vampyrar, ið hótta lívið millum gudsóttandi útróðrarmenn, ið, orðaleysir og bundnir at báti, tráa eftir sama kyni. Við vágvillum havi og stormandi regni er vatnið og vætan ein frásagnarliður, sum bæði er hóttan og reinsan, í hesum berliga samfelag, har eingi trø eru.
Filmurin byrjar við ungu mandigu stjørnuni, Egor Venned, sum er Baldur, einsamallur á útróðuri, ið millum trøllsligu skerini inni undir landi hoyrir onkran rópa í tokuni. Hann fer at hjálpa, men kemur sjálvur í óføri og verður bjargaður av fremmandamanninum, Pilou Asbæk, ið er danskur hvalastingari, Helgi.
Sekvensurin er mest sum eitt tableau úr "Don Juan fra
Tranhuset" hjá Williami Heinesen, har hin fremmandi rekur inn á fjørðin úr
mjørkahavinum, og gerst ein eksotisk attraktión í tíðarstilla samfelagnum.
Fyrst í sjónum og síðan í songini verða teir sjónliga knýttir at hvørjum øðrum, men mamman, Sofia Nolsøe Mikkelsen, sum er einkjan Ásla, vil ikki missa sonin, og forðar fyri, at hann fer út at sigla við fremmandamanninum.
Leggið til merkis, at upprunasøgan kom fram í Leipzig í 1885
í einum samtíðarmerktum homoerotiskum savni við heitinum "Matrosengeschichten",
har eisini søgan "Der Mönch von Sumbö" var við.
Úr gjónni í effektivt sannførandi konstrueraðu føroysku vampyr-bygdini kemur róp í, tá ein smágenta sær deyðar kroppar, sum burturgingnir eru komir upp at flóta. Hetta er onnur av visuelt sterkastu senunum í filmunum. Kanska hevur myndamaðurin sæð kappróður, filmaður úr dronu, har bátarnir síggja út sum Grátt undir steini meðan teir stevna fram við árunum úti. Júst hetta ikoniska smámerki, róðrarbáturin úr erva, hómast úr tokuni í sjálvari byrjanini í filminum.
Hin senan, eg fati sum ta sterkastu, mest heilrunnu og
samanfatandi symbol-løddu, er tá mamman einsamøll skilur og fatar sonin, tekur
hann á seg og skal einsamøll bera hann heim, tí bátsfelagarnir rýma og lata hana
verða eftir einsamalla í stormfulla regninum. Her er tað at forteljarastyrkin
rakar universellu "Søguna um eina móðir" hjá H.C. Andersen.
Aftur síggja vit, sum í yrkingini "Vætan" hjá Rikardi Long, eina vampyr transformatión, ið er eins nógv týnandi og lívgevandi, seyra bæði oman og upp úr jørðini, og gera enda á jarðiska gerandislívinum hjá útróðrarmonnum, og flyta teir í eitt annað homo erotiskt ljós, ið Kjartan Hansen sum Suni, meistarliga vísur okkum beint fyri kamera.
Myndamaðurin, Jacob Møller, fekk í 2023 Sven Nykvist Cinematography Award í Göteborg fyri avrikið í filminum "København findes ikke" hjá Martin Skovbjerg, sum bygdi á norsku søguna "Sander" við handritið eftir Eskil Vogt. Natúrljósið, bara tað ljós, ið er á staðnum, er kjarnini. Eitt varisligt brá av Robert Eggers og hansara filmum, men serliga hjá trífalt Oscarvirðislønta Emmanuel Lubezki úr Meksiko, sum eg hefti meg við í ikki ólíka afturgongufilminum, "The Revenant", har høvuðspersónurin í natúrljósi vendir aftur frá teim deyðu í filminum hjá landsmanninum Alejandro G. Iñárritu.
Heilt frá byrjanini við tokuni og seinni við trøllsligu monnunum, sum í løtum og brotum síggjast, við vanda fyri at detta oman, tí har gongur ongin rætsiktaður, sum ávarað verður um, tá teir eru á fjalli.
Og so eru tað myndaligu kompositiónirnar, ið javnan fáa meg
at hugsa um fremsta føroyska málaran, Mikines, men eisini Krause, sum sæst í tátíðar
natúrligum innanduraljósi á Viðareiði.
Og ikki minst litríku sólmyndirnar av hvíta sandinum og bláa
havinum, við Egor í summarglamu, sum ein turist pastisja, men eisini ein greið
visuell peiking til filmsfotografarnar, Poul Pedersen og Erik W. Williamsen, ið
við litríkum panorama heildum og funktionellum smálutum góvu donsku
fólkakomediuni nýtt lív úr Føroyum við "Tro håb og trolddom", tá
Nordisk Film fylti 50 ár.
Gjøgnum filmin er stemningsmettaður upprunatónleikur hjá Hettarher og hjartanemandi out of this world sangur hjá Brimheim, sum eisini er Beinta. Afturvið navngivnu krossunum á veðurbardu heiðini, danska prestinum, Klaus Søndergaard, og trúarorð og signingarnar, at verja seg frá øllum illum, ið mamman, sonurin og fremmandamaðurin bera fram fyri seg, er Brimheim hon, sum beint í kamera setur hetta fjara og avbyrgda ævintýrasamfelag í karm við egnum sakralum sangi um havið, sum leikar í, men ikki við instrumentum. Einsamøll sker Brimheim stemningin og drúgvu filmisku løtuna inn á bein og nemur okkum langt eftir at filmurin er liðugur. Tí hann liggur leingi á, listarligi arthaus filmurin um vampyrar í Føroyum, "No Rest for the Wicked".
Tá filmurin varð sýndur fyri fulsettum hølum í Filmsfelagnum, innleiddi Eiler Fagraklett við fyrilesturi um týska upprunahøvundan, sum danski handritahøvundurin, Rasmus Birch, leikstjórin, Kasper Kalle, og framleiðarin, Lars Bredo Rahbek, hava latið seg inspirera av, í samstarvi við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og Truenorth í Íslandi.
Her eru nøkur brot úr innganginum, sum í mínum hugaheimi víðka um fatanina av søguni, ið filmurin, vit sóu í seinasta biografinum í Føroyum, byggir á:
- Í 1862, sum er sama ár, sum filmurin í kvøld gongur fyri
seg, tók Ulrichs eitt óvanligt og slóðbrótandi stig, tá hann fortaldi fyri
familju, vinum og almenninginum, at hann var samkyndur. Hetta var púra óvanligt
at gera alment í hansara samtíð.
- Søgan viðgerð samkyndar føroyingar síðst í 1800-talinum,
tá samkyndleiki enn var ólógligur bæði í Føroyum og Týsklandi. Ikki nokk við tí. "Manor" lýsir eisini
kærleikan millum menn sum romantiskan, virðiligan, ósmædnan og uttan skomm ella
niðran og uttan at biðja um umbering, sum annars alt ov ofta er vanligt í bæði
nýggjum og klassiskum bókmentum, ið viðgera LGBT viðurskifti.
- Tørvurin
á at verða sæddur og góðtikin sum tann, ein er, er universalur. Og tá ið vit lata okkum upp og av sonnum
royna at skilja hvønn annan, eru vit, tá samanum kemur, als ikki so ymisk, sum
vit ofta halda. Søgur um forbodnan kærleika og óttin fyri tí ókenda, kunnu vit
tí øll kenna okkum aftur í.
- Í dag hevur
Ulrichs fingið fast pláss í altjóða søgubókunum, og gøtur í München, Bremen og
Hannover eru uppkallaðar eftir djarva stríðsmanninum, ið gekk á odda og slóðaði
fyri tí arbeiði, sum eitt nú LGBT+ Føroyar virkar fyri í dagsins Føroyum.
- 142 ár eftir,
at hann einsamallur sat í lítlari italienskari bygd og droymdi seg burtur til
Føroyar og skrivaði um ungar samkyndar menn og teirra lív á hesum fjarskotnu og
vøkru oyggjum, fáa føroyingar endiliga høvi at síggja hansara søgu á hvíta løriftinum
- tó við ávísum tillagingum í filmsútgávuni.
- Nú vit um eitt bil fara at lena okkum afturá og eygleiða hugtakandi kvir ræðusøguna um kærleikan millum tveir menn, so kann man ikki lata vera við at hugsa um ein líkandi film, sum eisini er bygdur á eina stuttsøgu og snýr seg um ástarleik manna millum. Tað er "Brokeback Mountain". Oscar-vinnandi filmurin, sum fyri bara 20 árum síðani varð bannaðar av Havnar Bio. Tíbetur kunnu vit øll mennast, og tí er tað gleðiligt at uppliva, at Havnar Bio nú leggur høli til frumsýningina av hesum filmi, eins og tey fara at vísa hann alment næstu dagarnar. Tað er ein jalig broyting og týðandi menning, sum vit bara kunnu frøast um.
Fari at enda ummælið við hesum orðum hjá Claus Nygaard Petersen í danska miðilinum Cinefil: - "No Rest for the Wicked" er sexet god gotisk vampyrhorror, som man skal være en virkelig kold skid for ikke at fælde en lille tåre over, når filmen slutter.
Takk fyri sýningina, sum ikki bara er vampyr og horror í søguligum bakljósi, men í fleiri løgum eisini er hugvekjandi í heimligum nútíðarljósi!












Comments