Skip to main content

Queen of Gothic undir Tunglifjalli

Tungl er heitið á nýggju plátuni hjá Eivør, nú hon er flutt heim til Føroya, og saman við manninum, Trónda Bogasyni, býr á Velbastað, ikki langt frá Tunglifjalli, hóast felagið hjá Eivør er og verður í Syðrugøtu, forsikra tey meg um.

Tungl er ein pláta merkt av heimkomuni, sigur tíðindaskrivið undan konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld, sum verður aftur í morgin, tá útselt er.

Konsertin verður filmað og hópin av útlendskum fjepparum, ja die hard fans, sum eg eisini sá í Manchester í fjør, eru fremst fyri við pallin.

Júst hetta er fyrsta avvápnandi fyribrigdið, ið ger teg treytaleyst ovfarnan. Hvussu nógv elska Eivør og hennara gotiska univers við meistarligum ljósi, sum síggja vit djúpt inn í ein miðaldarligan kirkjuvegg á pallinum, sjálvt um hann er flatur, meðan hennara presisu og skjótt skiftandi tónar og ljóð við kraft, sum ikki bara er sangur, men nakað sum lokk, tá neyt verða kallaði saman á norðurkollinum, og inuit trummudansurin kallar andar saman inni undir loftinum ella úti á innlandsísinum.

Eivør er ein performari, ið gandar fram allar hesar tónar og mytologisku hugløg, og tá hon so blunkar við eygunum, spílar tey upp, so eygnakúpurnar verða hvíttsjónligar, er tað sum í ljóðleysum týskum ræðufilmi við romansu, sum hjá Nosferatu fyrst í tjúgunum - eitt blunk og gotiska stjørnan fer gjøgnum tíð og rúm, og sum áhoyrari úti á gólvinum ert tú púra seldur. Hetta er showmanship, sum eg ikki havi sæð áður.

Løgini á Tungl eru skrivað seinastu árini, eftir at Eivør flutti heim aftur til Føroya. Heimkoman hevur sett sín dám á bæði tónleikin og huglagið á plátuni.

- Sangirnir snúgva seg um tær stóru kenslurnar í lívinum - kærleika, dirvi, myrkur og ljós.

Steinbjørn B. Jacobsen hevur yrkt um tungl, sum er fornnorrønt orð fyri mána.

- Eg havi altíð elskað hetta orðið, og eg vóni, at sangirnir kunnu verða sum eitt sindur av mánalýsi í myrkrinum fyri onkran, sigur Eivør.


Fyrsta staklagið er "Healer", har Eivør letur dyrnar upp til eitt nýtt kapittul, sum er grundað á sárbarleika, styrki og broyting. Sum greitt hoyrdist á konsertini er útgávan borin av ráu og úttrykksfullu røddini, har hon við bravour ferðast millum storm og stilli.

Fyrsta sjónbandalag "Og mánin græt" hevur meistarligi fotografurin Gwenaël Akira Helmsdal Carré gjørt í einum ljós og myrkur spæli í fjørðuni á Velbastað við Koltur aftanfyri. Sangurin er hin fyrsta av tíggju á nýggju plátuni, sum allir vóru at hoyra á konsertini, har teir taldu størru helvtina, sum var standikonsert og vardi góðan hálvan annan tíma.  

- Eg elski at arbeiða saman við Gwenael. Hann er eitt ótrúliga listafólk, og megnar so væl at umseta tónleik til myndir. At skapa hetta saman við honum kendist sum at skriva ein sang saman. Hann hevur ein heilt serligan musikalitet í síni skapan.

Væl samanspældi bólkurin hjá Eivør er Per Ingvald Højgaard Petersen á trummur, sum altíð hugtekur meg, Mikael Blak á bass og tangentar og Mattias Kapnas á tangentar. Elinborg Pálsdóttir og Birita Dam syngja kór. Ljós og ljóðmenn eru Egil B. Høgenni Hansen og Theodor Kapnas, ikki minni meistarligt at baða stóra organiska rúmið við flata trægólvinum í ljóð og ljós.

Fyrst og fremst musikalskt, men eisini við øllum hinum estetisku úttrykkunum, ein framúr konsert eitt kalt heystarkvøld, har fleirfunktionella Norðurlandahúsið veruliga sleppur til sín góða gamla rætt.

Konsertirnar í Føroyum er startskotið til ikki færri enn 47 úti í heimi, fyrst í Hørpuni í Reykjavík, so sekstan í USA, tvær í Kanada, og so eftir ársskiftið fimm í Skandinavia, og nítjan á evropeiska meginlandinum. Konsertferðin endar 27. mars.





Comments