At ferðast er ein av bestu mátum, sjálvur, at uppliva nýggjar veruleikar í einum polariseraðum heimi. Fyri trimum árum síðan var ferðamálið Krakow. Ein søguríkur býur, fyrst og fremst tí hann er so nær ukrainska markinum, at vit, mitt í Evropa, verða mint á aktuellu russisku dreparamaskinuna, og í túninum kunnu seta andlit á flóttar og tær avleiðingar, kríggj hevur.
Eftir
lítlari løtu kanst tú vitja týningarleguni Auschwitz, sum enn er eitt varðveitt
og skilmarkandi hugtak millum gerð og ógerð í okkara tíð.
Í pólska miðbýnum
er ein framsýning, har sagt verður um býarrúmið, at tað er borgarin sjálvur,
sum definerar. - So hvussu framtíðar Krakow fer at síggja út, er fyrst og
fremst upp til okkum sjálvi, býarinnar børn, at gera av.
Frammanfyri
ójøvnu tornini á Mariukirkjuni er torgið, har fólk úr øllum mentanum savnast.
Fremst í tíðindunum
hetta vikuskiftið hevur ein ungur póllendingur verið. Hann hevur skotið frá
hond, fyrst alt húskið heima og síðan tilvildarlig fólk í Krakow.
Í kalendaranum síggi eg, at nú stundar til krystallnáttina. Í
týsk-føroysku orðabókini hjá Kára Davidsen stendur um dagin:
Kristallnacht
(sernavn) kv -, O krystallnáttin (náttin millum 9. og 10. nov. 1938 tá nasistar
og týskarar knústu rútar og synagogur hjá jødum); Kristallnacht wird auch
Reichskristallnacht und Reichspogromnacht genannt.
Comments