Skip to main content

Posts

Rínur tað við?

Mynd: Martin Sirkovsky Dimmalætting februar 2006: FILMUR OG ÁVIRKAN Almenna meiningin er, at filmur ávirkar okkum, so vit mugu hava vernd og verju, dag og dagliga. Eins og í ferðsluni eru fleiri, ið vilja fremja eina filmiska null-hugsjón, so einki blóðdryppandi, harðrent, siðspillandi, ella bara annarleiðis, kann vísast á okkara leið. - Men rakar filmur okkum so meint og djúpt, sum almenna meiningin vil vera við? Vit lata stórbrúkarar siga teirra meining um ein bannaðan film, eins og vit taka pulsin á teim filmum, sum standa í fremstu røð at fáa gull á Oscarveitsluni sunnudagin Oscar Night Birgir Kruse Sunnudagin verða árligu Oscarvirðislønirnar handaðar. Fremstur við átta tilnevningum er filmurin ”Brokeback Mountain”, um samkyndar kúrekar og honum á baki er ”Capote”, um samkynda rithøvundan við sama navnið og ”Transamerica” er um ein transvestitt á ferð tvørtur um America. Festa filmarnir ikki í moralsku krúttunnuna, so fer ”Paradise Now” at gera tað. Hann krevur frígering av Pales

Myndir, skornar í minnið

Viðtal, Dimmalætting februar 2006: Sætta listafólki at fáa trý ára starvsløn frá Mentanargrunni landsins er Karstin Olgar Lamhauge, ella bara Oggi, sum er úr Søldarfirði, har hann hevur grafiskan verkstað. - Verkætlanin, eg fari undir, eru myndir úr lívrunnum tilfari, sum verða settar upp við mánaðarbyrjan og tiknar niður og burturbeindar við mánaðarlok. Eg vil undirstrika niðurbrótingina í náttúruni, men samstundis goyma tær upplivingar, vit bera innan í okkum, sigur Oggi, sum fer at avmynda verkini og geva tey út í bók við teksti. Samrøða Birgir Kruse Handan gomlu handilsgluggarnar, beint omanfyri gomlu oljutangarnar í Søldarfirði, hevur Oggi Lamhauge grafiskan verkstað. Handilshillar og skuffur við mjøli í leysari vekt, eru skiftar út við pressur og litir, spartlar og rullur. Her prentar Oggi og roynir støðugt nýggja tøkni og nýtt tilfar. Á bróstinum hanga royndirnar og tala teirra egna, greiða mál. Hann hevur nógv um at vera, fagurfrøðiligi listamaðurin, sum er útbúgvin í Íslandi

Til ytstu skapandi mørk

Viðtal, Dimmalætting februar 2006: Tað var listin hjá Tróndi Paturssyni, ið elvdi til, at eg bleiv myndamaður, sigur Bárður Eklund. Eg dugi ikki at mála á lørift, men hansara royndir uttanlands góvu mær dirvi at leita upp míni ytstu skapandi mørk Samrøða Birgir Kruse Eklundnavnið kom til Føroya við langabbanum úr Svøríki, sigur Bárður, ið er myndablaðmaður við stórum virðislønum. Beint komin úr Missouri í USA, har hann í sjey mánaðir hevur verið gestalærari, er hann ávegis til Keypmanna-havnar, har hann arbeiðir free lance og selur myndir, ið hava nátt forsíðunum á BT, Berlingske Tidende, Weekend Avísini og Le Figaro. Í bløðunum havi eg varnast fleiri ungar menn, sum taka framúr góðar myndir. Hví er tað so? - Eitt boð kundi verið, at hóast Føroyar eru smáar, so er mentanarliga umhvørvið skapandi á øllum økjum, og so eru fleiri møguleikar at stilla út, sigur Bárður og slær fast, at sjálvandi liva ikki øll av listini, men bara tað, at áhugin fyri mentanini millum fólk er so stórur, og at

Málslig forðarenning?

Kanska eru føroysktlærarar meiri fokuseraðir upp á rættskriving, heldur enn eitt livandi mál. Tað eru nøkur fólk, sum duga væl at fáa tað føroyska skriftmálið at liva, men tey eru ikki nógv. Og so slettis ikki eg, sigur Dann Vinther, ið hevur valt enska málið í journalistiskum arbeiði Viðtal, Dimmalætting 6. januar 2006 Tá fólk hoyra orðið »plumbing«, flenna tey, tí tey halda ikki at tað ljóðar serliga glamorøst og stórbýarkent, sigur Dann Vinther og setur vinstra tummul undir høkuna, meðan ein hugsunarsamur fremstifingur strýkur aftur og fram eftir skeggstubbunum á høkuni.– Høvdu tey bara vitað hvussu nógv ídnaðarjournalistar blíva forkelaðir í Bretlandi, sigur varablaðstjórin á mánaðartíðarritinum »Heating and Plumbing Magazine«, í dagligari talu bara HPM, sum á tjúgunda ári í 34.000 eintøkum lýsir bretsku hitavinnuna.– Tá nýggjar vørur koma á marknaðin, bjóða framleiðslufeløgini journalistum at vitja verksmiðjurnar, ið oftast eru uttan fyri Bretland, sigur Dann, ið dámar væl at ferð

Í bolt og jarn

Viðtal, Dimmalætting januar 2006: Stendur tað til tingmannin Bill Justinussen, verður Ole Wich dømdur í bolt og jarn sum landasvíkjari. »Tað er okkara ábyrgd at tala at, tá fólkaræðið er undir trýsti,« sigur ákærdi listamaðurin, sum vil vera við, at besti listaskálin er upp undir skallanum, heldur enn yvir sofuni Samrøða Birgir Kruse, tekst Ole Wich, myndir www.wichgrafik.dk – Ole Wich hevur drigið spott og skomm yvir Landið og Merkið, sigur løgtingsmaðurin Bill Justinussen. Listamaðurin Ole Wich ber seg undan ákæruni og sigur, at eins og onnur listafólk brúkar hann fløgg og súmbol í listini og undirstrikar, at hetta er ein sjálvsagdur partur av talufrælsinum. – Tjóðskaparlig súmbol eru krevjandi at arbeiða við, tí tey kunnu gerast breggjandi og sjávinistisk. Eg arbeiði við samleika, og hann er trupul at staðfesta í einum avmarkaðum súmboli. Hetta er avbjóðingin, sigur Ole Wich og leggur afturat, at samleikin er so mikið samansettur, at tað er at gera seg inn á sjálvt hugtakið, um v

Bøkurnar og eg

Bókasíðan, Sosialurin 15. desember 2005: Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Saga Eysturoyar hjá Kristian Osvald Viderø. Lukkutíð hava fólk á Eiði ikki gingið so nógv við slatri, sum aðrastaðni, so har er avmarkað, hvat Viderø hevur fingið burturúr. Keypti bøkurnar hjá Viderø á útsølu herfyri. Hugtakandi univers, tað hjá Viderø. Glansbílætasamlarnar hjá Jóanesi Nielsen lesi eg eisini og so allar fakbøkurnar, sum Skúlabókagrunnurin arbeiðir við. Yrkingasøvn lesi eg javnan, og tað er neyvan dagur, eg ikki lesi eina yrking. Nýggja savnið hjá Heðini M. Klein lesi eg beint nú, og so vendi eg altíð aftur til Henrik Nordbrandt og Sálmabókina, har eg haldi Sámal A. Weihe vera serliga spennandi. Mær dámar væl sálmaskaldskap, og í so máta er norski Edvard Hoem eisini eitt gott boð. Hann eigur tekstin til ta fløguna, sum eg oftast man spæla, Den fattige Gud. Yvirhøvur brúki eg meiri tíð at spæla plátur og fløgur, heldur enn at lesa, tí rokk-lyrikkur liggur fremst fyri. Er tað onkur bók, tú minnist se

Millum trúboðarar og vampýrar

»Djevulskapurin hevur tvinnanda uppruna: Øðrumegin er tann fyrilagaði djevulskapurin, sum eingin mannavilji fær rátt og hinumegin tann djevulsskapurin, ið menniskjað við vilja og vali er atvoldin til.« Umstrýddi rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen letur úr hondum nýggja skaldsøgu, »Ó - Søgur um djevulskap«. Birgir Kruse hevur hitt Carl Jóhan Jensen til eitt prát um vekingarrørsluna, skaldskap, og ljóðið frá øksum, ið verða brýndar. Viðtal, Dimmalætting 11. november 2005: – Ja, tað sær ikki mætari út, sigur ein lítillátin Carl Jóhan Jensen, tá eg spyrji, um hann hevur sett føroyskt skaldskaparmet. Framman fyri honum liggja 800 síður í blóðdálkaðum skinni, bókin »Ó – Søgur um djevulskap«. Hin drúgvasta skaldsøgan á føroyskum.Rithøvundurin, sum er nærlagdur ummælari, pussar brillurnar og hyggur metandi at mær, tá eg sigi skaldsøga. Tekur tjúkku bókina upp í hondina, vigar henni eina løtu og ger so í nýtum orðum vart við, at bókin er ikki ein søga og als ikki ein skaldsøga, men ba

At búgva millum úlvar og lomb

Sunnumorgunin gekk leiðin sum vant til bakaran at keypa morgunbreyð. Men gakk, gøtan var stongd og avbyrgd. Blinkstrandi brandbilar hómaðust niðast í gøtuni. Komin nærri, sást tjúkkur roykur rulla út undan bylgjandi trøum, ið spretta hesa ársins tíð. Kimiligir brandmenn ganga inn og út og illbrýntir løgreglumenn skriva upp í bókina. Túnið flýtur í vatni. Húsini, ið daga fram millum ývnu trøini, eru úr gulum múrsteini, rúmlig og við fløtum taki. Í morgun hava tey sanniliga givið upp andan. Rútarnir sprongdir og brent er upp gjøgnum takið. Blankir bjálvingarlepar hanga speiandi úr takskegginum og leiftra í lotinum. Her stendst einki at bjarga. Alt farið upp í royk. Forvitnir grannar slota eina løtu, rista á høvdinum, stinga hendurnar djúpt í lumman og ganga ilskir framvið. Undrist yvir hesa hjartaleysu atferð, nú onkur hevur mist hús og heim ein sunnumorgun. “Tað ræður um at verða fyrstur” sigur ein skrámutur blaðmaður, ið unnist illa við dagsins ljós og enn verri við at skriva meðan fó