Skip to main content

Posts

Hvussu eru lærarar fyri at nýta talgilda tøkni?

Regin Ellingsgaard á básinum hjá FirstClass á Bett Show í London 2007 (Mynd: Birgir Kruse) Nýtt skúlaár er byrjað við nýggjum avbjóðingum fyri bæði næmingar og lærarar. Hvørt skúlaár er nýggj tøkni, ið krevur nýggjar førleikar. Nógv bendir á at Føroyar eru millum tey samfeløg, har flest teldur og talgild amboð eru í hvørjum húski, ið telja børn og ung í skúlalduri. - Hvussu møtir skúlin hesum veruleika? Føroya Skúlabókagrunnur hevur í sambandi við verkætlanina Snar viðgjørt gongdina frá prentaðu bókini til talgild skjøl, ið eru opin hjá øllum at brúka. Í hesum sambandi er leiðarin á KT-deplinum, Regin Ellingsgaard, biðin um eina støðumynd. Spurdur, um lærarar eru nóg væl fyri í kunningartøkni í fólkaskúlanum í dag, sigur Regin, at nakrir fáir eru nóg væl fyri. - Men flestu eru tað ikki, og tíverri eru summir eiðasørir, so eiðasørir, at eg ikki hevði mælt til, at teir fingu starv í einum nýmótans skúla. - Umráðandi er, at skúlanevnd, leiðsla og lærarar, hava eina ætlan um, hvussu teldu

Gud, ger meg ikki til ein beiskan mann!

Liner notes, fløguhúsi Jens Lisberg "Hope" (Tutl 2007): Hvør minnist ikki kvøðuljómarnar við støðugu ynskjunum at hoyra Eg sjólívið valdi, Heimlongsul til Tvøroyri og Oyggjalandi í sól? Sangir, ið sungu seg inn í føroysku sálina ein sunnudag, meðan bilurin varð vaskaður og mamma bakaði kaku í køkini og pabba var til skips. Soleiðis var lívið á bygd, og er tað ivaleyst enn. Hetta eru sangir, ið allýsa dagin og vegin. Bólkurin Sputnik átti allar slagararnar. Teir byrjaðu at spæla í 1975 og góvust endaliga í 1991. Jens Lisberg, ið var forsangari, helt áfram við ymsum tónleikarum. Ikki færri enn 80 sangir stava frá hesi tíðini, allir á kassettubandi. Teirra millum er slagarin Vilt tú meg elska. Í 1991 møttust Jens og Jákup Zachariassen. Orsøkin var útgavan One day at a time, sum var eitt kasettuband til frama fyri Skandinavisku Barnamissiónina. Síðani hesa útgávu hevur Jens nýtt navnið Jens og Vinmenn. Ein teirra er Jens Johannesen á Tvøroyri. ”Vit spældu til veitslur og dans. Me

En sej kulturarbejder fylder 50

Føðingardagsheilsan, Ole Wich Dimmalætting 20. juni 2007: Billedtekst: Den unge håbefulde Birgir fra Eiði under en lydoptagelse i den hjemlige å - Birgir som storsmilende formand for Filmsfelagið i den muntre tid, da vi færdes hjemmevant i filmbranchen. Her i filmoperatørrum i Sjónleikahúsið sammen med undertegnede, med Gary Cooper i baggrunden - Birgir under en fremlægning af Føroya Skúlabókagrunnurs undervisningsportalplaner - Ordekvilibristen Birgir under afprøvning af folkets talerstol foran Føroya Løgting Myndir: Bjarne Pettersen, Thomas Johannesen, Ole Wich Jeg er én gang oplevet at blive headhuntet. Engang midt i firserne blev jeg passet op af en bred og munter mand nede i midtbyen og blev opfordret til at at stille op til bestyrelsen i det daværende Filmsfelag. Det var Birgir Kruse. Han var ude og rekruttere til sin udvalgte officerskare, den gruppe, der under hans kommando de følgende år lancerede kvalitetsfilm for hungrende færøske filmfreaks. Birgir lagde linien, skabte og

Gakk ikki við tí, ið einki ger!

Føðingardagsheilsan í "Tres bien" Kristian Blak 60 ár (Tutl 2007): Við nývunnum koyrikorti og realprógvi av Oyrarbakka fór eg til Havnar í skrivstovulæru. Lærumeistari í Málingahandlinum úti við Landavegin var Áki, sum eisini hevði áhuga í tónleiki og tøkni. Á skrivstovuni hevði hann bundið ein Philips kasettuspælara til samtaluanleggið. Millum kasettubondini, ið kundu koyrast í eina slisku og renna runt, sum vóru vit á útróðuri, vóru The Shadows. Skjótt samdust vit báðir um, at hetta var tónleikur til fólkið. Hetta heita summarið í 1975 kendu øll í Málingahandlinum snøggu riffini hjá Hank B. Marvin. Hoydalar í stereo At venda pappírsrúgvum og skriva “bókað” annanhvønn dag gjørdist ov turrisligt. Ringdi niðan í Hoydalar og spurdi, um pláss var. Jú, har var pláss. Og mín sann um ikki Elin og Ásmundur vóru so beinasom at finna mær – og steroanlegginum – rúm á kostdeildini. Tá eg flutti úr tronga kamarinum hjá Gustavi á Sundi og niðan í høgu hallirnar í Hoydølum, var eg millum

62 Norður

Birgir Kruse, fjølmiðlaummælari, 62 Norður 8. mars 2007 Menn tingast og kvinnur keglast. Hørð tíðindi móti mjúkum virðum. Og skuldi tað hent, at vit ivast, so minna miðlarnir okkum á hesar høpisleysu pástandir. Men glottar eru. Dimma byrjaði mánaðin við eini framúr grein um 8. mars í nýskapandi kvinnuteignum Bloggan. Men samstundis skuffaði mannligi tíðindaleiðarin í Útvarpinum fleiri ferðir við skjødisleysum upplesturi, flutti ungdómshúsauppreisturin í Keypmannahavn í ein annan býling og navngav fiskimálaráðharran Kallsoy. Tað er líkasum ein onnur slekt. So respektleysum upplesara er óbehagiligt at lurta eftir. At ein hard core feministur, og ikki Carli, vann norðurlendsku bókmentavirðislønina, var ein skjótur vinkul hjá bæði Vikublaðnum og Portalinum. Gamaní lættkeypt, men spennandi, tá útlendsk tíðindi fáa ein heimligan vinkul og gerast okkara, hóast Carli í hesum føri var ein ikki-søga. ”15 minutes of fame” varð nevnt í SvF kjakinum mánakvøldið. Vendingina eigur Andy Warhol, ein mi

Fremstu samfeløgini hava bestu útbúgvingarnar

Fría skúlaorðið: Sosialurin 7. februar 2007: Birgir Kruse, ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni: Hvat fekst tú sum heild burtur úr orðaskiftinum ? Eg fekk nógv burturúr framløgunum hjá Andriasi Petersen, Heidi Petersen og Bill Justinussen. Greitt og visjonért. Tey høvdu ítøkiligar niðurstøður, ið bendu á, at flokkarnir høvdu viðgjørt málið væl og virðiliga. Eg hefti meg serliga við orðini hjá Andriasi, um at fremstu samfeløgini altíð eru tey, ið hava bestu útbúgvingarnar. Staðfesting hansara, at ”tað eru bara positivar samfelagskorrelatiónir til útbúgving” vóru helst bestu orðini, søgd á tingi. Heidi, ið var samd við Andriasi, viðgjørdi eisini móðurmálið sum meginnervalagið í læruverkinum. Eftir hetta var serliga gott at hoyra Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum viðmerkja, at í skúlanum skuldi føroyskt lærast ”væl og virðiliga”. Av áhoyraraplássunum stóð samgongan BCE eina løtu bjørt á nethinnuni. Hvussu metir tú útlitini vera fyri, at umstøðurnar í fólkaskúlanum fara at batna? Landstý

Føroyskar bøkur á Google

Árni Dahl, formaður í Skúlabókanevndini og Niels Petersen, ritstjóri í Føroya Skúlabókagrunni á heimsins stórstu bókamessu í Frankfurt. Á niðaru myndini er Jens Redmer, stjóri í Google Book Search (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur er vorðin "partnari" hjá Google Book Search. Tað merkir, at Grunnurin kann gera føroyskar bøkur atkomuligar hjá øllum, ið hava teldu og netsamband. - Eins og tá vit prenta, verður tó einki givið út og lagt fyri almenningin, innan rættindini eru í lagi og full semja er um ætlanina, men nú er møguleikin her og restin er upp til okkum, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Leingi hevur verið fílst á, at føroyskir næmingar finna ikki heimligt tilfar tá teir leita á Google og netinum yvirhøvur. - Mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, segði Árni Dahl, tá Jógvan á Lakjuni landstýrismaður hevð

International Book Fair Frankfurt

Birgir á máttuni í Frankfurt 2006, har India er heiðursgestur (Mynd: Niels Petersen) Á hvørjum ári er bókamessa í Frankfurt. Messan, sum er í oktober, er heimsins stórsta. Her hittast bókahandlarar, forløg, høvundar, teknarar og prentarar. Sum ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni stóð mær í boði at luttaka í 2006. Tað var nýtt og spennandi. Sum starvsfelagin Niels Petersen plagar at siga: "Var tað ikki fyri Frankfurt, so hevði mangan verið møðisligt at arbeitt við skúlabókum!" Rætt hevur hann. Bókamessan í Frankfurt er ein íblástur av teim sjáldsamu. Kanska serliga hjá smáum forløgum.