Skip to main content

Posts

Børnini í fokus

Á Tórsfagnaðinum vóru børnini í fokus. Andlitsmáling, krabbar, talv, tónleikur og evnini at raka seymin beint á høvdið. Og so fóru tey vaksnu børnini at ganga túr, halda fyrilestur, spæla hondbólt og brenna bál. Fyri Tórshavnar kommunu hevði Havnar Fimleikarfelag, sum eisini fyllir 100, skipað fyri øllum tí praktiska á Tórsfagnaðinum. Og væl hepnaðist. Veðrið varð til vildar, nakrir góðir sólarglottar, millum annað tá Ólavur Hátun stjórnaði Havnarkórinum. Turt allan dagin, hóast samandrigið og myrkt nakrar løtur. FAROE5 høvdu eitt framúr show, sama kann sigast um Stewies Loveranch, sum er nýggja navnið hjá Ragnar Finnson, Hóps og Ramon, beatboxara. Eisini Meyla, Rógvi Dam og fleiri undirhildu børnunum so tað var ein fragd at vera við. Fólk steymaði til og frá og lagið var gott. Kanska tí at einki kostaði. Her var einki stress. Mest sum einasta bíðirøðin, hon var við gestabókina undir Smiðjuni í Lítluvík, har Kári Svensson hevði eina frálíka framsýning við nýggjum tilfari úr Havn. Út

Longsti dagur byrjar

Soleiðis byrjaði longsti dagur í 2009. Eftir midnátt tók Meta myndirnar úr túninum í Tórsbyrgi. Spennandi at síggja litspælið tílíkar løtur. Ikki minst tá litirnir raka húsafasadurnar og fjallarøðirnar inni í Eysturoynni. Guddómliga sandkornið er fokið av lívsins dansigólvi og hevur sett seg í eygað. Bara eina løtu. Tí nú er longsti dagur, so fer aftur at myrkna.

Summarið komið

Úr køksvindeyganum sæst at kampingplássið yvir við Strond er fylt við útlendskum gestum So er summarið komið. Heilt nágreiniliga við Norrønu í nátt. Nakað seinkað kom hon á Havnina um midnáttarleitið og straks rullaðu húsvognarnir inn á kampingplássið yvir við Strond. Mánin skein so lystiliga yvir ein glitrandi kvirran Nólsoyarfjørð. Myndirnar omanfyri eru tiknar í morgunsólini úr køksvindeyganum heima á Tórsbyrgi í morgun. Í fjør avmyndaði eg somu rutu. Tá komu kampingvognarnir 18. juni og tveir dagar seinni vóru teir allir farnir til Íslands. Alt bendir á, at Føroyar eru ov keðiligar fyri fólk í húsvogni.

Mentanarnáttin 2009

Mikkjal á pallinum í Tjóðleikhúsinum mentanarnáttina 2009. Niðri undir síggjast teir í SIC saman við Jógvani Arge formanni í Mentamálanevnd Tórsavnar Býráðs og niðast saman við Mouldi Manai, sum bjóðaði teimum at grilla á terassuni eftir væleydnaða konsert (Myndir: Birgir Kruse) Á Tjóðpallinum í Mentanargøtuni setti SIC punktum fyri Mentanarnáttini í Havn 2009. Betri kundi tað neyvan verða. Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs beyð fólki vælkomnum til hesa sjáldsamu konsertina og teir fimm í SIC royndu at læra Jógvan heavy-rokk teknið við fingrunum. Aftaná eina bæði væleydnaða og vælvitjaða konsert á Tjóðpallinum, rullaði Mouldi Manai grillina fram á La Terasse í grannahúsunum. Úr skakandi bulduri og braki í gamla Meiarínum upplivdu vit terapeutiskan midnáttarhugna hjá Mouldi, har markisur og gassbluss skaptu hita í junikuldanum. Tann reina suðurlendska vælvera. Heilt frá túnabólti við skúlanæmingum og legendariskum old boys í Gamla Kommunuskúlagarði, súkkling fyri m

Súkklurnar fram!

Í undanbrekkuni fyrsta teinin, vóru førarasúkklurnar gular - e g sjávur og Hans Suni. Síðani síggjast Gunnar og Tróndur leggja lag á hjá súkklarum. Niðast eru flestu okkara avmyndaði í bilhøllini hjá Tekniska Skúla, har tey høvdu dekka upp við frukt og vatni. Ein praktfullur túrur, sum heilt vist verður endurtikin (Myndir: Birgir Kruse) Í góðum verðri í dag, nú mentanarnáttin er byrjað, vóru 50 fólk møtt á Hálsi í Havn. Øll við súkklu. Ørindini vóru at súkkla gjøgnum miðbýin. Tróndur Simonsen úr Súkkluhandlinum í Sundum í Kollafirði greiddi frá um súkklur og súkkluhald og nevndi, at tað ringasta fyri eina súkklu er ikki at verða brúkt. Gunnar Dahl Olsen legði lag á hvussu ein skal tryggja sær at bilførarar vita av okkum og hvussu vit kunnu súkkla trygt í býnum. So løgdu vit til stroks oman eftir R.C. Effersøes gøtu, Bøkjarabrekku, Dr. Jakosens gøtu, J.C. Svabos gøtu, Velbastaðvegnum og so inn í Smiðjugerði, har Arni Clementsen og tey á Tekniska Skúla tóku ímóti okkum við frukt og vatni

SIC gera klárt til stóra biltúrin

SIC á Tjóðpallinum í Tórsgøtu hóskvøldið Teir í SIC gera klárt til stóra biltúrin gjøgnum miðbýin í Havn. Frumframførslan, í ljóði og myndum, verður á Tjóðpallinum á midnátt Mentanarnáttina 2009. Tiltakið er alment og ókeypis. Dyrnar verða latnar upp kl. 23:45. Í skránni fyri tiltakið stendur hetta at lesa: Á miðnátt mentanarnáttina 5. juni 2009 fer bólkurin SIC at framføra eitt tónleikaverk, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt. Verkið tekur støði í einum filmaðum biltúri frá R.C. Effersøesgøtu, gjøgnum miðbýin og út á Velbastaðvegin, har kirkjugarðurin er. Tað er landsverkfrøðingurin, ið hevur filmað biltúrin í 1977. Tá tónleikaverkið verður frumframført á Tjóðpallinum verður filmurin sýndur aftirvið. Bílagda verkið hevur fingið heitið ’100 ár – 1000 sár’. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC og fær tá heitið ’Chained & Restrained’. - Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og Sic-asta lagið vit hava gjørt. Tit vildu h

Býarløg - ein framsýning í tíð og rúmi

Inger Smærup Sørensen, Anker Mortensen og Hansina Iversen í Mullers Pakkhúsi (Myndir: Birgir Kruse) Býarløg er ein framsýning í tíð og rúmi, har Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð sýna fram í Müllers Pakkhúsi. Mentanarnáttina 5. juni er Inger Smærup Sørensen kurator tá hesi trý listafólkini, við ymiskum arbeiðshátti og hvør sínum estetiskum sjónarhorni, leggja eitt felags rúm undir seg eina avmarkaða tíð. Eftir at Inger Smærup Sørensen hevur latið framsýningina upp, fer Oddfríður Marni Rasmussen at lesa yrkingar. Framsýningin Býarløg er opin fram til 18. juni 2009 kl 14:00-17:00. Inger Smærup Sørensen sigur um framsýningina: Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð leggja Müllerspakkhús undir seg og í 14 dagar fara teirra verk at knýta seg til rúmið fyri at kanna møguleikarnar fyri nýskaptum støðum, nýggjum fyribrigdum og nýggjum formum. Saman fara verkini í samrøðu við tað múrgyrda sosiala rúmið og býin uttanfyri gluggarnar, og tey skulu royna at svara spu

Hvør fær hendan?

Mentanarnáttina 2009 fær ein føroyskur politikari riddarakrossin frá 200. Tað er hann við áskriftini Stokkholmssyndromið, sum avmyndað omanfyri. Hondina eigur Uni Árting, sum eisini slær á trummu í 200. Limirnir í bólkinum hava fyrr sagt at tað er eitt sambandsfólk, ið fær krossin. Hini kunnu keypa hann. Í ár rakar mentanarnáttin grundlógardag, danska tjóðardagin. Tí er tað bæði forkunnugt og stuttligt at teir í 200 velja júst henda dag og hetta høvið at markera aktuellu fløguna og hugsjónina aftan fyri teirra arbeiði. Eg sigi bara tvey hundrað ferðir Viva, La Republica!