Merchant City í Glasgow, italsk tunga til døgurða, gamla hotellið St. Enoch, Gundur og Dávur spæla trombon heima hjá Dáva, Dávur og tveir aðrir trombonleikarar í lýsing hjá fronsku verksmiðjuni, Antoine Courtious, ið ger hornini (Myndir: Birgir Kruse og reklama) Í dag komu vit, Gundur og eg, til Glasgow. Í morgin skulu vit hitta tey, sum gera kort á forlagnum Harper Collins, ið eru heimsins fremstu á hesum øki. The world's leading mapmakers, sum tey siga. Henda frídagin hittu vit Dáva Juul Magnussen, sum á fimta ári lesur tónleik á Royal Scottish Academy of Music and Drama. Hann greiddi okkum frá um býin og ymsu økini, millum annað italska býarpartin, har vit ótu døgurða á The Italian Café. Seinni gingu vit gjøgnum miðbýin og - voilà - kendi eg meg aftur við hotellið, vit búðu á í 1995. Tá var framsíðan meira prangandi. Í dag er húsið herberg fyri heimleys, nevnt St. Enoch Hotel. Vegg um vegg, í sama blokki, býr Dávur í snøggari íbúð við útsýni til Clyde ánna. Dávur, sum í ...