Skip to main content

Posts

At verða skvisaður til vinstru

Colin Firth er George VI í filminum The King's Speech Hóskvøldið var eg til frumsýning í Havnar Bio, har tey sýndu Oscar virðislønta filmin The King’s Speech , sum fer innar í bretska kongshúsið og byggir á veruligar hendingar. Elizabeth II drotning, drotningamóðurin, segði í jólataluni í 1992 at árið hevði verið eitt annus horriblis , har pør fóru hvør til sítt og pressan lá eftir øllum. Og enn hevði Diana prinsessa av Wales fimm ár eftir at liva. Sigst, at drotningamóðurin skal hava forða fyri at henda søga bleiv til film og setti kongshúsið í enn verri ljós. Men so varð ikki. Filmurin bleiv til og bretska kongshúsið er helst komið styrkt úr støðuni. Tí søgan er góð og alment viðkomandi. Í filminum hoyra vit um eitt annus horriblis , sum fór fram handan læstar bretskar kongsdyr undan seinna verðaldarbardaga. George V doyr í 1936 og sonurin Edward VIII tekur við. Men hann sigur kongsheitið frá sær longu innan árið er úti, tí hann vil ganga í hjúnalag við Wallis Simpson, ið ve

Meðan vit bíða eftir Godot

Karina Toftegaard er gestaummælari og skrivar um, tá hon og vinkonan sóu 'Meðan vit bíða eftir Godot' í gjárkvøldið. Dagliga arbeiða vit saman á Skúlabókagrunninum (Myndir: Frá leikinum og Birgir Kruse) Ummæli Karina Toftegaard Eg og ein vinkona gjørdu av at fara til leikin, uttan at vita stórvegis um hann. Jú, hugtakið “at bíða eftir Godot” er ikki soleiðis at koma uttanum, men ikki stórt annað. Vit settu okkum væl til rættis, á fremstu røð. Vit bíðaðu ikki leingi, fyrr enn ljósið varð dempað, og salurin fyltist við ljómandi tónum. “Tíðin rennur sum streymur í á” dundi úr hátalaranum. Hetta vakra og vælkenda lagið. - Fyrsta ørindi. Vakra dreingjarøddin endaði við orðunum ”áraleysur at kalla” og so møttu vit Vladimir og Estragon á fyrsta sinni. Tveir sjarmerandi og - i den grad - menniskjaligir menn, sum stinkaðu av ávikavist tærnagassi og hvítleyki. Eg kundi ikki annað, enn elska teir beinanvegin. Leikarnir vóru sannførandi og hugvekjandi at lurta og hyggja at. Hans T

All this useless beauty - um tá miðlarnir og Miðflokkurin fingu áhuga fyri mentan

Jan Egil Kristiansen hevur avmyndað Saltsiloina á Drelnesi Mentamál hava stóran týdning hjá politikarum og vinnulívsfólki. Í fyrra førinum at breggja sær við, tá vissa er fyri, at hetta er ein útreiðslufrí taburett, og í seinna førinum tá myndlistin passar til innbúgvið á skrivstovuni. Í báðum førum er brúkta mentanarúrslitið ein vøra, a commodity, til persónliga emblematisering. Í vikuni hava allir miðlar borið formannin í nýmentaða Miðflokkinum, Jenis av Rana, á lógvum, nú hann í tinginum hevur uppfunnið eitt nýtt mentapolitiskt hugtak: eina bakaramappu. Kveikin og stigtakarin, handan miðpolitiska nýyrðið er Ólavur Rasmussen, sum hevur givið øllum flokkum, uttan nýmentaða flokkinum, eina bakaramappu, ið sum skilst skal lýsa ætlanina um eitt mentanarhús á Drelnesi, SALT. Undir sólini er einki nýtt. Hvørki politiskt ella mentanarligt. Hóast Hans Holm lærdi okkum um staðsetingar, lokaliseringsástøði, á Læraraskúlanum í 80’unum, er tað í størri mun ein filmur úr somu tíð, ið fa

Føroyar - Gibraltar

Atgongumerkjasølan er byrja í Gibraltar (Mynd: Elisabeth Kruse) Merkið sást á uppsløgum í Gibraltar í dag. Orsøkin er ein fótbóltsdystur millum Føroyar og Gibraltar, sum er lýstur at vera fríggjakvøldið 11. mars. FSF-heimasíðan boðar frá, at fyrst í mars fer føroyska A-landsliðið á venjingarlegu í Malaga í eina viku. Umframt nógvu tímarnar við venjing fer føroyska landsliðið eftir ætlan eisini at leika tríggjar dystir. Tveir av dystunum verða væntandi móti fótbóltsfeløgum, sum eisini eru á venjingarlegu, meðan seinasti dysturin verður móti landsliðnum hjá Gibraltar. 22 leikarar eru úttiknir til venjingarleguna, sum verður í døgunum 4.-12. mars. Tó at talan er um eitt sera ungt lið, har miðalaldurin er um 24 ár, er Øssur Dalbúð einasti leikarin, sum ikki hevur verið í landsliðshópinum áður. Tískil verður serliga áhugavert at síggja unga áleyparan, sum skeyt 13 mál fyri ÍF í fjør, royna seg á A-landsliðnum, Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar leikarar út til venjingar

Í sosialum miðlum eru vit øll eins, ella?

Summi siga tað er so líka til, men ilt er at finna rætta vegin í øllum teim sosialu miðlum, ið bjóða okkum limaskap, tá vit tendra telduna “Jump on the social media bandwagon!” segði ein við meg í London herfyri, har eg var millum vinnulívs- og skúlafólk at skoða framtíðar skúlastovuna. Ein sølumaður segði mær at Føroyar eru helst tað land í heiminum, har flestu samvirknu skúlatalvurnar eru. Einki annað land er so væl útgjørt. Áhugavert at fáa at vita. Serliga tá hugsað verður um innihald og aktualitet, ella tíðarbæri, sum talgilda orðabókin sigur. Tí gongd er í talgildu miðlunum og serliga teim sosialu, fyrst og fremst Facebook og YouTube. Satt at siga er hvør tann einasti íbundni føroyingur ein presumptiv sendistøð. Og um allan knøttin við. Onkur óttast at fara á Facebook og yvirhøvur at tendra telduna og leita á netinum. Eg eri av teirri sannføring at opnari og virknari tú ert á hesum ræsum, javnlíkari verður tú øllum øðrum. Bert heilt fá eru so avpartaði at tey ikki hava tørv á

Dimma tekur Google

Ovast í vinstra horni hevur ímyndin hjá Dimmu tikið Google, Wikipedia hevur tikið birk og Blogger hevur lagt seg á Kringvarpið, sum sæst á kliptu myndin av telduskerminum í morgun. Klikk á myndina og síggj nærri   Ein dreymayvirskrift, sum í morgun bleiv veruleiki, um ein sovorðin er til í talgilda tykisheimi: Dimma tekur Google. Ímyndin hjá Dimmu, klassiski stavurin D, legði seg í morgun á fánablaðið hjá Google, mín bloggur fekk frámerkið hjá Wikipenda og Kringvarpið fekk appilsinlittu ímyndina hjá Blogger. "Hetta er bara enn ein av mongu feilunum í Explorer," siga tøkningarnir. "Tak ein annan kaga niður ella stiga upp til níggjundu útgávu," siga teir. Varð bangin fyri at hetta var ein nýggjur telduvirus. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdist um ein virus, sum fekk telduna at senda brøv til tey, sum eftir bókstavaraðnum stóðu við síðuna av tí, tú ætlaði at senda til.

Brennivínsbørn

Myndirnar, ið eru úr filminum Submarino, sýna brøðurnar sum lukkuligar smádreingir, eina bróðurin á kamarinum í herberginum og niðast báðar brøðurnar saman Børn og brennivín eru tíðindi í hesum døgum. Júst hetta vandamál er evni í fyrsta filminum, Submarino , sum Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins vísir í Havnar Bio mikukvøldið 23. mars kl 19:30. Filmurin, ið hevur fingið virðisløn sum hin besti í Norðanlondum beint nú, byggir á skaldsøgu hjá Jonas T. Bengtson frá 2007.   41 ára gamli Thomas Vinterberg hevur gjørt filmin. Fyrsti filmur hansara var Festen , sum kom í 1998 og vann hópin av virðislønum. Nýggi filmurin Submarino er ein skakandi nútíðarsøga um tveir brøður, ið royna at koma til sættis við ein truplan uppvøkstur, har brennivín fór við øllum. Tá filmurin varð frumsýndur í Berlin skrivaði ummælarin Erik Jensen í Politiken , at ‘Submarino’ er eitt nemandi neyðarróp frá teimum, sum samfelagið hevur mist á gólvið. Undan filminum verður stuttfilmurin Bow eftir Rannvá

List í almenna rúminum

Janus Kamban gjørdi standmyndina av springandi dronginum, sum tekur seyð til Eysturskúlan í 1980. Nú er myndin komin til heiður og æru við skúladyrnar, har Tróndur Patursson og Sankta Brendan síggjast á vegginum (Myndir: Birgir Kruse) Drongur tekur seyð er heitið á dynamisku standmyndini hjá Janusi Kamban (1913-2009), sum higartil hevur staðið mest sum burturgoymd í einum króki, sum eingin visti av var til í Eysturskúlanum í Havn. Har hevur hon staðið síðani skúlin bleiv vígdur í 1980. Men nú er hon flutt fram til Tórgarðsgøtu, har nógv ferðsla er morgun og kvøld. Og ikki um at tala tá næmingar og lærarar í landsins størsta skúla koma og fara og Kvøldskúlin hevur framsýning. Eitt frálíkt tiltak, tí list skal síggjast og setast har, ið fólk eru. 29. apríl verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har júst listin í almenna rúminum er evnið. Umframt føroyingar, arkitektar og listafólk, verða útlendingar sum Lars Gemzøe og Morten Stræde við. Eysturskúlin varð vígdur í august 19