Skip to main content

Posts

Úr Murmansk í Bowlinghøllina

Vitaly Bubentsov úr Murmansk sýnir fram í Bowlinghøllini í dag. Á ovaru myndin motiv úr Murmansk og á niðaru myndini trý motiv úr Havn (Myndir: Birgir Kruse) Vitaly Bubentsov (f. 1944) er teknari, grafikari, málari og eisini høvundur úr Murmansk, heilt har norðuri í Russlandi. Fyri tveimum árum síðani møtti hann føroyingum á arktiskari ráðstevnu har í býnum. Nú sama ráðstevna er í Havn, fylgdi Vitaly við. Ein av føroyngunum, hann møtti fyri tveimum árum síðani, var Anni Kyster. Eftir trimum døgum í Havn hevur Anni skipa fyri framsýning í niðara enda av matstovuni í Bowlinghøllini á Hálsi. Frálíkt og fólksliga viðkomandi. Mær dámar væl at fólk sjálvi taka stig til egnar mentapallar og -karmar. Eisini tá Ólavur í Geil Guttesen skipar fyri mentanarkjaki í Filadelfia við Landavegin. Tess fleiri pallar mentanin fær, jú breiðari verður fatanin, undirtøkan og upplivingin av list og mentan. Russiski heiðurskonsulin, Árni Dam, var eisini til staðar í Bowlinghøllini. Vit skiftu orð um...

Ársins íslendski filmur í Havnar Bio

Havið gevur, havið tekur soleiðis stendur á plakatini fyri ársins film í Íslandi, ‘Brim’. Ikki ókend orð her heima.   Filmurin, ið er tikin umborð á línubáti, byggir á sjónleik eftir Jón Atla Jónasson, sum varð frumsýndur í Oyggjunum í 2004. Aktuelli filmurin ‘Brim’, sum hin javnaldrandi Árni Ólafur Ásgeirsson leikstjórnar, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 18. mai kl 19:30. Undir sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og handritahøvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum. Tað er Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, sum saman við íslendska aðalkonsulinum, Alberti Jónsson, ið skipar fyri filmsýningini. Atgongumerki fáast sum vant á netinum og við diskin í Havnar Bio undan sýning. Nýggi íslendski filmurin ‘Brim’ er síðsti filmur í várhálvuni hjá Klipp. Meir kann lesast um film her: http://zikzak.is/brim/ Tá ársins filmur, 'Brim', varð kosin í Íslandi 19. februar í ár, vóru eisini hesir filmar og filmsfólk kosin: ...

Bergtakandi farfuglar frá 68

Bláur bergtøkulutur bíðar á Bryggjuni (Myndir: Birgir Kruse) Summarið er byrjað, tá fremmandir bilar síggjast í gøtunum. Tað er sum farfuglar. Rulla í land av Norrønu, nema føroyska jørð eitt bil, og strúka síðan avstað aftur, mettaðir av føroyskum lendi. Hesin bilur, sum eg sá við farstøðina í morgun, er úr Nýfundlandi. Slagið er American Motors Ambassado r, helst frá 1968, giti eg. Hetta navnið í Rambler-røðini var til frá 1958 til 1974. Undir einum vórðu hesir bilar kallaðir Rambler, øll árini, teir rullaðu í Føroyum. Heilt síðani teir stóðu á rað eftir allari Jóannes Paturssonar gøtu í 60'unum havi eg verið bergtikin av teimum, Ramblerbilunum. Serliga hin svarti Classic 770 við reyðum leðurinntrekki, sum einu ferðina koyrdi kong. Men hesin er eisini hugtakandi. Ein DPL 290 við Typhoon 4.75 litur V8 motori. Linjur og krom sum fascinatiónsobjekt , ein bergtøkulutur. Jakku, skómakarin í Gøtu, hevði ofta ein Ambassador, sum var høvuðsnavnið hjá American Motors. Útstoytið...

Norðurlendsk bond

Finska Johanna Roto vitjaði í dag Nám at hoyra um nýggja føroyska atlasið. Fyri ellivu árum síðani var Johanna Nordjobbari á flakavirkinum á Kósini í Klaksvík í tveir mánaðir. Í dag er hon geografur hjá Nordregio í Stockholm, har hon starvast sum kortastjóri við ábyrgd fyri GIS og samskipan. Millum annað hevur hon savnað sámisk kort um beiti og kundi á klingandi norskum siga frá at ikki færri enn trý sámisk atlas eru gjørd. Johanna hevur gjørt kort yvir føroyska hvalaveiðu, sum hon sýnir fram á niðaru myndini omanfyri, og demografisk kort yvir búsetingar, kynsbýti og útbúgvingar í NORA-økinum, eisini við Norðpólinum sum miðdepli. Hesi seinnu kort eru brúkt í nýggju OECD frágreiðingini, sum NORA hevur bílagt og givið út. Kortini hjá Nordregio kunnu frítt brúkast í undirvísing. Johanna er í Føroyum í sambandi við eina norðurlendska fakstevnu.

Athena aftur upp í royk

Athena brennur við bryggju í Runavík (Myndir: Hanus Kruse) Eitt samdøgur eftir at eldur kom í Athenu, sum lá við bryggju í Runavík, rýkur enn úr skipinum. Eldur sæst á hekkuni og í rivum á dekkinum. Eftir at eldurin hevur herjað skipið í eitt samdøgur er brúgvin hokna og masturin á brúnni dottin niður Tað var stutt eftir midnátt at privatfólk á Facebook boðaðu frá um eld umborð á Athenu. Umframt myndir varð boðað frá um spreingingar og ógvusligan eld, fleiri metrar upp í loft. Seinni komu Vágaportalurin, Dimma og Portalurin við tíðindunum, meir og minni dagførd. Tá morgunsendingin hjá Kringvarpinum byrjaði frættu vit eisini tann vegin um álvarsligu hendingina, sum lættliga kundi skapt undantaksstøðu mitt í Føroyum. Helst er hetta fyrsta álvarsliga støðan síðani flogvanlukkuna í Mykinesi, at Kringvarpið kundi spent seg upp til orðingina í nýggju public service avtaluni um fráboðan til almenningin. Í grein 9 í galdandi public service sáttmála stendur: "Sum lýst í krin...

Lullabies from the Axis of Evil

Í dag fór eg í fløguhillina at finna Lullabies from The Axis of Evil . Ein útgáva frá Kirkelig Kulturverksted í 2004. Útgávan, sum legði seg í kjalarvørrin av orðum táverandi amerikanska forsetans, men byggir á gomlu hugsjónina um politiskar mótmyndir, hevur norska heitið Vuggeviser fra Ondskabens Akse. Orsøkin til at eg fór í fløguhillina var ikki hin avrættaði Osama bin Laden, men eitt ummæli, sum Kinna Poulsen  skrivar á Listablogginum í dag. Sum formaður í stuðulsfelagnum hjá Steinprenti, Steinbrá , fall tað mær fyri bróstið at hin góðsligi grafikarin Jan Andersson í bókini Sekel hjá Mikael Wivel verður lagdur undir at stjórna føroyska listastríðnum. Listasavn Føroya, har Steinprent áður helt til, hevur fíggjað og givið út bókina, ið telur útvið 500 blaðsíður og vendir sær til danska marknaðin. Í stóru bókini fáa vit sjáldsamt innlit í føroyska gerandisdegin. Vit fáa at vita at Kári Svensson og Bárður Jákupsson mála í hálva tíð og tá hin fyrri gevst at selja...

Nám, atlas og filmur

Í dag var nýggja navnið Nám avdúkað. Eftir drúgt innanhýsis kjak, vóru tað Sansir, ið fingu uppgávuna at skapa nýggja samleikan við øllum teim lutum, ið har hoyra til. Sum ein ábendandi brellbiti, varð hetta svart-hvíta og leikandi tekin lagt út fyri fimm mánaðum síðani: Allur samleikin, við litum og øllum, varð í dag lagdur fram fyri almenninginum á Hoyvíksvegi 72. Ætlanin er at øll tey 22 starvsfólkini, sum eru í gomlu stovnunum, skjótt skulu flyta á hesa adressu og arbeiða undir somu lon. Her eru øll starvsfólkini, tó ikki eg sjálvur og Wenche, sum vóru burturstødd, tá Finnur Justinussen og Per á Hædd tóku myndini á Tórsbreyt við Norðara Ringveg í Havn. Allir jakkarnir, reyðir og svartir, hava Nám-búmerki. Og omanfyri er tað sum andin sveimar yvir vøtnunum, ovast til høgru í myndini. Finnur Justinussen og Per á Hædd ljóssettu og tóku myndina í upptøkurúminum í Námi, har Karina stýrir knøttunum í kontrollrúminum og eg lesi í Neumann mikrofonina. Og so v...

Ljóð úr húsum

Hetta vikuskiftið hevur longu verið fjøltáttað. Fríggjadagin var arkitekta- og listatiltakið Millum Kongaminnið og kitsch í Norðurlandahúsinum. Seinni um dagin var fráfaringarsamkoma fyri Helga Fossadal í Listaskálanum og á sama staði legði Mikael Wivel fram bókina Sekel um føroyska myndlist í hundrað ár. At sodna allar hesar mentanarligu upplivingar rýmdi eg sjálvur fjórði til Klaksvíkar at eta vaflur og lata Havn vera Havn. Eina løtu í hvussu er. Men ein tanki bleiv við at spøkja. Ein tanki, sum eg ikki fekk bilbugt við fyrr enn langt um leingi. Meir um hann, henda illavorðna tanka, í endanum. Fríggjadagurin byrjaði við at Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, við vælvaldum orðum setti ráðstevnuna Millum Kongaminnið og kitsch í Noðurlandahúsinum. Síðani helt danski arkitekturin Lars Gemzøe ein hugvekjandi fyrilestur um rúm í miðbýnum kring allan knøttin, fyrst og fremst fyri fólk sum ganga og súkkla. Her var veruliga nakað at læra fyri miðbýin í H...