Tað er sum í einum Bunuel filmi, tá vit sunnudagin setast til borðs í matstovuni Basil um hornið á hotellinum, har vit búgva, mitt í San Francisco. Við næsta borð setast tvey pør, eitt bourgeoise franskt og eitt outlaw amerikanskt. Tey filma hvørt annað og kanska er tað ikki uttan orsøk. Undir pink parykki er franska kvinnan klødd í svørtum leðri, stuttum skjúrti og snørdum vesti við snøggum holum á bringuni, har tað sum kvinnur vanliga fjala, springur fram fyri alra manna eygu. Við middagsborðið í staði Sankta Frans í kirkjutíð. Vit eru so paff at eg gloymi at avmynda, hóast hon greitt poserar. Vit hava rent okkum í árliga tiltakið Folsom Street Fair, sum er oman eftir allari gøtuni, sunnan fyri Market Street, so langt eygað sær. - Are you sure you are ready for this? spyr vakturin við inngongdina, tá vit forvitnast. Helst eru tað bara vit, ið er ónormal í øllum býlinginum, tí vit eru sunnudagsklødd eftir teim forskriftum vit hava lært heimanífrá. - Ah, you’re G