Trýogtjúgundi desember, tollaksmessudagur, lítla jólaaftan og enn ein arbeiðsdagur. Áarføri og illfýsi, men eingin kavi. Bara ein dagur til jóla. Við morgunrutuni henda dag í 1972 fór eg við reyða fólkavogns-rugbreyðnum hjá Hans Edvard Joensen av Eiði og suður til Steymin eftir nýggju byrgingini, sum varð brúkt innan brúgvin kom, árið eftir. Fyrr vóru Sundaferjan og Reynir sambindingarliðir um Sundalagið. So varð skift í Streymoyarbussin hjá Zakariasi Zakariasen í Streymnesi, einum gulur Mercedes. Komin til Auto í Havn fór eg beint oman í Nýggja Bókhandil hjá Anfinni Zachariassen á Káta Horninum, Glade Hjørn, at keypa eina Royal 240 skrivimaskinu. Óskrivað í mong ár, stendur hon enn á loftinum millum tveir Beovox CX100 hátalarar og hoyrir hvørt orð. Ikki er altíð líka høgligt at koma aftur og fram tollaksmessudag. Hóast drúgvari enn flúgvitúrurin til Danmarkar, gekk tað sum smurt at koma aftur og fram sama dag fyri 39 árum síðani. Í gjár gekk ikki so væl á flogvøllinum, har eg s