Skip to main content

Posts

Døgurðatørn

So var aftur døgurðatørn á Lutzenstrøð. Helst fyri seinastu ferð á hesum stað. Afturvið kjøtfrikadellunum fekst eitt sindur av eksotiskum fruktum, sum sæst omanfyri. Í næsta mánað, kanska um grækarismessuleitið, flyta vit øll í Námi niðan á Hoyvíksveg 72. Tá verða gamla Landsmiðstøðin fyri Undirvísingarsamboð, Kt Depilin og Føroya Skúlabókagrunnur fyri fyrstu ferð savnað í einari lon.

Gávugóðs til Anton Petersen

Til lukku, Anton! Ímorgin verður almenn hátíðarløta í samband við, at gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður handað 27 ára gamla havnarmanninum Anton Petersen, ið nemur sær útbúgving innan film í Prag. Vanliga verður gávugóðsið handað á føðingardegi Thorvalds, sum var mikudagin. - Men tá hevði hann fylt hundrað, hevði hann livað. Tí verður nakað serligt gjørt burturúr í ár, sigur Grunnurin. Tiltakið verður í hølunum hjá Østrøm, søguligu fabrikkini á Skálatrøð, sum er hin elsti vinnubygningur í landinum og nú verður ein nýggjur mentadepil í Havn undir leiðslu av Poul Clementsen. Úr skránni fyri tiltakið í morgin sæst at fyrst bjóðar Sigurð í Jákupsstovu, rektari og formaður, vælkomin og so handar Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, sonevnda gávugóðsið til Anton Petersen. Eftir handanina fer Inger Smærup Sørensen, listafrøðingur, at hugleiða um avbjóðingarnar, ið listin hevur í dag. At enda fær Anton sjálvur høvið at bera fram brot úr sínum verkum. Anton Petersen te

Nógva veðrið í Føroyum

Norðmaðurin Erling Gudbrand Baasen hevur verið í Føroyum við einum løttum Leica kamera,  kleinfilmkamera , sum klassiska myndatólið upprunaliga kallaðist á týskum. Tað er heimasíðan hjá norska Leica sølubúðini, Bresson , sum í dag greiðir frá um ferðina í Føroyum . Baasen lesur foto í Avstralia og er har komin í samband við Jónfríð Eliasen , sum eisini lesur foto har í landinum. Um nýggjársleitið hevur hann verið í Føroyum og greiðir frá um ferðina í einum Leica bloggi í dag. Baasen er ikki bara hugtikin av skiftandi ljósinum hesa ársins tíð, men av tí nógva veðrinum: "When I arrived in the Faroe Islands, I quickly understood that it’s not so much what weather, but how much weather. It became a waiting game; trying to anticipate when the sun, for a brief moment, would break through the clouds, watching and waiting for waves to hit the shore or for the wind to calm. As nature worked its rhythm around me my senses were frantically trying to process and interpret all the dif

Nowhere Man mitt í Havn

Enska orðið graffiti verður í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum endirgivið sum "tekningar, rakstrarróp og ymist krutl á útveggi." Í Havn hevur ein ónevndur krutlari í mong ár hertikið almenna rúmið við skoynum og stavum, sum í almannaeygum geva lítla meining og heldur eru at meta sum herverk. Helst vóru fyrstu avrikini at síggja við gomlu Útvarpsdyrnar á Bryggjubakka, har krutlarin enn vendir aftur við rímum og torskildum illsinnisglepsum. Á summum veggum hevur húseigarin roynt at vaska krutlið burtur, men illa gongst at halda veggin reinan. Seinni er ónevnda krutlið flutt niðan í nýggju Útvarpshúsinum í Sortudíki og ikki minst til dyrnar í Norðurlandahúsinum dygst við. Oman eftur Hoydalsvegnum sæst krutluta farleiðin stinga seg upp í eygnahædd við grefligum stavum á gula vegginum í Askhams smiðju. Men ikki er alt bert herverk hjá ónevnda krutlaranum í Havn. Í summum førum, sum á kjallarahurðini í Mimi í Sjúrðargøtu, har bragdar. Har er ein ávísur stílur at hóma

Bládýpið í eygsjón

Nú verður nýumvælda bingjuinstallatiónin hjá Tróndi Patursson, Bládýpið, aftur at síggja. Tað var sjón fyri søgn í dag, tá eg hitti Trónd og sonin Brand, sum gjørdu klárt í søguligu bingjuni, sum nú stendur niðanfyri gamla endan á Listasavninum út móti Gundadalsvegnum. Úr bingjuni verður gjørd ein gongd, so gangast kann inni, millum lítla tilbygningin, sum higartil mest hevur verið goymsla, og Bládýpið . 24. februar skal alt standa liðugt. Sama dag klokkan 17 verður framsýningin Hinumegin Blátt , við verkum eftir Trónd, latin upp. Leygardagin 3. mars verður prát millum Trónd og stjóran í Listasavninum, Nils Ohrt. Framsýningin Hinumegin Blátt letur aftur 22. apríl. Mentanarnáttina 28. mai 2010 var avtala gjørd millum Listasavnið og listamannin, at savnið skuldi eiga Bládýpið eftir at tað var umvælt og sett við Listasavnið.

Blómur og kanónir

Umgyrdur av leinkjum var Tinghúsvøllurin í dag avtakin við hjartablómum. Tað vóru pedagogarnir í verkfalli, sum høvdu gróðursett litaðu hjørtuni eina løtu á middegi. Vakurt, sum tá amerikanskir studentar stungu blómur í byrsumunnarnar hjá tjóðarhirðini framman fyri Pentagon í 1967 og kinverskir studentar steðgaðu rullandi stríðsvognum á Himmalska Friðartorginum í 1989. Ikki var tað sørt at mær rann til hugs mjúkt revsandi sangin hjá C.V.Jørgensen um bumbumannin í S-toginum, sum í maktpolitiska spælinum droymur um blómur og kanónir: Sidder på en bombe i et S-tog & drømmer mig tilbage til dengang i de ligeglade tressere hvor blomster var symboler på de samme ting som bomber er idag Nú vænti eg ikki at pedagogarnir fara at kasta bumbur á Vaglinum, men blómur kunnu verða eins sterkar. Flower Power , sum tey søgdu í skugganum av Vjetnamkrígnum. Og ikki minst herðrópið Information Wants to be Free . Síðani er so mangt hent. Stættarsamfelagið við sterkum og veikum, býttum og

Sámiskur flaggdagur

Myndir: Birgir Kruse 2009 Í dag er sámiskur flaggdagur. Síðani 1992 eru sámar samdir um henda dagin. Men semja hevur ikki altíð verið um júst hetta flaggið. Í 80’unum tá sámiskir rithøvundar og bókavørðar vóru á ráðstevnu í Føroyum, seymaðu tey eitt nýtt tjóðarflagg. Marianna Debes Dahl, sum um hetta mundi var við í nevndini í Filmsfelagnum, vísti mær flaggið. Hetta var kollveltingarkrút. Flaggið var eins nýtt og hatta orðið – kollveltingarkrút. Síðani er so mangt hent. Sámar eru vorðnir samdir um hetta vakra bláa flaggið, ið sýnir sólina, sum er faðir at øllum og knýtir jørð og himmal í eina æviga ringrás. Ein annar flaggstubbi úr søguni hjá Filmsfelagnum var í 1987, tá vit vóru vertir fyri norðurlendskari filmsstevnu og Nils Gaup var heiðursgestur við filminum ‘Vegvísin’. Filmurin, sum varð í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn, bygdi á elligamla sámiska søgn. Tí var eitt full size sámiskt flagg bílagt úr Kautokeino. Flaggið kom, men vit sluppu ikki at brúka tað í Norðurland

Efteråt är allting för sent

Í dag tók eg í hondina á eini mammu, pápa og systkjum, sum høvdu mist ein son og bróður, Jón Gaasedal, sum 47 ára gamal druknaði í vanlukku í Filipsoyggjum fyri jól. Í verðini, sum vit kenna hana, er ikki størri sorg enn at jarða eitt barn. Og í kvøld endursendi sjónvarpið Tá lívið gerst ov tungt . Ein sending, har Heini í Skorini meistarliga og virðiliga lýsir trý fólk, sum sjálvi valdu at fara úr tíðini. Eins og Jón, sum andaðist fyri jól, kendi eg ein teirra, Gudmund Lindenskov Joensen. Fór í hillina og fann nakrar bøkur, sum hann, trúfastur sum altíð, sendi mær fyri fimtan árum síðani. Bøkur um filmsanalýsu og myndagreining, dagfestar 5/5 1997. Millum annað Wim Wenders, sum á Rævens Sorte Bibliotek sigur frá um Billedernes logik . Vit sótu í nevnd saman í Filmsfelagnum og kjakaðust nógv um film. Meðan eg blaði í bókunum frá Gudmundi, kom mær til hugs stuttsøguna hjá Stig Dagerman Att döda ett barn frá 1948. Tað er úr hesi filmisku stuttsøgu at orðini í yvirskriftini eru tiki