Skip to main content

Posts

Undirhaldsbyrðan

Tøgn kemur ikki á ting, tað er so vist og satt. Og heldur ikki á prædikustól. Um dagarnar upplivdu vit, at tingsins røðarapallur varð brúktur at niðurgerða átakið hjá Kringvarpinum og Rás2 at spæla føroyskt í eina viku, FMA . Meðan fólk deila á Facebook og grína í skelliláturi, tekur útspilta Kringvarpið tingsins skemt í so stórum álvara, at tað í sjálvum sær verður sett á skrá í morgunsendingini, ið er prime time sum einki annað í allari vikuni. Ein parlamentarisk útsøgn, ið samanber Kringvarpið og Rás2 við einsrættaðar propagandastøðir í einaræðislondum. Also, also, tað er vorðið sum undirhald av tingi til allar veljarar. Um onkur skuldi hildið, at tað bara eru aldrandi tingmenn, ið fáast við grovkornað skemt í almenna rúminum, so fara tey skeiv. Ja, so blóðskeiv. Tí eisini yngra liðið ber okkum javnan skemt, ella í hvussu er orð og talu, sum vit eins og í fyrra førinum so glaðbeint deila á Facebook og grína eftir í skelliláturi. Tað er ungi bíbliutýðarin úr Rituvík, sum í netbor

Grækarismessa

Í dag er grækarismessa, sum í orðabókini eisini er nevnd tjaldursdagur við frámerkininum sj , ið merkir sjáldsamt. Í ár eru tjøldrini  so sjáldsom á mínum leiðum, at hetta er einasta tjaldur, eg havi sæð í ár. Tað er í glas og rammu, er 27 ára gamalt, gjørt á Kubus teknistovu, SJ Repro og Einars Prenti í Havn á vári í 1987. Orsøkin var, at Filmsfelagið var í Norðurlandahúsinum og hevði norðurlendskar filmsdagar, har m.a. Katrin Ottarsdóttir vísti ein sjáldsama hugtakandi film um útisetan Regin Dahl. Regin Dahl átti orðini, Á grækarismessu , sum mín fyrrverandi starvsfelagi, Pauli í Sandagerði, gjørdi lag til í 1978 og gav út í satsi fyri blandað kór á forlagnum Akkuleya í 1996. Á titulblaðnum skrivar Pauli, at "tjaldrið ber boð um ljósari tíðir og at ársins fyrsta klipp lættir manga myrkurstyngda sál." Alt árið er várliga heftið til láns úr Námi. Gunnvør Poulsen, kórsangari og próvtøkufyrisitari í Mentamálaráðnum, heldur nótaheftinum. Eins og gula strikan á fl

Útferð í tí norrøna

Seinastu frídagar í hesum innvinningarárinum verða brúktir í marsmjørkanum í Keypmannahavn. Gjøgnum felagsskapin Hay4You  hava vit leigað eina íbúð við Forum og gamla Útvarpshúsið á Rosenørns allé á Frederiksberg. Her er ein yrkjari í grannalagnum, sum skrivar seg din ven teo P . Við skiftandi hepni setur hann fyndorð, aforismur, á steyrar og trø. Hesi knekkbrotnu hittinorð stóðu at lesa við dyrnar í morgun. Sum ektaðir føroyingar, leita vit fyrst eftir øðrum føroyingum, og hvør veit, um ikki ein framsýning eisini er í fremmanda staðnum við ektaðum  Færøkunst . Jú, tað eydnast lutvíst í Rundatorni, har norðurlendski listafólkafelagsskapurin Den Gyldne , sum hevur hildið saman í 22 ár, sýnir fram undir heitinum Den gyldne orgeltone i nordisk kunst . Í snøggu framsýningarskránni skrivar Inger Smærup Sørensen, sum hevur skipað framsýningina, at "Det er svært at tale om det særegne nordiske uden at inddrage eksotiske og romantiske forestillinger af tvivlsom karakt

Fríggjadagur var betri fyrr

Afturvið morgunkaffinum lá sum vant Fríggjadagssosialurin, prentaður dagin fyri. Fyrr var tað so, at ikki fyrr enn í fyrsta lagi eftir loknan arbeiðsdag og fylta innkeypskurv um fimmtíðina, tá tú sjaggaði pøstur til handilskassan, tástani dagaði Fríggjadagsdimman og Fríggjadagssosialurin í handilsbrúnni, klárur at konsumera. Ein av hvørjum í kurvina og so heim at lesa afturvið anganum av brúnari sós og rungandi Vikuskiftissending við  up tempo tónleiki. Tí nú var vikuskifti. Hóast tøknin gerst smidligari og lættligari tænir fleiri, er ikki soleiðis longur. Afturvið dagsins morgunkaffi lá sum sagt dagsins Sosialur, hann frá í gjár við ongari mentan, bara lýsingum og vinnusøgum. Kom í tankar um Útvarpssendingina Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Christiansborg í gjár. Soleiðis segði hann, ið tá læs skránna og so startaði sendingina. Sum miðlabrúkari fært tú onkuntíð ta fatan, at tað glíður í koblingini. Føroyski miðlapallurin hevur neyvan upplivað so stórar broyting

Matthew um atlas og stavrað

Mánakvøldið ringdi Matthew Workman úr Oregon at práta um føroyskar miðlar, nú Dimma ikki er longur. Kanska var ikki so nógv at siga um tað, uttan at føroysk pressa skrivar nógv um fótbólt, tí eftir einari løtu skifti prátið til atlas. Tað var so ikki eftir mínum vilja. Men hann vildi hoyra, hví vit eru so eym um staving, og hvat vit fáa burturúr at navngeva landgrunnin og allan heimin á føroyskum. Longu í kvøld hevur Matthew gjørt podcast nummar 205 , har vit fram eftir fummum tosa um atlas, og tað at seta navn á heimin, sæddan úr føroyskum sjónarhorni. Hann er ein knassi, Matthew. Tveyhundraðogfimm podcastsendingar um Føroyar og føroysk viðurskifti. Og í summar kemur hann aftur til Føroya. Her ber til at hoyra dagsins podcast .

Føroya land á Føroya veggi

Skúlablaðið í dag: Fyri fyrstu ferð er eitt Føroyakort til skúlabrúks teknað í Føroyum. Tað er Føroya Dátusavn, sum í sambandi við nýggja atlasið hevur ment kortið saman við Námi. Umframt at kortið verður á tólv blaðsíðum í atlasinum, fæst tað eisini til keyps sum uppslag at heingja á veggin. “Føroyakortið er vorðið til, tí tað hevur verið ein fullkomin samanrenning millum tey røttu fólkini ta røttu løtuna”, sigur Magnus Tausen, ið er stjóri í Námi. Úr gomlum døgum kann hugsast, at kort og landmálingar vóru seinastu vápn, ein tjóð læt frá sær. Kann vera, at hetta gamla sjónarmið er ein av orsøkunum til, at føroyska landkortið enn ikki er yvirtikið, hóast allar dátur eru tøkar í landinum. Her sæst Rói Højgaard, forritari í Føroya Dátusavni, sum hevur teknað Føroyakortið. “Nú kann skúlaverkið brúka nýggja Føroyakortið, sum við altjóða litum er bygt upp í 63 løgum og hevur eina rúgvu av upplýsingum”, sigur ein vælnøgdur Klæmint Weihe, sum er stjóri í Føroya Dátusavni. Hann

Ársins Miðlavirðisløn til tveir stuttfilmar

Hetta er Ársins Miðlavirðisløn 2014, sum felagsskapurin LGBT á fyrsta sinni letur. Móttakarin er Sakaris Fríði Stóra fyri filmarnar Summarnátt og Vetrarmorgun . Á ársfundi í Perluni í kvøld grundgav felagsskapurin LGBT soleiðis fyri at geva honum Ársins Miðlavirðisløn: Henda virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBT'arar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum. Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vón

Frøkun Julie í 125 ár!

Frøkun Julie er á løriftinum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl 19:30 og í Løkshøll fríggjakvøldið kl 19:30. Høvuðsleikarar í filminum eru Björn Bengtsson og Nadja Mirmiran, sum síggjast omanfyri. Triði persónur í leikinum, triðja hjól, er Sofi Ahlström Helleday, sum eisini sæst í KLIPP filminum Vi är bäst!  í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 26. mars og í Løkshøll hóskvøldið eftir. Helena Bergström, ið vit m.a. kenna sum Annika Bengtzon í filmaðu krimisøgunum hjá Lizu Marklund, er leikstjóri, nú KLIPP tendrar fyri kendasta klassikaranum hjá August Strindberg, Fröken Julie . Meistarliga tulkingin, sum við stutta heitinum Julie er spildurnýggj, er løgd til 1930'ini, men er annars beint eftir bókini, sum hóast 125 ár á baki, enn er aktuell og helst tíðarbær í ævigar tíðir! Niðafyri sæst Helena Bergström. Svenska sjónvarpið gjørdi nógv burtur úr, tá hesin nýggi filmurin hjá Helenu Bergström varð frumsýndur í Svøríki. Alf Sjöberg (1903-1980) gjørdi film úr sama leiki í