Limabræv frá Steinbrá: Góði felagslimur í Steinbrá. Á ólavsøku er Steinprent opið frá klokkan níggju á morgni til átta á kvøld. Báðar dagarnar, tað er ólavsøkuaftan 28. juli og ólavsøkudag 29. juli, er ólavsøkuframsýningin opin í Steinprenti á Skálatrøð frá kl. 09:00 – 20:00, har hesi listafólk sýna fram: Tóroddur Poulsen Tróndur Patursson Poul Janus Ipsen Fríða Matras Brekku Morten Skovmand John Kørner Torbjørn Olsen Marius Olsen Jonas Hvid Søndergaard Anker Mortensen PernilleKløvedal Helweg Prent, sum eru gjørd í Steinprenti, eru eisini við á ólavsøkuframsýningini, sum letur upp í Listasavninum ólavsøkuaftan 28. juli kl 15:00. Teirra millum eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Claus Carstensen, ið hava tulkað sangir av plátuni Vendetta hjá bólkinum 200 í gulum og svørtum, eins og upprunaligi húsin, so sum sæst omanfyri. Steinbrá er áhugafelag, ið stuðlar Steinprenti. Vit eru í løtuni 175 limir. Vit takka fyri tygara stuðul, men loyva okkum at min