Mortan Østerø, Sosialurin í dag: Birgir Kruse heldur, at tøkniliga menningin hevur darvað góðskuna á tíðindaflutinginum um allan heimin. At tað er vorðið lættari at framleiða tíðindi á øllum pallum, hevur elvt til størri mongd av vánaligum tíðindatilfari. Birgir Kruse, ritstjóri og PD í samskifti, stóð á odda fyri at gera eina bók um fjølmiðlar til føroyska skúlaverki í 2007. Í 1995 fekk hann norðurlendska journalistvirðisløn fyri mentanarsendingar í Útvarpinum. Birgir heldur, at tøknilig frambrot hava gjørt tíðindaflutninginum eina bjarnartænastu. - Aðalmálið hjá tøknini er at alt skal verða betri, skjótari og størri. Journalistiskt væntaðu vit tí øll, at nú fingu vit betri stundir at gera tilfar á øllum pallum, men so varð ikki, sigur Birgir. Sambært honum, so hava fortreytirnar lagað seg øðrvísi, tá ið tað kemur til tíðindaflutning. Við tøknini uppdaga redktionellir leiðarar, at færri fólk kunnu gera sama arbeiði. Fyri tíðindaflutningin merkir tað, at nógv færri fólk hava