Skip to main content

Posts

Tveir filmar í Løksbio sunnudagin

Biografurin Løksbio hevur longu havt nakrar sýningar í Løkshøll, m.a. The Islands and the Whales hjá Mike Day. Sunnudagin verða tvær sýningar í Løksbio . Bárður Højgaard, sum er mentanar- og ítróttarsamskipari í Runavíkar kommunu sigur, at við filmstiltakinum Løksbio , royna tey at vísa góðar nýggjar filmar í Løkshøll eftir sama mynstri sum Filmsfelagið. - Í Løksbio vísa vit filmar, sum ikki bara eru bumbur og action, og royna eisini at leggja okkum eftir øðrum filmum, enn bert teimum við enskari talu, sigur Bárður Højgaard. Komandi sunnudag 25. juni verða tveir filmar vístir í Løksbio . Fyrri filmurin verður klokkan 16. Tað er hin franski Læknin frá Chaussy.  Seinni filmurin verður vístur klokkan 20. Tað er hin ofta virðislønti íslendski coming-of-age-filmurin Hjartasteinn við enska heitinum Heartstone . Báðir filmar verða vístir við donskum undirteksti. Eftir hesar báðar sýningarnar sunnudagin fer biografurin Løksbio í summarferiu. Myndirnar omanfyri eru úr ís

Á beinkinum hjá EB

Antennan á loranstøðini á Eiði er enn eina tíð fremsta eyðkennið, tá tú hyggur niðan av gøtuni kring vatnið, beint heimanfyri EB húsið niðri á Møl, sum nú er kampingpláss. Í dag havi eg fyri fyrstu ferð upplivað at sita á beinkinum hjá EB. Tað var í skiftingarrúminum, og so í brús, eisini hjá EB. Hóast einfalt,  basic, er tað eksotiskt hjá hinum føroyska ferðandi. Hóast einfalt, er alt, ið kampisturin hevur fyri neyðini, her. Vatn, streymur og internet. Og eitt fiski- og hoppiborgsparadís hjá børnum í góðveðri. Nýrakaður kanst tú seta teg við búgvið borð á Mølini, har útsýnið av grøna vøllinum er av tí besta. Unn hevur borðreitt við fransbreyði, rullupylsu og kola, og afturvið eru Beatles, Brian Wilson og ein føðingardagsgáva frá abbasoninum. Besta byrjan av kampingplássinum niðri á Møl, er ein túrur um vatnið við iPhone. Og tó. Orkar tú og tímur tú at bera, so er eisini gott at hava eitt ordiligt kamera á hesum leiðum. Ein fjald fotoskrá á hesum bloggi er at bera

Det er DR sigur KvF!

Farin í friðsæla feriu, tendraði eg fyri morguntíðindunum. Tey vardu tríggjar minuttir, tíðindini. Í hesar morgunsælu tríggjar public service minuttir hoyrdi eg tvær ferðir um hendingar í London. Fyrst um ein bil, ið hevði rent á fólk, so ein doyði, og so um klædningin á brendu íbúðarhúsunum, har fleiri doyðu. Skakandi summarhendingar báðar, men skakandi var eisini, at í báðum førum kundi føroyski journalisturin ikki siga mær søgurnar úr London, uttan at nevna Danmarks Radio. Tvær ferðir í tríggjar minuttir og galdandi fyri 100% av kringvarpstíðindunum úr London. Sum eg skilji, so verða morguntíðindini úr útlondum uppfunnin og staðfest inni á DR redaktiónini. Og so lisin av einum ekspedienti á føroyskum. Hevur Kringvarpið eitt tíðindagentur, sum einsíðugt er bygt upp saman við DR? Er agenturið boðið út í almenna lisitatión, so NRK, RÚV og SVT eisini kundu havt bjóðað? Fyri ikki um at tala BBC Shetland og KNR? Ber ikki til at framleiða føroysk tíðindi úr allari verðini til føroyska l

Felagið á mentaferð í Klaksvík

Leygardagin skipaði Felagið hjá Amariel fyri ekskursión til Klaksvíkar. Dokumentaristur á ferðini var William, sum her avmyndar formannin saman við Einari Waag í móttøkuskálanum hjá Føroya Bjór. Ferðin, sum hevði staðbundið listarligt virksemi sum gróðrarbotn, byrjaði við leið 400 á Farstøðini í Havn, har vit kundu staðfesta, at listarliga virksemið á vegginum í Keikioskini stavar frá grannahandlinum Bob and Marilyn's. Meðan morgunin var gráur í Havn, er sólskinsdagur í Klaksvík. Sýnið er av tí fagrasta. Mitt fyri er íbúðarbygningurin hjá Osbjørn Jacobsen, sum Bústaðir byggja í fimm hæddum undir heitinum Biskupstorg . Her verða 30 íbúðir lidnar í vetur. Í stødd eru tær frá 40 til 110 fermetrar, sum kunnu leigast fyri 4500-8000 krónur um mánaðin. Her hendir so nógv í Klaksvík í dag, at mær kemur til hugs griksku oyggjayrkingina Tusinde master i regn hjá Williami Heinesen í Panorama med regnbue (1972), sum Carl Johan Jensen týddi til Mastra-skari í reg