Í kvøld var stak áhugaverd sending á DR2, Hængt ud på nettet , har Michael Jeppesen kannar atferð hjá ungum danskarum á netinum, tá tey skriva á Facebooksíðuni Offensimentum , har fleiri enn hundraðtúsund kunnu lesa og dáma. Helst er skrivingarlagið í byrjanini hugsað sum skemt, men eftir øllum at døma fer skemtið yvir gevind, verður happandi og niðrandi, grovari og grovari, sum so aftur skapar orðalagið og mongu viðmerkingarnar, har eingin vil standa aftanfyri ein annan í óflýggjaligheitum og óvandamáli. Tað er sum eitt skriðulop, ið fer at liva sítt egna teldulív á kamarinum hjá eltibløðruni, sum neyvan grunar nakað, tí hann ella hon ikki hevur lært atferð á netinum, har einki andlit sæst, uttan bara knappar og ein bláblinkstrandi skíggi. Henda sjokkerandi danska ungdómssending fekk meg at hugsa um ein stóran føroyskan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk Memes . Har halda tey skrivandi, sum eisini telja tilkomin fólk, at tað er stuttligt at seta navn á menn í Føroyum, sum í