Skip to main content

Posts

Eyðun áttati

Undir yvirskriftini Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini boðar forlagið Sprotin frá nýggjari bókaútgávu hóskvøldið, nú leikstjórin Eyðun Johannessen verður 80 ár leygardagin hin 28. apríl. Omanfyri havi eg avmyndað Eyðun í Reinsarínum fyrsta sunnudag í advent í fjør, dagin eftir at Carl Johan Jensen fylti 60, og sama forlag legði fram nýggjastu bókina  Sær, ein fuglabók av gloymsku . Tveir dagar undan føðingardegnum hjá Eyðuni, hóskvøldið tann 26. apríl kl 21, verður nýggja bókin, sum hevur fingið heitið Míni leikapetti , løgd fram í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ikki er ringt at gita, hvat fyrsta orðið er í kapitlinum Reyða húsið , sum kann lesast her . Giti nú. Livandi permuna eigur Tórbjørn Olsen. Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listal

Eg prenti, tí eri eg

- Eg prenti, tí eri eg, sigur fotografurin Bill Schwab á talgildu Facebook vangamyndini . I print, therefore I am . Í 2005 fór hann undir Northern Light Press and Worhshop í Emmet County har norðuri í Michigan. Umframt fotografiskum verkstovum skipa tey eisini fyri árligu framsýningini Photostock við prentaðari fotolist. Omanfyri havi eg fangað hann í Kirkjubø, sum á triðja sinni er partur í fotografiskari verkstovu í Føroyum í tíggju dagar. Tey brúka samgild, analog, myndatól við filmi at framkalla og hópin av filtrum. Men tey hava eisini talgilda útgerð, at lýsa dagin og vegin á netinum, so fleiri kunnu fylgja við fotografisku Føroyaferðini. Ovast á Facebookbreddanum hjá Bill í dag er Koltur, tikin við dronu yvir Norðradalsskarði. Hin myndin, har vegurin verður eitt við skýggini, er tikin við somu dronu móti Mjørkadali. Tey koyra í tveimum áttapersóna VW-bussum, sum tey hava leigað frá Unicar. Bill er sjálvur sjafførur í eina bussinum og fotografurin Kerik Kouklis  úr Pla

Sonning vinnari í Filmsfelagnum

Michael Haneke í Cannes (Foto: Georges Biard)  Í kvøld fer Filmsfelagið at vísa nýggjasta filmin Happy End hjá 76 ára gamla eysturríkska leikstjóranum Michael Haneke. Høgni Djurhuus, ið tvíheldur um, at júst Haneke er ein av teim stóru altjóða leikstjórunum, sum enn er frammi og virkin, ja kanska hin allar seinasti, fer at innleiða sýningina. Høgni Djurhus til Geytan (Foto: Birgir Kruse) Umframt størstu virðislønirnar, so sum Oscar, Golden Globe og Gyltu pálmarnar í Cannes, hevur Haneke fingið størstu donsku mentavirðislønina, ið er Sonning Virðislønin. Tá hann í 2014 fekk virðislønina, sum er ein millión krónur, byrjaði danski filmslektarin og rithøvundurin, Peter Schepelern (f.1945), heiðurstaluna soleiðis: Igennem mere end et årti har Michael Haneke fået status som en af den moderne filmkunsts hovedskikkelser, en nyskabende og kompromisløs auteur, der både drager og skræmmer sit publikum. Som næppe nogen anden nulevende østrigsk kunstner nyder han stor international

Unspoiled bygdarlív

Í Vágum tykist náttúra og umhvørvi ikki so spilt av ferðavinnu, hóast flogvøllur og nógvur trafikkur er her um leiðir. Omanafyri síggjast húsini, sum Búsetur byggir í Bø. Eins og bygdin er alt í pakt við nátturu, umhvørvið og tað siðvenju, sum vit vanliga tengja afturat føroyskari húsabygging. Ert tú varin og tryggur við bilin, kanst tú eisini ger ein avstingara frá landsvegnum til Gásadals oman á Traðarveg og vóna, at tú ikki møtir einum bili. Tað gera vit heldur ikki. Men hinumegin hegnið, sum er fram við vegnum, sært tú fleiri lomb, ið longu eru komin væl fyri seg. Umframt tey vanligu einslittu, er eitt so sprelskt fótsvart, sum spælir handan hegnið í sólini. So kemur hann, Airbussurin hjá Atlantsflogi, inn eftir Sørvágsfirði. Vit síggja beint undir búkin á honum, meðan hann ger klárt at seta seg á lutfalsliga stóra flogvøllin, sum tú neyvan varnast í landslagnum, tá koyrt verður fram við Vatninum. Tað er ein rár útsikt í landinum, har so stórt virksemi er. Ei