Hamlet-myndin omanfyri eru úr nýggja filmin hjá Almodóvar, Pína og Heiður, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 11. september. Men longu 4. september byrjar Filmsfelagið hin virknasta veturin nakrantíð við hesum tiltikna fótbóltsspælara: Dagin fyri landsdystin móti Svøríki á Tórsvølli, fer Suni Merkistein at innleiða sýningina við nýggja filminum um Maradona. Sýningin er mikudagin 4. september, sum eisini er dagin fyri almennu frumsýningina á okkara leiðum. Leikstjórin, Asif Kapadia, er hin sami, sum gjørdi virðislønta filmin um Amy, sum varð sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum í september í 2015, og um rasarakoyraran Senna. Rebellur, hetja, svindlari og gudur stendur á plakatini fyri nýggja heimildarfilmin um Maradona, sum byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum aldri er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á kenda fótbóltsspælaran, men í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin valt at siga søguna um fortíðina hjá ar...