Amerikanska forsetavalið er ein veitsla um allan vesturheimin. Á arbeiðsplássinum ótu vit herfyri eina lagkøku afturvið einum fyrilestri um amerikansku valskipanina, har eg skar mær eyguni út av Trump at eta, sum eitt illavorið omen og varsil um óeydnu, hansara vegna, til valið. Eyguni á Trump. Carsten Jensen, sum eg plagdi at lesa í Alt For Dameren í 70'unum, skrivaði á Facebook í morgun, at hetta er ikki bara týdningarmesta valið í søguni, men at sjálvur dagurin, dagurin í dag, er hin týdningarmesti í lívinum: "Donald Trump er den store ukendte faktor i den horror-film, som verdenshistorien brat har forvandlet sig til. Vi er låst inde i biografen, og udgangene er spærret". Hinvegin sendi ein amerikanskur vinur í Michigan, sum herfyri var í Bø og restini av Føroyum og fotograferaði við dronu og alskyns tólum, mynd av einum valseðili, sum hann hevði fylt út og sent til valstaðið, har hann er skrivaður í manntal. Viðmerkingin hjá honum til postaðu myndina er: "Another