Skip to main content

Posts

Føroyar eru vakrar í húsbili

Ja, hvussu kallast ein camper á føroyskum, tá neyðugt er at gera vart við, at tað ikki er ein kampingvognur, sum verður sleipaður aftaná einum øðrum bili, men ein sjálvstøðugur bilur við nummarplátu, setrum og motori? Eitur tað húsbilur, kampingbussur, kampari ella okkurt heilt annað? Føroysku orðabøkurnar hava nógv boð, nú vit møtast á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Har havi eg møtt Arlette og Norbert, sum eru úr Sveis, haðani tey hava koyrt upp gjøgnum Evropa, siglt við Norrønu og steðga nú her í fjúrtan dagar. Her er altso í øllum Føroyum.  - Akkurát her var fult, tá vit komu, so vit fóru til Vestmanna, sigur Norbert. Eg spyrji, hvussu tað var at sova í illveðrinum í Havn fyrranáttina, tá tað stóð um húsbrot í grannalagnum.  - Tað var fínasta slag, siga tey bæði væl nøgd við morgunmatarborðið í kompakta bilinum. Einki feyk ella brotnaði. Einasta var, at tá vindurin stóð beint á síðuna, spríkti regnið inn í teltdúkin á takteltinum, so vit ikki kundu sova. Men tað ordnaði

Floksmannadagur

Tað var dagur í viku, ja útoyggjadagur í ári, tá Símun Gullaksen skipaði fyri árliga Floksmannadegnum í Hattarvík í gjár.  Hugvekjandi átakið sprettur úr sjónvarpssendingunum hjá Gutta Winther, Spískamarið , í 2012, sum eg tá ummældi, og gav besta skoðsmál, ikki bara fyri matgerð, men fyri tankan at ferðast oyggj úr oyggj, siga og hoyra søgur, so tær smitta, og royna tað besta til matna saman við fólki á staðnum. Nýskapandi sjónvarpssendingarnar, sum eisini vórðu vístar í øðrum londum, hava síðan elvt til framhaldandi samstarvið millum Gutta og Símun undir heitinum Floksmannadagar . Í ár vóru 70 fólk við úti í oynni, har 30 hjálparfólk gingu til handa. Andras Sólstein varð fakligur akkersmaður og greiddi bæði djúpt og stuttligani frá um føroyska matmentan í søguligum ljósi, og søgur og sagnir hagani úr oyggjunum, fyrst og fremst um Floksmennirnar, sjálvandi, men eisini um Skarðsmenn, ið tóku til at mana tey deyðu upp úr kirkjugarðinum í Kunoy, so heimaringurin kundi gerast nóg stórur,