Ja, hvussu kallast ein camper á føroyskum, tá neyðugt er at gera vart við, at tað ikki er ein kampingvognur, sum verður sleipaður aftaná einum øðrum bili, men ein sjálvstøðugur bilur við nummarplátu, setrum og motori? Eitur tað húsbilur, kampingbussur, kampari ella okkurt heilt annað? Føroysku orðabøkurnar hava nógv boð, nú vit møtast á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Har havi eg møtt Arlette og Norbert, sum eru úr Sveis, haðani tey hava koyrt upp gjøgnum Evropa, siglt við Norrønu og steðga nú her í fjúrtan dagar. Her er altso í øllum Føroyum. - Akkurát her var fult, tá vit komu, so vit fóru til Vestmanna, sigur Norbert. Eg spyrji, hvussu tað var at sova í illveðrinum í Havn fyrranáttina, tá tað stóð um húsbrot í grannalagnum. - Tað var fínasta slag, siga tey bæði væl nøgd við morgunmatarborðið í kompakta bilinum. Einki feyk ella brotnaði. Einasta var, at tá vindurin stóð beint á síðuna, spríkti regnið inn í teltdúkin á takteltinum, so vit ikki kundu sova. Men tað ordnaði