Skip to main content

Posts

Suðuroyggin fingið biograf

Í samstarvi við Filmsfelagið er Saltbio farið undir regluligar sýningar mikukvøld og hóskvøld. Fyrsti filmur var Cannesvinnarin hjá Ruben Östlund Triangle of Sadness , sum varð vístur í Saltbio í gjárkvøldið.  Bæði mynd og ljóð eru framúr, og góður møguleiki er at seta seg til borðs í forhøllini. Júst hesin partur, sum definerar nútíðarbiograf, ber ikki til í høvuðsstaðnum.  Í Saltbio fegnaðust fólk um, at Suðuroyggin aftur hevur fingið biograf.  Innan sjónvarpið gjørdi innrás, vóru fólk kring landið serstakliga íðin at ganga í biograf, og gott úrval var av filmi bæði í Vági og á Tvøroyri, har biografar vóru. Búmerki fyri Saltbio varð kunngjørt og Grand opening, tey rópa, var hóskvøldið í farnu viku, tá Geytavinnarin hjá Eir í Ólavsstovu Sálarkvøl og hugvekjandi stuttfilmurin Tokskinnarin hjá Terja Mohr vórðu sýndir.  Lív og Tróndur sungu á pallinum, boðin varð ein góður biti uppiá og greitt varð frá um búmerkið, sum tekur støði í ímyndini av Chaplin. Eisini varð greitt frá, hvussu F

Filmurin Dýrið fær virðislønina

Norðurlandaráðið kunngerð úr Finnlandi í kvøld, at íslendski filmurin "Dýrið", sum hevur altjóða heitið "Lamb", fær stóru filmsvirðislønina í ár. Virðislønin er 300.000 krónur. Filmsleikstjórin Valdimar Jóhansson, sum sæst til høgru, var útlendskur gestadómari í Geytadómsnevndini í farnu viku. Filmsfelagið vísti filmin "Dýrið" í Havnar Bio í januar í ár. Á myndini síggjast Valdimar og konan, Hrönn Kristinsdóttir, sum eisini er framleiðari. Millum tey er formaðurin í Filmsfelagnum. Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum máli úr Helsingfors í kvøld: "In a unique and darkly menacing fashion, LAMB combines Iceland‘s tradition of pastoral cinema and the literary heritage of the folk tale. Working within these parameters, the director adds a rich layer of religious symbolism and aspects of the kammerspiel to create a unique tale of wonder, loss and horror. As certain aspects of the narrative unfold, the film presents a world where human definitions and desires

Gott nýtt frá Netflix av vestara hermóti

  Tað er ikki bara í bóndans garði at tað góða heystið sæst aftur. Íslendska Björk og norsku a-ha eru aftur frammi við nýggjum sangum, ið kanska eru teir bestu nakrantíð. Og so er tað Netflix. Erich Maria Remarque (1898-1970) skrivaði í 1929 skaldsøguna Im Westen nichts Neues um týsku krígsførsluna undir tí veraldarbardaga, sum okkara tíð hevur kallað hin fyrsta. Heitið er síðan blivið ein ímynd av støðuni, tá einki hendir. Alt er steðgað upp í stagnatión. Kanska eisini tí, at tíðindaflutningurin ikki megnar at siga almenninginum frá støðuni á hermótinum. Tí hvussu sigur tú frá um meiningsloysi, tá søgurnar skulu selja og kempa seg fram á ovasta bredda? Tað eg veit, er hetta triðja filmaða útgávan av klassisku søguni um krígsins meiningsloysi. Longu í 1930, tá Hollywood var ein filmisk stórborg, gjørdi Lewis Milestone (1895-1980) eina enska versión av søguni, sum vann tvær Oscarvirðislønir. Milestone, ið gjørdist ein meistari á filmi, var russiskur tilflytari, Leib Milstein, føddur í

The Good Nurse

Netflix er komið aftur á beint og í dag varð The Good Nurse frumsýnd. Ein sosialrealistisk krimisøga um Charles Cullen (Eddie Redmayne), sum í 16 ár var sjúkrasystir á fleiri amerikanskum sjúkrahúsum, har lítið múgvandi fólk vóru so óheppin at enda, og mest sum eingin trygging, eftirlit og rættarskipan rakk. Bara handil við óvardum sjúklingum, sum koma inn og fara út. Cullen fær náttarvaktir saman við sjúkrasystrini Jessica Chastain, sum er hin stjørnan, ið ber filmin sum veruliga Amy Loughren, ið gevur søguni navn. Longu í byrjanini síggja vit Cullen á stovuni, har ein sjúklingur er deyður, og hvussu tyngdur hann er, men hann er eisini ein ábyrgdarfullur samstarvsfelagi, ið eydnast at knýta seg til Loughren, sum er einsamøll við tveimum døtrum og hartil hjartasjúk, sum bara manglar fýra mánaðir at fáa tryggingina at rinda fyri dýru skurðviðgerðina. Blídliga lovar hann at hjálpa henni hetta trupla skeiðið, og so er fiktiónskarmurin lagdur um dokumentaristisku drápssøguna á friðarligu

Nýbrot í primetime

Meðan vit steðga vetrarsigling til Íslands og koyring um Eiðisskarð, tí nú verður afturfall í Føroyum, er Bretland so framsøkið, at tað tekur til sín yngsta og fyrsta hindipraktiserandi forsætisráðharra, sum ikki er hvítur, indiskt ættaða Sunak.  Samstundis vísir heimliga Kringvarpið fyrstu homoseksuellu samlegu í bestu føroysku sjónvarpstíð, fyrst leygarkvøld og so aftur sunnukvøld, meðan hinduistar halda diwali at fagna ljósinum.  Her er einki at taka feil av.  Ljósið er tendrað og tingini verða víst og sett beint fram, akkurát sum tey eru. Einki fjalt, einki mótmæli, eingin ávaring, bara ein varislig orðing frá Geytavertinum, sum ikki ætlaði sær at fylgja viktoriansku ráðunum frá eini farnari tíð, tá India var prangandi gimsteinurin í bretsku heiðurskrúnuni. Tað eru byltingar- og broytingartíðir, vit liva í. Ein still kollvelting. Partur av tankanum hjá fallerandi Bretlandi er helst at fáa aftur hugasambond til India, sum er skjótast vaksandi fólk í heiminum, so asiatiska kappingin

Til lukku, Eir!

Eir í Ólavsstovu vann bæði Geytan hjá Runavíkar kommunu og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri heimildarfilmin Sálarkvøl , ið lýsir Elin Josefinu Smith í sjeyogtjúgu minuttir. Filmurin hevur verið vístur í Kringvarpinum fyrr, men Hugmynd hevur klipt filmin av nýggjum og strammað hann upp, so hann er innanfyri hálva tíman, sum er tíðarmarkið, ið Geytin ásetur.  Til lukku, Eir, og til lukku allir filmshugaðir føroyingar við Geytanum, sum nú fór um fyrsta tíggjuárahvarvið.  Haldi hetta er fyrstu ferð, at ein filmur í Geytakappingini hevur verið vístur í Kringvarpinum áðrenn sjálvt tiltakið, sum altíð hevur verið fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum. Men ikki í ár. Alt hevur sína tíð. Eisini Geytin, sum hann higartil hevur verið.   Kringvarpið hevur nú valt at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at bjóða einum av luttakarunum í endaumfarinum tveir tímar í studio um morgunin.  Samstundis sum vit hátíðarhalda hundraðára skeiðið hjá BBC, smakkar tað mær illa, at Kringvarpið han

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk

Fokking feyk

Einaferð rendi eg meg í ungar dreingir og gentur, sum seinasta ár í fólkaskúlanum høvdu stóra fragd at dyrka Alex Jones og øll hansara útfarandi avrik, serliga í filmaðari talu beint úr egnari sendistovu, Infowars hjá Free Speech Systems. Sum tá NRK filmar vakthavandi morgunjournalistin, ið lesur tíðindi.  Tað er nakað fasinerandi við ikki bara at hoyra, men eisini at síggja upplesaran, antin hann er siðiliga avmáldur sum Birger Kolsrud Jåsund hjá NRK, ella ein púra ótamdur fuglur og eitt tómt kar av hemningsleysari øði, sum Alex Jones.  Visti einki um amerikanska konspiratiónsteoretikaran, men varð infatuated av, hvussu hugtikin hesi ungu við Føroya skúla innan í sær vóru uppøst av tíðindamanninum, ið hevði so stóra trongd at fáa heimin á tal. Bara á tal. Ein forsjón av at the medium is the message . Traðrirnir gingu beint heim til okkara egna samfelag til føroyskar politikarar, lærarar, prædikufólk, abortmótstandarar, antivaxarar og virkin mentafólk beint nú og eina hálva øld aftur