Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin. Tað upplýsir Filmshúsið. Filmurin, sum skal takast upp i Suðuroynni í vár, hevur altjóða heitið THE LAST PARADISE ON EARTH. Filmurin fylgir Kára, sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni. Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag, ið setur alsamt hægri krøv. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan m