Skip to main content

Posts

Heartist í Føroya einasta biografi

Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio mikukvøldið, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum "Heartist".  Filmurin, sum varir ein tíma, lýsir listakvinnuna á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir.  Tað var útselt í Havnar Bio, sum í dag er einasti biografur í landinum. Havnar Bio sýnir filmin aftur í dag, í morgin og ovurmorgin. Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, sum í fýra ár hava leikstjórnað filmin, sum Rógvi Rasmussen hevur fotograferað og felagið hjá Jón Hammer, KYK Myndir, hevur framleitt.  Á niðastu myndini síggjast øll tey, sum vístu filmin fyri innbodnum í Kolshøll í skúlanum á Eiði hin 11. mars. Undan sýningini innleiddi Ole Wich frá Filmsfelagnum við hesi heilsan til høvuðspersónin, Sigrun:  Jeg har kendt Sigrun i en årrække. Blandt andet gennem arbejdet i Føroysk Myndlistafólk, mens jeg var formand, hvor hun sad som vores repræsentant i Listasavn Føroyas bestyre

Nýggj kokkaútbúgving á Tekniska skúla

- Hetta er spennandi, og umstøðurnar eru góðar, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari á Matvørudeildini, sum er avmyndaður í køkinum á Tekniska skúlanum, ið er bygdur til endamálið. - Nýggja kokkaútbúgvingin varð kunngjørd fríggjadagin í næstsíðstu viku, sigur Andras, og vísur spentur til Kunngerðarblaðið .   - Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, saman við umboðum frá vinnuni, matstovunum og hotellunum, Yrkisdeplinum og so framvegis, og nú er so komið hartil, at kunngerðin er lýst. Fer tíðarætlanin at halda, so fáa vit tann fyrsta fult føroyskt útlærda kokkin í 2025, sigur Andras vælnøgdur, og fer at greiða frá um innihaldið í nýggju føroysku kokkaútbúgvingini, sum varir 3 ár og 9 mánaðir. - Útbúgvingin er skipað á sama hátt sum tann danska, bæði í innihaldi og longd, soleiðis, at um ein næmingur hevur tikið okkurt av skúlaskeiðnum í útbúgvingini í Danmark, so kann hann saktans taka restina í Føroyum, ella umvent. Men hjá okkum er ein nýggj lærugrein komin afturat, sum eitur føro

Tá Soutine setir á borðið

Við støði í ekspressionistiskt kjøtiliga myndastílinum hjá franska Chaïm Soutine (1893-1943) hevur klóka myndaforritið á telduni fingið til uppgávu at lýsa fine dining í Føroyum. Úrslitið sæst omanfyri. Nú listinlærdi kjattbotturin chatGPT , sum við sjeymílaferð førir seg fram við meir og minni klókum teksti, er blivin kendur um allan heim sum hin nýggi HAL9000, vit sóu í framtíðarfilminum frá 1968 um rúmdarferðina í 2001, tað er líkasum vitlíki í núlidnari tíð, er javnlíkin í myndum, AI image creator og generator , komin á marknaðin við leitimaskinuni Bing hjá Microsoft.  Tá tú altíð hevur brúkt Google Chrom, heilt aftur til Internet Explorer og undan honum Netscape, fært tú ein so stóran bundinskap í grafikki og leitihistorikki, at tú illa fært teg at hálsa um til nakað heilt annað, so sum Bing, ið eg fái ilt í fingrarnar av, tá eg av misgávum villi meg inn har. Tað geri eg altíð, tá eg raki við kagan Edge, sum allir almennir stovnar tykjast krøkja í. So er spurningurin, um Google e

Fremsti varði yvir klippfiskatíðina

Kokkur á Fiskastykkinum og Úti á Gjógv í Sandavági er Sonni Zachariassen, sum eg fyrr havi møtt í Húsagarði á Hotel Brandan í Havn. Sonni hevur verið her síðan august í fjør. Jana Jonhardsdóttir myndprýddi veggin við inngongdina til køkin, har Sonni stendur. Omanfyri sæst inngongdin til restaureraða bygningin Úti á Gjógv, uttanfyri Fiskatykkið, í Sandavági, har William Heinesen gjørdi bumerkið. Avbjóðingin hevur verið at halda eina javnvág millum at skapa nakað nýtt og at varðveita tað gamla, sigur arkitekturin. Nú er hetta eitt mentanarhús við servering. Hóast fiskastykki eru at síggja í til dømis Suðuroy, Fuglafirði og úti við Strond í Havn, er hetta fremsti savnandi varði yvir klippfiskatíðina í Føroyum, eg havi sæð. Hvar eg so ferðist í syðra Evropa, leiti eg á havnalagnum eftir farsporum og ímyndum, sum horva aftur til uppskipingarpláss, sølubúðir og matstovur, ið hava handlað hesa bestu vøru, sum nakrantíð fór og enn fer úr Føroyum. Mest sum óbroytt av tíðarinnar tonn, er hon enn