Skip to main content

Posts

Tá lutirnir tala

Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir. Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013). Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki. Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á ró

Tá vit finna heim

Í kvøld kom Knút Háberg Eysturstein á gátt við nýggju LP plátuni "Hjartasláttur", sum er Tutlútgáva nummar 544. Hóast úrvalið, bakkatalogið, tey siga, er stórt hjá Knúti, so eru tíggju ár liðin síðan hann gav út LP plátuna "On High", ið er hin higartil nýggjasta. Sangirnir á Hjartaslátturinum eru níggju í 42 minuttir til samans. Tað er gott at halda einum stórum plátuhúsa í hondini, sum enntá kann latast upp sum gatefold cover við teksti til allar sangir og øllum upplýsingum, hvør hevur yrkt og tónsett, og hvør spælir uppá hvat ljóðføri og hvør hevur lagt til rættis. Fyrsta er framsíðan. Heimligi og tó fulkomuliga fremmandi ælabogin, sum stoytir seg í havið, ella rísir hann upp, eg veit ikki, men hetta fungerar sum húsi, nakað sum gomlu ECM pláturnar, fyri ikki um at tala teir konseptuellu húsarnar hjá Hipgnosis og Storm Torgeirson, frá vælmaktsdøgunum hjá LP plátuni. Bruno Mikael Eysturstein hevur gjørt húsan, har bylgjandi havið er gjøgnumgangandi, og Gwenaël Akir

Kondittaraminni - Ole Wich tekningar og aðrir molar

Einki er sum leygardagur á Kondittarínum. Tað livir enn í minninum hjá fólki, Kondittaríið á Káta Horninum í Havn.  Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá Kondittaríið lat aftur í 2003. Tjúgu ár seinni er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum í nýggja klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen, Reka. Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á Kondittarínum síðst í 1980’unum. Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum. Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni.

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor, eitt reint tíggjutal á kulbarometrinum, siga Ólavur og Katrin við útsýni yvir Syðrugøtusand, har G festivalurin er einaferð um árið. Sat eg í somu stovu, í erva yvir gamla handlinum við svarta Ramblerbilinum í túninum og Töting búmerkinum í eygsjón, so hevði eg sagt tað sama.  Hægsti kulfaktorur at búgva, liva og vitja, er í Syðrugøtu. Ikki minst sæð úr Havnini, har fremsta ambisjón í seinastu tíðini hevur verið at gera ein hvassan og óneyðuga høgan steinkant kring eina syntetiska á í miðbýnum, og beint nú, jólini eru í hondum, eru jólaperur, sum ein eyka kitsjágóði, vundnar um tunnilsrør, sum kring ánna blinkstra jólini ímót.  Seinastu árini havi eg smakka uppá eitt orð, sum eg ikki fyrr enn nú haldi verða fullbært og formfulfíggjað at seta á Havnarborðið, tað er stakkalastás. Einki annað enn stakkalastás. Ímeðan ger Gunnar Nolsøe tað mest hugvekjandi útvarpssending , eg havi hoyrt í langa tíð.  Gamaní las arkitekturin upp, men øll hini prátini vóru

Klaustrofobiskt kamarspæl um kynsleiklutir

Hóast ikki altíð, er Netflix onkuntíð gott. Dømi um hetta seinna, ein framúr film, er Fair Play , sum 36 ára gamla Chloe Domont hevur leikstjórnað eftir egnum handriti.  Framúr í báðum liðum, men eisini í fotografering, klipping og tónleiki.  Ein ófrættakend nøtrisøga úr okkara tíð, um eitt ungt par, sum arbeiðir hjá einum íløgufelag, har mest sum bara menn arbeiða, og arbeiðslagið er, sum vit minnast tað í Wall Street filmunum við Michael Douglas.  Men eisini eru filmiskar staðfestingar at finna í øðrum filmum hjá júst Michael Douglas, har tónin er enn meira djevulskur, enn millum giftigar menn í handilsskálafilmunum, tí nú er evnið heldur kapping millum kynini, har hvør sena er ein spurningur um lív ella deyð, og snúningsásurin eitir sex, kosta hvat tað kosta vil.  Júst har tekur hesin filmurin við.  Ein lýsing av tveimum ungum, sum í loyndum eru par, meðan tey arbeiða við virðisbrøvum og íløgum, so stórum upphæddum, at vit skilja tað ikki.  Á hesum forkvaklaða arbeiðsplássi, fær ein

Helst besta upplivingarrúm

Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.  Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.  Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.  Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð,