Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir. Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013). Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki. Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á ró