Skip to main content

Posts

Katla hjá Baltasar í útbroti á Netflix

Tá norskir filmsframleiðarar vóru á filmstevnu í Havn í 1989, teirri størstu nakrantíð, trivu tey í sangin Vi skal ikkje sova bort sumarnatta . Tað var á Hotel Borg og Frida Ohrvik, sum júst hevði gjørt avtalu um at marknaðarføra fyrsta føroyska film, Atlantic Rhapsody , úti í heimi, sang fyri.  Við sýni yvir Havnina, vildi Frida fyrst og fremst peika á tætta sambandið við náttúruna, á nýnorska málbunan, sum hon knýtti beint til føroyskt og harvið gjørdi til eitt mentapolitiskt statement, og í triða lagi til tað intenst sansaliga og alment menniskjansliga, ikki at spilla lívið og tíðina. Tí skulu vit ikki sova burtur summarnáttina. Nú alt kokkalarakólar um fótbólt, gongur tað ikki fjøllini at síggja sólina rísa, setti eg meg at hyggja eftir fyrstu íslendskt framleiddu Netflixrøðini,  Katla , sum altjóða meistarin, Baltasar Kormákur, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Sigurjón Kjartansson. Hvør partur er trý korter og tilsamans eru teir átta. Heitini eru konsis og skaldaborin til e

Fólksins rødd

Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi. Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum. Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu. Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins

Flóvur av slovum flow tv

Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.  Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage , so segði hann.  Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru. Miðsavnandi miðlar, sum eru á sta

Klovn - sjálvspeiandi realitysamfelag

Nú kom áttanda umfar við nýggjum pørtum av Klovn á donsku gjaldsrásini TV2 play. Átta ferðir ein hálvan tíma. Í hesum sjálvsmakkandi fótbóltstíðum havi eg sæð tríggjar teirra. Meðan vit í Føroyum eru nýbyrjarar við sjónvarpsrøðum, seks partar av Trom, sum eingin hevur sæð enn, eru tiknir upp, so eru danir vælsignaðir við elsta filmsframleiðslufelag í verðini - Nordisk Film - sum hevur 115 ár á baki og enn er í gongd uppá gott og ilt.  Tað allar ringasta at hava við í tjóðskaparliga filmsferðagóðsinum har í landunum eru fólkakomediurnar, sum óbodnar gera innrás í alt ov nógvum filmum, sum harvið blíva komiskir, uttan at vilja ella vita av tí. Tað er ein filmsk plága í okkara biografum, fólkakomedian. Klovn er altíð á markinum, men hepnast ofta at verða stuttligaru megin eina fólkakommediala roynd at bróta upp úr nýggjum, heilt frá byrjan fyri sekstan árum síðan, og enn halda stílin, hóast stjørnurar í ungdómsdyrkandi realitetinum eldast við somu ferð sum áskoðarin.  Røðin er ein situati

Bjørk og Nicola - frá Malaga til Norðradals

- Føroyar er eitt fantastiskt land, sigur Bjørk Sjóðklett, sum í døgunum 2.-4. juli skipar fyri The Fairy Island Festival í Norðradali, sum er fjarskotin og tó dygst við Havnina. Hon sæst til vinstru omanfyri og til høgru er Nicola Filippini. - Men Føroyar eru eisini eitt lítið land, so úrvalið av fjøllbroyttum upplivingum er sjálvsagt rættuliga avmarkað, leggur Bjørk afturat. - Aftaná at hava búð uttanlands og hava fingið ein heilt serligan kærleika fyri at dansa, serliga til psytrance, havi eg saknað eitt stað, ið spælur slíkan tónleik her hjá okkum, sigur Bjørk og grundgevur fyri tokkanum til akkurát henda tónleik. - Orsøkirnar til at eg elski psytrance eru fleiri. Fyri tað fyrsta er tónleikurin ein kraft, sum kann loysa nógva orku, bara við at dansa afturvið honum, og so er hann skipaður soleiðis, at man kann blíva við at dansa, heilt leingi og út í eitt, so man kann koma til eitt stað í tær sjálvari, har tú steðgar at hugsa, og bara ert, beint her og nú, sigur Bjørk.  - Eg havi ve

List í Havn ger mun

Her er Føroyabilurin til øll tálghøvdini mitt fyri ovast í tilboðsúrvalinum í Havn. Hann er umhvørvisvinarligur og koyrir bara uppá litir. Landelskarin Tóroddur úr kajkioskini á havnarlagnum í Havn er ein støðug inspiratión, hóast hann hevur búð í Keypmannahavn næstan alt tað eg minnist. Eftir nærum hálvthundrað bøkur er hann enn ein ótømandi orkukelda við nýggjum orðum og mjúktsatiriskum sipingum til fyribrigdi í føroyska gerandisdegnum. Við inngangsorðunum Júst her byrjar dreymurin eru fjøruti spennandi verk at síggja á improviseraðu veggjaplátunum í Perluni, prent, vantlitir og oljupastell. Opið er til og við 18. juni. Bilisman fyllir mest í løtuni og er ein góður avloysari, ella bara ískoyti til súklurnar, sum mólu í ring. Eitt áminnandi grafiskt mynstur. Ein mantra, kanska lík tí stevi, sum kvøðarar koma í, tá teir eina heila ólavsøkunátt hava dansað í ring og okkurt uttanjarðiskt setur í oyrað. Men skipini við konteynarum eru nýtt myndaevni, knossandi av dekkinum og heilt til hi

Hvar er Anna Frank?

Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.  Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.  Filmurin er hin fyrsti, sum  Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.  Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd. Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.  Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og teira støðu í heiminum í

Nýbrot í høvuðsstaðnum

Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga.  Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu.  Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað.  Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann.  Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð.  Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum vi

Nær vart tú síðst í Saksun?

Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki. Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.  Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012. Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.  Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon: “Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes. Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certa

Summarið byrjað

Úr loftsvindeyganum sæst í morgun, at summarið er byrjað. Fyri fyrstu ferð í ár eru fremmandir húsvognar at síggja á kampingplássinum hjá Tórshavnar kommunu úti við Strond. A grøna vøllinum eru trý tjøld. Norröna kom klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið og sigldi aftur til Hirtshals ein tíma seinni.  Hesa tíð á árinum eru tveir túrar til Danmarkar.  Mikukvøldið klokkan seks fer Norröna til Seyðisfjørð á Eysturlandinum í Íslandi og er frammi hósmorgunin klokkan hálvgum níggju. Tá plagar kampingplássið at verða tómt aftur. Norröna er einasta bilferja, sum knýtir evropeiska meginlandið, Føroyar og Ísland saman. Hyggja vit at øllum skipunum hjá Smyril Line Cargo sæst, hvussu víðfevndar farleiðirnar í Norðuratlantshavi eru.

Hin seinasti, sum fríaði Auschwitz

David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í týningarleguni Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern , har Dushman var heiðurslimur. Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.  - Der Mann, der den Zaun von Auschwitz niederwalzte , skrivaðu týsku bløðini, tá tey høvdu samrøðu við hann. Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn. Síðan henda dag hevur minningardagur fyri fólkamorð verið hildin í øllum heiminum.  Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki fyri avrik í krígnum, sum í Russlandi verður nevnt Stóra Fedralandskríggið. Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fikta

Hvat skulu vit hoyra um heimlig drápsmál?

Neyvan hevur nakar starvs- og yrkisbólkur verið fyri so stórum økismissi sum journalistar. Annan vegin hevur dagslønin ikki fylgt við í tíðini, har djøffarar hava alla leiðslu, og hinvegin er tað hvør maður og hvør kvinna, sum fer út á journalistiska feltið og sigur og skrivar søgur um líkt og ólíkt.  Summi duga væl at skriva, onnur at lesa, uppaftur onnur eru, sum duga væl at vinkla og seta í perspektiv í røttu løtu, og at enda eru onnur, ið prinsipielt duga at taka við, tá tørnið er hjá ektaða journalistinum at bera almenninginum boð. Ikki bara boð, men røttu boð á rætta hátt í røttu tíð. Ófrávíkiliga staðfest sum andlát. Tað er ikki sum at siga tað, tá skrivast skal heim. Heim um hendingar í egnum bygdalagi, uttan at sláa alt upp í glens. Í hesum døgum eru drúgvar og dvøljandi frásagnir úr rættinum, ikki tí danska ella úr øðrum fremmandum landi, men okkara egna rætti, sum á donskum skal gera av, hvat vit gera av røttum ella skeivum í egnum landi og tí skal takast upp til dóms. Eisin

Evropa á føroyskum

Nám heldur fram at definera heimin á føroyskum. Hesu ferð er tað Evropa, ið er sett á eitt laminerað veggjakort, klárt at hanga á veggin.  Sólbjørg Lindenskov Magnussen hevur avmyndað Álv Danielsen á goymsluni hjá Bókamiðsøluni, sum selur allar útgávur hjá Námi. Álvur stendur á plattinum, sum júst er komin við bretska flutningsfelagnum, Davies Turner Ltd, frá forlagnum Harper Collins í Glasgow.  Fyrr hevur Nám gjørt eitt politiskt heimskort við øllum heimsins londum, klárt at seta á veggin. Eins og hesi bæði veggjakortini, er eisini Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði til Atlasið í 2014, laminerað og hóskandi at tekna og strika á, til dømis um ein barnagarður ella skúli skal á útferð. Tá ber til at hava Føroyakortið liggjandi á borðinum sum dúk og skriva á tað við hóskandi tusjpenni, sum so kann turkast av kortinum aftur. Nýggja evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn.  "Evrop

Livandi orðið givið upp til skutil

Í dag hoyrdist, at einasta blaðpressa í landinum ber seg ikki, og fer at snara lykilin um á ólavsøku. So er slætt borð, einki blað verður prentað og einki útistandi er. Frá at vera heimsins mest avíslesandi fólk eru vit endaði í null. Hinvegin, tað er eisini endamálið við ein projekti. At enda í null.  Góða innleggið, sum fyrr var í Dimmu, er langt síðan hildið uppat, Sosialurin roynir seg enn við einum vikuskiftisinnleggi, luftborna Pressan í Útvarpinum kom ikki afturíaftur, og mest sum bara aftureftirlítandi sendingar eru í tí miðilinum, sum eg altíð havi hildið vera hin fremsta og einasta tjóðarbyggjandi í landinum. Tað haldi eg enn. Men lesa fá, so lurtar eingin. Bara tey á mínum aldri og nógv eldri, sigst.  Tá eg skilti, at Útvarpið verður betraktað sum ein óljóðskassi í einstaklingasamfelagnum, royndi eg meg um dagarnar við einum poddi, sum tey siga, skal bjarga gamla útvarpsmiðlinum. Gjørdi hann saman við Árna, men annars púra fyri meg sjálvan á einum stuttligum skeiði, eg slapp

Politiskur sensurur í einum demokratiskum samfelag

Í opnum brævi í dag skrivar nevndin í Felagnum Føroysk Filmsfólk, at tey vilja hava almennu peningajáttanina, sum er til filmsgerð, lagda í ein grunn. Opna brævið frá nevndini er soljóðandi: Fyri aðru ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælinum frá ráðgevunum um, hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt, er ikki longur galdandi. Hetta er politiskur sensurur, sum ikki hoyrir heima í einum demokratiskum samfelag. Filmsverkætlanir eru kostnaðarmiklar, og føroysk fílmsfólk dúva uppá stuðul frá filmsjáttanini. At landstýrisfólk velur at hyggja burtur frá fakligu tilmælunum, skapar ótta og ótryggleika. Vandi er fyri at filmsfólk framyvir fara at tillaga handrit og umsóknir sínar, tí tey eru bangin fyri at landstýrisfólkið noktar stuðul, um innihaldið ikki passar til hennara/hansara politisku, átrúnaðurliga, sosialu hugsjón og virðir. At stýra innihaldinum í

Sanna í filmi um eftirskúlar

Føroyska Sanna Bæk Hoydal er við í nýggjari sjónvarpsrøð, Efterskolen , sum í seks pørtum lýsir lívið á einum donskum eftirskúla, har tannáringar ganga. Øll sjónvarpsrøðin sæst á DR sunnudagin 13. juni, tá eftirskúlar eisini fara at vísa filmarnar. Tað er Sanna, sum sæst á plakatini og mussar ein drong. Fleiri enn 30.000 ung ganga á eftirskúla í Danmark beint nú. Tað er meir enn nakrantíð. Umframt Sannu, møta vit í røðini Efterskolen eisini Marius, Sofus, Sofie Marie, Jarl, Vanessa og 114 øðrum tannáringum, sum byrjaðu á Klejtrup Musikefterskole í 2019. Leikstjórin, Thora Lorentzen, sum sjálv hevur gingið á musikkeftirskúla, sigur soleiðis um nýggju filmsrøðina:  ”Efterskolen” er et hjertebarn af et projekt med vidunderlige unge mennesker, som jeg er kommet enormt tæt på, og føler stor kærlighed til. Serien udspringer fra mine egne oplevelser som ung og fra mit eget år på musikefterskole. Serien handler for mig om livet, relationerne og det at være menneske. Det er mødet med kærlighed

Verdandi og kvinnurnar, sum eftir sótu

Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari. Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu. Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu. Diane og Dagmar pitcha søguna um Verdandi soleiðis á enskum máli: When the Faroese fishing boat Verðandi sinks in the waters of Iceland in 1944, the young Semona, mother to a daughter and pregnant with another, is left a widow. Too painful is the loss of her great love Sámal, too harsh the conditions to survive, to ever mention his name or fate again. The silence she bestows upon her daughters Barbara and Poula will sh

Innstilling nummar túsund

Hósdagin fóru upptøkurnar við krimirøðini Trom um eitt søguligt túsundamark. Filmsupptøkurnar verða gjørdar í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju, har Faroe Seafood var fyrr. Har er løgrelustøðin og alt upptøkuliðið. - Helst er hetta ein spurningur fyri Málteigin, tí vit samskifta á enskum og siga slate , fyri instilling, siga Rannvá og Jón.  - Vit í bransjuni eru bara fyri okkum sjálvi, so eingin rættar okkum málsliga. Vit samskifta á enskum. Men til ber at siga, at innstilling er ein vinkul. Senan verður býtt upp í innstillingar og kameravinklar. Vit noyðast at tosa internationalt, siga tey, tá eg spyrji, hví sjampanjupropparnir nú hoyrast úti í køkinum.  - Tað er tí at nú náddu vit innstilling nummar túsund! Eg takki fyri frágreiðingina í nýggjastu listagreinini í Føroyum, filmslistini, nú hon fór um hetta søguliga túsundahvarv. Til lukku og góða eydnu!

Biden velur Gifford

  Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, 46, er nú endaliga kosin at verða Chief of Protocol hjá Joe Biden forseta. Hetta hevur verið uppá tal síðan í januar. Á egna Facebook profilinum skrivaði Gifford fríggjadagin: Honored and humbled today. President Biden has nominated me to be his Chief of Protocol with the rank of Ambassador. I’ve experienced firsthand the fundamental value of person-to-person American diplomacy and how investing in and building on human relationships can benefit all of us. If confirmed by the Senate I look forward to rolling up my sleeves and continuing this work. Happy Memorial Day weekend to all. Nú skrivar Washington Post, at Joe Biden, forseti, hevur sett Rufus Gifford í starv . Í aðrari grein skrivar sama blað, at júst Gifford er rætta reality stjørnan at broyta og bøta um skeiklaðu hugsanina um og fatanina av USA úti í heimi. Á ólavsøku í 2016, var Rufus Gifford eins og flestu føroyingar í Havn. Ørindini vóru at halda talu á Faroe Pr