Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2008

Rógvi og Drekin - ein mennandi og undirhaldandi barnasending

Í sambandi við evnisarbeiði hevur S unneva Mohr, pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla, valt bestu føroysku barnasendingina (Foto: Birgir Kruse) - Barnasendingin Rógvi og Drekin, sum Páll Danielsen hevur gjørt í samstarvið við Kringvarp Føroya, er eftir mínum tykki besta barnasending, ið er gjørd í Føroyum í nýggjari tíð. Tað sigur Sunneva Mohr, nú flokkur hennara, 3P á Føroya Læraraskúla, í viku 18 hevur viðgjørt føroyskar fjølmiðlar og samskift millum børn við nútímas tøkni, tað veri seg sum SMS, tjatt ella blogg. Sunneva gevur barnasendingini hetta skoðsmál: Ein dagin Rógvi og Drekin eru úti og spæla, verða teir gandaðir inn í eitt myndatól, sum rullar út á sjógv. Sendingin snýr seg um, hvat teir fáast við inni í myndatólinum, ið liggur á havsins botni. Fyri at fáa tíðina at ganga, gera teir nógv stuttligt, teir sigla við myndatólinum, práta og spæla ymisk spøl. Í hvørjari sending vil Drekin hava Rógva út at finna okkurt spennandi djór, ið teir kanna og hyggja at. Tað eru nógvir fakt...

Hydrogen – framtíðar orkuberin

Í nøkur ár hava býarbussar í Reykjavík koyrt við hydrogeni. Í London hava tey eisini tikið undir við hesi hugsan um nýggja orkukeldu. Teir reyðu bussarnir verða “grønir” sum á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse) Nú kemur ein filmur, sum á føroyskum sigur søguna um hvussu hydrogen verður til og kann brúkast sum orkukelda. Filmurin vísir, hvussu hydrogen fæst úr vatni og varðandi orkukeldum, hvussu hydrogen kann goymast, hvussu ein brennicella virkar og evnafrøðina aftan fyri hesi fyribrigdi. Umframt á føroyskum, er filmurin eisini á grønlendskum og donskum máli. Tað er íslendska fyritøkan Gagarin , ið hevur gjørt samvirkna undirvísingarfilmin um hydrogen. Guðný Káradóttir, stjóri, upplýsir at føroyska útgávan verður liðug í mai 2008. Jens-Peter B. Henriksen samskipar verkætlanina. Hann er menningarleiðari í grønlendska orkufelagsskapinum Nukissiorfiit , Grønlands Energiforsyning, í Nuuk. Gagarin, ið er fremsta íslendska margmiðlarframleiðslan innan undirvísing, gjørdi filmin á íslen...

Buzz Aldrin lendir við Gjógv

Johan Harstad lesur á G!festivalinum í Gøtu 2006 (foto: Ole Wich). Motorsúkkla hjá ferðafólki við Gjógv, har søgan hjá Harstad um Buzz Aldrin fyri ein stóran part fer fram (foto: Birgir Kruse) ”Mín bók er ein tarvur, filmurin ein supputerningur”, skal Ernest Hemingway hava sagt, tá John Sturges í 1958 gjørdi film úr søguni um Gamla mannin og havið (1951). Bótasúpan ella ikki, í Noregi hava tey, ið gera film, kastað seg yvir skaldsøgur. Tíggju av norsku spælifilmunum byggja á skaldsøgur, og fleiri eru á veg. Fyrst og fremst í biohallunum, men eisini í norskum sjónvarpi. NRK hevur ætlanir um í 2010 at vísa fýra partar, sum byggja á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? (2005). Søgan fer fram í Stavanger, haðani Harstad er ættaður, og so við Gjógv og aðrastaðni í Føroyum. Í 2006 læs Harstad á G!festivalinum. Sama árið læs hann á niðurlendska festivalinum Crossing Border, sum lýsti høvundan soleiðis: Buzz Aldrin, where have you gone to? ...

Stereoskop í Oyndarfirði

Andrias Klein kagar í sjáldsama myndatólið hjá ommusystrini Henriettu úr Oyndarfirði. Á niðaru myndini sæst framsíðan á tólinum og myndirnar standa á borðinum til vinstru. Í sambandi við filmsverkætlanina Føroyskar Søgur eru søguligar upptøkur hjá apotekaranum Juliusi Høgnesen (f. 1876), sála, komnar undan kavi í Oyndarfirði. Julius tók film í bygdini í 1930’unum og seinni. Ikki minni forkunnugt er eitt myndatól, ið nevnist stereoskop við still-myndum so gomlum sum frá kongavitjanini í 1907. Tað var systir Julius, Henrietta Susanna Høgnesen (1871-1964), sum var kassadama í Messen í Keypmannahavn í 40 ár, ið hevði hetta sjáldsama myndatól við sær, tá hon flutti heim eftir kríggið. Merkið er Le Taxiphote, Stereo-Classeur Distributéur Automatique. Sum flestu onnur dygdar myndatól er hetta gjørt í Sveis, har bróðurin Julius varð giftur. Henrietta fekk fortjenestemedalje fyri drúgva og trúgva tænastu í Messen. Hon er avmyndað saman við kongi og prinsessunum í bókini "Úr Oyndarfjarðar...

50 tímar av føroyskum filmi

Ovast sæst ein ferðabúgvin Uni Leitistein Hansen, ið hevur pakka hálvthundrað tímar av føroyskum filmi í átta Eik-taskur. Niðri undir sæst Andrias Klein við filmum hjá ommubeiggjanum Juliusi Høgnesen, apotekara úr Oyndarfirði Á triðja sinni eru filmar savnaðir kring landið til verkætlanina Føroyskar Søgur . Uni Leitistein Hansen frá Substanz Nordisk Film hevur savnað umleið 50 tímar av filmi, sum hann hevur pakkað í 8 Eik-taskur. ”Ongantíð áður hava vit fingið so nógv og gott tilfar inn til eina einstaka verkætlan", sigur Troels Uhrbrand Rasmussen, stjóri í Substanz Nordisk Film, sum stendur fyri filmsverkætlanini . ”Eg rokni við, at fleiri sannar filmsperlur eru komnar við”, sigur Uni L. Hansen, ið er samskipari og nú fer at skriva handritið til DVD-framleiðsluna hjá Substanz Nordisk Film. Millum tey, sum hesaferð hava latið verkætlanini filmar, eru Jákup Andrias Arge. Hann hevur latið hópin av sera áhugaverdum upptøkum, ið eru gjørdar í 1950-árunum og frameftir. Pusse , sum hann...

Country fær innivist í Mentanartíðindunum

Hallur Joensen syngur Hank Williams beinleiðs í sjónvarpsstovuni 11. apríl 2008. Eftir sendingina heilsa verturin Heri Jacobsen og countrysangarin úr Klaksvík uppá hvønn annan (Myndir: Birgir Kruse) Í Mentatíðindunum MT í Sjónvarpinum 11. apríl spurdi Heri Jacobsen meg um tað familiera í countrytónleiki og hví Hallur Joensen man hava ognað pápanum nýggju fløguna. Vit heitinum countryserfrøðingur (!) svaraði eg, at júst hetta persónliga, autentiska er vørumerkið í country. Sum Hallur segði í brotinum, ið sent varð fyrr um kvøldið, er tað pápin, taxasjafførur í Klaksvík, ið hevur lært hann og beiggjan Noel at syngja Hank Williams. Tí er tað eitt statement og ein máti at bera arvin víðari, í respekt fyri keldu og sjangru, júst at ognað pápanum útgávuna. Fyrsti kapitul í countrysangbókini “Sing your heart out, country boy” (Dorothy Hortsman, Country Music Foundation 1975, 1996 ff) nevnist eisini Songs of Home , sangir um heimið. Hank Williams, yngri skrivaði í 1966 “Standing in the shado...

Kvalifiseraður heimlongsul...

Vilstur millum skelti, ið peika ymsar vegir, leitar Merle Haggard aftur á móðurslóðina í klassisku countryplátuni "Sing me Back Home" (1968) Klaksvíkingar halda 70 ára føðingardag hjá Charley Pride, Tvørámenn syngja country á Skála, besta sending í Útvarpinum spælir country og um dagarnar verður enn ein fløga løgd afturat rúgvuni, sum allareiða myndar marglitta føroyska countryvarðan - nýggja fløgan við Halli Joensen. Eftir øllum at døma hin besta nakrantíð. Hvussu ber tað til at countrytónleikur er so væl umtóktur hjá okkum? Eru tað sjómenninir av Flemish Cap, ið hava givið okkum tokka og ansni fyri hesum tónleiki? Ella er tað heldur miseydnaða bygdamenningin og vónleysi heimlongsulin hjá bygdafólki í Havn, ið drívur verkið? Til tess at koma nærri einum svari, fór eg í juni 2006 á countrytúr við Norrønu. Her er brot úr grein "Kjølstrektur longsul", sum stóð í Dimmalætting: Vit sessat við morgunmatarborðið og velja rættan kovboymat, bønir, meðan Nólsoyggin otar seg...

Adam Tinworth - ein maður og hansara bloggur

Adam Tinworth, bloggari: - Journalistar hava brúkt áratíggju at sleppa undan persónligu meiningini í teirra skriving, men nú eru teir noyddir at at finna hana aftur (Mynd: Adam Tinworth) Sum olympiskt vertsland er Kina vaknað við kaldan dreym. Vesturheimurin fylgir við og ilskast um ta viðferð, fólkið í Tibet er fyri. Vanligi kinesarin skilir ikki atfinningarsemið, tí tey vita ikki betur enn at øll hava tað gott í Kina. Kinesisk tíðindi uttan úr heimi eru sensurerað og alt, ið vendir sær móti Kina, er skorið burtur og gerst aldri tíðindi og elvir aldri til kjak har í landinum. Takkað verið olympiska kyndlinum eru øll eygu fest á Kina. Henda pall vilja fleiri deila. Men enn skilir Kina ikki støðuna og avnoktar alt, sum ikki er elskuligt og tænir landinum. Lukkutíð eru ídnir bloggarar, ið skapa sambond og skriva tíðindi. Ein teirra er bretin Adam Tinworth, ið síðani 2001 hevur havt bloggin One Man & His Blog . Tað, sum hann skrivar sæst sum leinki til høgru sum RSS-feed á mínum blog...

44 filmar frá Niclasi Rasmussen

Niclas Rasmussen við tveimum filmunum, sum pápin, Rósing, hevur tikið. Niclas hevur latið 44 filmar til verkætlanina “Føroyskar søgur – upplivingar úr gerandisdegnum” (Mynd: Birgir Kruse) - Eg eigi enn tað gamla Zeiss Ikon upptøkutólið, sum pápi brúkti, sigur Niclas Rasmussen, ið minnist at havnamenn eisini nýttu klassiska Beaulieau upptøkutól, sum kundi skifta millum ymsu sløgini av filmi. Framman fyri sær hevur Niclas ikki færri enn 44 filmar, ið lýsa tíðarskeiðið 1957-1990. Pápin, Rósing Rasmussen, ið var stjóri í Landshandlinum, hevur tikið elstu filmarnar. - Pápi var úr Sørvági, mamma úr Svínoy, tey fingu fimm børn og saman búðu vit í Havn og á Argjum. Við teim bátum, sum tá vóru, ferðaðust vit til hesar bygdir. Hetta er karmurin um elstu upptøkurnar hjá pápa, 11 smalfilmar frá 1957 til miðskeiðs í 1960’unum. Tá Niclas fór at ganga í Hoydølum tók hann sjálvur film, bæði 8 mm og Super 8. - Tá eg fekk børn í 1980’unum fór eg so aftur at taka film. Tá var tøknin broytt til video og ...

Thawshavn - ein viti á Tinganesi

Vitin, ein mastur við lasaraljósi, sum Ole Wich rópar "Thawshavn" , stendur ytst á Tinganesi (Mynd: Ole Wich) Listamaðurin Ole Wich tendrar í kvøld, fríggjakvøldið 4. apríl 2008 klokkan 21:00, laserljósið í eini 7 metrar høgari mastur, sum hann hevur sett upp ytst á Tinganesi. Ljósið í hesum sjáldsama vita skal vísa, hvar vatnskorpan verður, um grønlendski innlandsísurin bráðnar. Heitið á hesum listarliga umhvørvisátaki er Thawshavn . Tiltakið verður samstundis sum The TransAtlantic Climate Conference verður í Norðurlandahúsinum 7-8. april, har m.a. Al Gore heldur fyrilestur. - Eg haldi tað er fantastiskt, at lyftir tú eitt lasaraljós hasar sjey metrarnar, so lýsur tað beint á mannin, sum skuldi havt undirskrivað Kyotosáttmálan, sigur Ole Wich við Dimmalætting. Tiltakið Thawshavn hevur hesa heimasíðu: http://www.olewich.com/thawshavn

An Inconvenient Truth - Tvørligur sannleiki

Forsíðumynd hjá Dimmalætting 1. apríl 2008, sum David Nilssen tók og Ole Wich viðgjørdi. Niðara myndin er úr aktuella filminum “An Inconvenient Truth”, har Al Gore heldur fyrilestur um veðurlagsbroytingar Virðislønti heimildarfilmurin hjá Al Gore “An Inconvenient Truth” (2006) er tøkur á Býarbókasavninum í Havn. Filmurin, ið varir 100 minuttir, er ókeypis at lána á DVD. Einasta krav er at tú hevur lánarakort. Tað er fólkaupplýsing sum vil nakað! Hóast Al Gore (f. 1948) hevði flestu atkvøðurnar, staðfesti amerikanski hægstirættur at George W. Bush var rætti forestin. Síðani hevur Al Gore ferðast víða at siga frá um veðurlagsbroytingar. Úrslitið sæst í filminum “An Inconvenient Truth”, sum meiri enn nakað annað einstakt avrik hevur skapt áhuga og kjak um hetta torskilda evni. Tí fekk filmurin Friðarvirðisløn Nobels. Bráðnar grønlendski innlandsísurin, hækkar havið seks metrar, sigur Al Gore í filminum. Men í vikuni vísti Dimmalætting at siga, at hetta er undirmett. Við støðu í tveimum á...

Hond Fatimu

Fyri tjúgu árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur í samstarvi við UNICEF út bókina Hond Fatimu , sum Harry Davidsen týddi. Nú so nógvur ágangur er á muslimar og Koranina er vert at gáa um hesa bók. Tá bókin kom út, varð hon lýst soleiðis: Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við upplýsingum um landið Marokko og um arbeiðið hjá UNICEF har. Bókin kann eisini nýtast til evnislesnað. (frá: www.fsg.fo) Tað var høvuðseingilin Gabriel, ið gav Muhammed boð frá Gudi. Men Muhammed dugdi ikki at skriva, so hann segði dóttrini Fatimu alt, ið sær varð boðað, og hon skrivaði tað. Soleiðis varð heilaga bókin hjá islam til, hon eitur Koranin. Fatima hevði fimm fingrar á hondini. Teir ímynda tí tey fimm boðin í islam: 1) Tú skalt trúgva á Gud (Allah), og at Muhammed er profe...

Whopper til vinstrhent

Besta aprílsøgan: Í fullsíðulýsing í USA Today lýsti Burger King í 1998 við einum burgara til vinstrhent. Í dag verða mong send apríl. Ársins fjórði mánaður plagar at byrja við at senda ella lokka onnur apríl. Summar søgur hava verið stuttligar og hugvekjandi, meðan aðrar hava verið heldur enn ikki býttar. Vikublaðið vil í morgun vera við at í Alabama broyta tey støddfrøðiliga virði á Pi til 3 og í Keypmannahavn sigur FCK, at tey hava keypt poppsangaran Erann DD. Umframt at verða framherji, skal hann draga kvinnur til keðiligu dystirnar. Einaferð, tá Útvarpið var nýtt, fortaldi útvarpsstjórin um eina ísbjørn, sum varð rikin á Havnina. Sjálvandi skuldu øll síggja hana. Og einaferðina fortaldi Útvarpið, at kanónirnar á Skansanum skuldu roynast. Tí máttu øll koyra vindeyguni upp, tí undirtrykkið kundi elva til at vindeyguni vórðu sogin út. Serliga í nánda av Skansanum. Samanumtikið hevur Útvarpið verið framúr at lokka fólk apríl á ein stuttligan hátt. Ein hin besta aprílsøgan uttan úr he...