Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2009

Fyrsti sláttur í Tórsbyrgi

Gutti slær grasið soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Í nevanum ber hann ársins fyrsta sevjumikla bøkk av felagsøkinum. Niðast sæst Jón við punkteraðu trillubørini, sum fyrstu ferð í ár er fylt við nýslidnum grasi. Kanska orkaði hon ikki byrðina (Myndir: Birgir Kruse) Gutti, sum býr í nummar 30, stóð fyri ársins fyrsta slátti á felagsøkinum í Tórsbyrgi. Nú er økið aftur sum ein golfvøllur, mjúkur og so snøggur, at tú mást leggja hond á hann at hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta. Tá plagar Bjarnvarður í nummar 31 at verða skjótur at henta, so hvørt teir vaksa og spjaða seg út á grøna vøllin. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.

Filmur í túninum

Filmsliðið í túninum í Nólsoy. Aksel koyrir traktorin, Anton leikstjórnar, Rógvi filmar og teir báðir Hjálmar og Hans eru leikarar í lastini. Heitið á novellufilminum hjá Anton er 'Skýming' (Myndir Birgir Kruse) Tá vit sunnudagin vóru í konfirmatión hjá Mariu í Nólsoy, rendu vit okkum í ein traktor við fullum monnum. Teir koyrdu aftur og fram og sungu sunnudagsskúlasangin Djúp og breið og álendsku vísuna Vem kan segla forutan vind . Upp í saman og aftur og fram. Tá vit komu nærri sóu vit at hetta var eitt filmslið, sum í ramasta álvara tók upp ein film í Nólsoyartúni. Hetta er ein novellufilmur, sigur Anton Petersen og upplýsir at heitið, ið er inspirerað av Bergman, er Skýming . Í filminum er høvuðsleikarin rýmdur úr einum parlagi í Havn og endar í Nólsoy. Leikarar í hesum broti eru Hjálmar Dam og Hans Tórgarð.

Flaggdagsrenning

Ovast síggjast Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Hans Pauli Strøm, landstýrismaður. Sum sæst er 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðul hjá Bragdinum. Síðani tríggjar myndir frá startinum og tvær myndir av vaksnu vinnarunum (Myndir: Birgir Kruse) Eftir festligan hornblástur og framúr góðu flaggdagsrøðuna hjá Hans Andrias Sølvará, skipaði Bragdið fyri renning, har børn, vaksin og arbeiðspláss luttóku. Í góða veðrinum runnu fleiri enn 600 og ein stórur hópur var savnaður at hyggja og taka myndir. Tey 23 árini Bragdið hevur skipað fyri Flagssdagrenningini hevur teinurin, ið byrjar á Vaglinum og er sjey kilometur langur, verið nærum hin sami. Børnini renna 1,8 km. Vaksnu vinnararnir vóru Guttorm Sørensen úr Treystinum í Klaksvík og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum í Havn.

Frygtelig lykkelig - á bygd í Danmark

Gummistivlar, runa og neyt eru avgerandi tættir í útsynningsjytsku tilveruni. Til endans tekur mýrin alt. Eisini rættartrygdina. Í kvøld var eg og hugdi at danska filminum Frygtelig lykkelig . Eins og í førinum Kunsten at græde i kor er tað Erling Jepsen, ið er høvundur at skaldsøguni, sum filmurin byggir á. Hesu ferð er eingin undirtekstur, tí talan er ríkisdonsk. Leikstjóri er Henrik Ruben Genz. Hóast Erling Jepsen er føddur í Gram, vigar hann nógv í nútíðar donskum dramatikki og skaldskapi. Ikki minst í sendingini Smagsdommerne hjá danska sjónvarpinum. Kunsten at græde i kor verður sumstaðni søgd at vera sjálvævisøgulig bók hjá Jepsen. Sami turt konstaterandi og ósentimentali tóni av bygd í Danmark gongur aftur í hesum nýggja filmi úr Útsynningsjytlandi. Filmurin hevur vunnið flest allar virðislønir í Danmark, so ikki kann sigast annað enn at biografgangarin har í landinum hevur tikið søguna til sín. Og harvið bygdarumhvørvið og stilla lívið har. Tað er frálíkt, at seta bygdarlív...

Gomorra - mafiafilmur úr Italia

Marco og Ciro stjala vápn og skapa teirra egna her í filminum Gomorra. Fyrsti kapitil í deyðadóminum er skrivaður. Greitt er at teir liva ikki filmin av. Týskvøldið sá eg italska mafiafilmin Gomorra í minna salinum í Havnar Bio. Spennandi at síggja henda nógv umrødda film og skaldsøgu í nærum fullum sali, mitt í Havn. Blaðungi rihøvundurin Roberto Saviano hevur skrivað og í endanum á filminum hjá Matteo Garrone síggja vit, hví høvundurin hevur verju fyri neyðini allan sólarkringin. Søgan er ein beint framaná, tá umræður ikki bara brotsmannaliðið Camorra í Napoli, men eisini menningarhjálp á bygd í Evropa og stuðul til nýggju Twin Towers í New York. Alt er fíggjað av, ella kemur í hendurnar á, brotsmannaliðum, sum eisini definera tilveruna hjá íbúgvum í fátækrabýlingum. Stættarsamfelagið í hesum býlingi í Napoli er so djevulskt at rætta filmsheitið eigur at vera Postkort úr Helviti , skrivað í okkara tíð til lesarar og biografgangarar í dagsins metropolum. Hóast filmurin er djúpt skak...

3 Monkeys filmur úr Turkalandi

Plakatin og tvær myndir úr turkiska filminum '3 Monkeys', sum gongur í Havnar Bio á filmstevnuni Vársól. Fyrsti filmur eg sá á filmstevnuni Vársól í Havnar Bio var 3 Monkeys . Frálíkur og ógvuliga intensur. Stillførur og djúpur skapar hann eitt lágtrýst, ið leggur upp til ódn. Eins væl og ein western, kundi hetta verið ein føroyskur útróðrarfilmur, har dialogurin er nærum burtur. Men hann er turkiskur. Alla tíðina sæst Bosporus sundið uttanfyri gluggan og íbúðina, har leikur fer fram. Tað økir um stillu desperasjónina, sum tilætlað etur søguna upp innanífrá. Ein perla. Í fjør fekk leikstjórin fyrstu virðisløn í Cannes. Leikstjóri er Nuri Bilge Ceylan og upprunaheitið á filminum, sum er frá 2008, er Üç maymun . Filmurin verður aftur at síggja týskvøldið kl. 20:30. Forfilmurin var hin eins stillføri og desperati Ikaros , sum Sakarias Stóra hevur gjørt fyri stuttum í Noregi. Eg viðmæli báðar filmar.

Vársól

Vársól er heitið á filmsstevnu, sum verður í Havnar Bio 20.-26. apríl 2009. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar nýggju filmsstevnuni, so hon kann byrja og síðani verða afturvendandi tiltak í miðbýnum í Havn hesa ársins tíð. Undan hvørjum filmi verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir. Flestu stuttfilmar eru frá Klippfisk , sum Tórshavnar kommuna eisini stuðlar. Føroyskir forfilmar Føroysku forfilmarnir undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir: The Chase , stutfilmur fyri børn, sum Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán gjørdu í Klippfisk 2008. The Chase varir 1:32 min Ikaros , sum Sakarias Stórá í hevur gjørt í ár Nordland Kunst- og Filmfagskole. Ikaros varir 7:25 min og hevur norska talu. En dårlig dag , sum Bjarki Thomsen gjørdi á Medieskolerne í Viborg í fjør. Filmurin varir 15:00 min A Special Delivery , sum Tómhøvd Productions gjørdi í fjør. Fólkini handan stuttfilmin eru Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen og Jóhan Petur P...

Páskasól í Havn

Annan páskadag var av ljóssterkasta fotoveðri. Yviri við Strond og niðan gjøgnum býin vóru nógv myndaveni, ið dagaðu fram í skørpu sólini. Her eru fýra teirra. Ovast sæst eitt skot úti á Reyni, har bindingsverk møtir tjøraðum brettum; síðani tvey neyst, ið stremba upp móti gula skjøldrinum hjá Wenzil, har Statoil heldur til; síðani ein villdunna við bláum hvítrandaðum spegili ytst úti undir Bakka og niðast eini hús á leysari grund, ovast í Niels Finsensgøtu.

Føroyar á kortið

So eru Føroyar settar á heimskortið. Tá tiltakið Jarðtímin/Earth Hour varð hildið leygarkvøldið 28. mars 2009 sløktu nakrir býlingar í Havn ljósið í ein tíma. Eftir midnátt varð summartíðin sett í gildi. Tí hevur World Wildlife Foundation (WWF) sett Føroyar á kortið. Klikk á kortið omanfyri, so síggjast Føroyar klárari. Men her sæst samvirkna heimskortið - við Føroyum og Havnini á: http://www.earthhour.org/location/default:en/select

Studio Bloch - mitt í Havn, mitt í verðini

Tróndur Bogason og Jónas Bloch Danielsen í einum hugnaligum horni í Studio Bloch á Bryggjubakka. Opnar tú gluggan er útsýnið sum niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse) Á Bryggjubakka eru eini upptøkuhøli við heitinum Studio Bloch. Hølini eru hjá Fiskimannafelagnum, har Samvinnufelagið fyrr seldi tjóðveldisblusur og klovstivlar til sjómenn úr øllum landinum. Nú eru vørurnar skiftar út við Steinway, Studer og eksotiskar baryton- og resonansgittarar. Navnið er eftir Jónas Bloch Danielsen, sum arbeiðir her. Hann bjóðaði mær inn á gólvið og eg tók nakrar myndir meðan Jónas og Tróndur Bogason blandaðu eina upptøku við Teiti og orkestrinum hjá danska útvarpinum. Niðara myndin vísir útsýnið júst henda dagin. Letur tú vindeygað upp, sært tú ferðafólkini, sum fara umborð á Norðlýsið og út í Klæmintsgjógv undir Hestoynni. Í báðum førum ein uppliving í ljóði. Studio Bloch er besta boð uppá eina altjóða vinnuliga magnet eg higartil havi sæð í landinum. Ferðandi tónleikarin finnur alt á hesum staði. Mitt ...

Fyrsta lambið var svart

Veit ikki um tað er tekin um ringan heystskurð, tá fyrsta lambið tú sært er svart. Lambið sá eg á Velbastaðhálsi langafríggjadag. Kring oyggjarnar er útróðarlívið fult at ófrættateknum. Mortan Nolsøe (1924-1987) skrivar upp í leypar um tílík omen í bókini ‘Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum’. Sum bókaheitið sigur, er bert talan um tekin, knýtt at sjógvi og útróðuri. Har eru mangar stuttligar og ikki sørt skakandi frásagnir frá harðbalnum útróðrarmonnum í Suðuroy. Tykist ikki sum landbúnaðurin hevur verið líka søgufróður á hesum øki. Fjallið og hagin eru kanska ikki eins hóttandi og havið. Havið, ið sambært danska rithøvundan Carsten Jensen, er psykopatiskt. Men hvør veit, kanska eru onkrar lokalar søgur um omen í landbúnaði.

Skírisdagur 2009

Í fleiri ár hava Augusta Mikkelsen og Jón Kragesten savnað grannar, vinfólk og familju skírisdag at fagna várinum. Um morgunin møtast vit eitt avtalað stað í Suðurstreymi og ganga allan dagin eina avtalaða leið. Í ár møttust vit í Kirkjubø og gingu út á Bø, niðan á suðurendan á Kirkjubøreyni, fram við grótbrotinum á Glyvursnesi og heim á Hamarin á Argjum. Á túrinum út á Bø visti Erland Viberg Joensen nógvar søgur um Barjama úr Leith, sum fór á land her, og fekk kraddaralyndið fram í føroyinginum við streymharða fjørðin. Á heimasíðuni Leith Patriots skrivar ein sum eitir Scott soleiðis: The Bucklaw, Heriot and Barjama, these 3 I signed on and sailed from Leih, coasters as they were termed. My first ship was the Southern Raven, one of Salvesons, as you know, all of them started with Southern.The one I want to tell you about was the Barjama, also known by the crew as the Leith submarine, it was said on many occasions, it went down outside the Forth and came up at the Faroes. wh...

At traðka í ein lort

Skúmandi mushmallow hundalorturin við bátabrúgvarnar á Skálatrøð var rustreyður og ringur at fáa av aftur skógnum (Mynd: Birgir Kruse) Í góðveðrinum í dag skein sólin við skørpum. Sjálvt nasjonalromantikkurin fór at blóma frítt av himni. Í útvarpinum vilja bæði Høgni og Høgni kanna sær nýggja danska forsætisráðharran. Og meðan tað soleiðis grør í hvørjari sprekku, borgarligheitin ger seg klára til konfirmasjón og ungir havnamenn liggja avdottnir á bønum við Glitnir, finni eg hópin av myndum við bátagrúgvarnar á Skálatrøð. Men gakk, so hendir tað. Bráddliga traðki eg í ein skúmandi hundalort, mest sum ein mushmallow, bara rustreyður á liti. Eg mundi spýð. Tað vellir upp í svølgið, út í oyruni og setir í eyguni. Helvitis hundaeigarar. Fyrst at føða mansins besta vin við áti, ið gevur hesa avføring, og so at lata hetta fýrbeinta sleppa øllum, ið er innaborða beint á alfaraveg. Tvívorið tykkum, helvitis hundaeigarar. Lukkutíð er enn ein grønur teigur undir Gamla Danmark at skeina sær trant...

Steinsetingar í bommgarðinum

Carl Johan Jensen og Tóroddur Poulsen avmyndaðir við "Bommgarðin" á Skipasmiðjuni leygardagin. Niðast sæst myndalýsingin hjá Tóroddi (Myndir: Birgir Kruse) Í dag bjóðaði Grafiski Verkstaðurin til framsýning við verkum hjá Tóroddi Poulsen í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Steinsetingar er heitið á stóru framsýningini, sum fyrr hevur verið í Suðurjútlandi Umframt stór, er hon eisini stuttlig, framsýningin hjá Tóroddi. Óluksáliga stuttlig. Á ein hátt er tað orðið, ið tykist koma fyrst og so leggur støðið undir eini nýggjari dimensjón, grafisk ella verbal. Einastaðni sigur grafiski yrkjarin “Hvat var orðið uttan veggin”. Og eina aðrastaðni bjóðar grafikarin innar til ættargransking í einum “vælsparlaðum seyðahúsi”. Og í einum orðaspæli kring tíðindi, vil hann hvørki klúgva í tvey, trý ella fimm. Og so eru tilsipingar til lívið í Havn, kioskina hjá Astu á Vaglinum og Janus á pengaseðilinum. Umframt Bommgarðin dámdi mær serstakliga væl mynd nummar 23, sum er eitt skúlabókaprent av...

Vársól - ein filmsstevna í Havn

Myndir frá tíðindafundinum í morgun, tá skráin og ætlanin fyri filmsstevnuna Vetrarsól varð løgd fram í frálíku hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Umframt Heðin Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, síggjast Jákup Eli Jacobsen úr Havnar Bio og Martin N. Simonsen og Andreas Høgenni frá Klippfisk. Niðast sæst búmerkið fyri filmsstevnuna Vársól, sum Ole Wich gjørdi (myndir: Ole Wich) Nú verður filmsstevna á hvørjum ári í Havnar Bio hesa ársins tíð. Heitið er Vársól og úrvalið verður fyri vaksin og børn. Í øllum førum verða sýndir filmar, sum annars ikki høvdu funnið vegin higar. Fyrsta árið leggur 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu lunnar undir stevnuna, men framhaldandi skal Havnar Bio halda stevnuni gangandi á handilsligum støði. Heitið Vársól vísir til gamla heitið á mánanum í apríl, men eisini til sólina, sum vinnur á myrkrinum. Henda týdning kenna vit til dømis úr sálmasangi hjá Grundtvig. Heitið kenna vit eisini úr stuttligum barnasangum, eitt nú Fagra fríða ...