Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2011

Agurkubendar tíðir

Kanska er íslendsk agurka góð, full av søltum, í hesum døgum (Mynd: Birgir Kruse) Hóast Hundadagar við tíðindaloysi enn ikki eru komnir á okkum, liva vit longu í agurkutíðum. Meðan tey lesa fram eftir fummum í Útvarpinum um agursjir og reyðir lærarapennar brenna út, ber til at kunna seg við allar ársins tíðir og agurkuviðurskifti við, bæði hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum. Málið er snedutt. Men tað er faktist einasta amboð hjá tíðindafólki. Vit eiga at vanda okkum eitt sindur um tað. Helst tá nógv lurta. Soleiðis sigur opni Orðabókagrunnurin um agurkuna: agurka [aˈgʊrka] -u -ur kv 1 (plfr.)1: planta av slagnum Cucumis sativus 2: sevjumikil frukt á hesi plantu

Tannlækni við útsýni

Útsýni havi eg aldri knýtt at tannlæknastovum. Í hvussu er ikki úr mínum sjónarhorni. Tað er mest sum øvut. Har er hvítt og eindimensjonalt. Men í dag varð annarleiðis. Meðan eg skuldi bíða at sleppa í svarta stólin, opnaði Eyvør Patursson hurðina út á svalan og setti ein reyðan stól í sólina á Berjabrekku við fríum útsýni oman yvir Havnina úr einum sjáldsama grønum sjónarhorni. Og beint fyri framman hómast gøtan, sum hin frægasti klummuskrivarin, Høgni Djurhuus, plagar at nýta sum snúningsás fyri lívsins stóru spurdómum, tá hann fer til arbeiðis fyri tað almenna við Vikuskiftissosialinum í høvdinum. Mitt í býnum og tó so langt frá. Ein grønur Havnarlummi. Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober fyrrárið. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin, var tími hans komin. Jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur ...

Miðberg, Rót og Rútma

Ikki er so langt frá Miðberg til Rót og Rútmu. Tað var hann, bakarin Hallgrím Miðberg í Saltangará, sum reið sær avstað úr Vestmanna og til Texas bý. Hóast berføttur í morgun, passaði valnøtubreyð frá Miðberg sum fótur í hosu til fiskasúpan á terassuni í Tórsbyrgi. Og útsýnið í góðveðrinum røkkur næstan inn til Saltangará. Men fremst fyri er bøurin, sum Gutti hevur sligið og brotflísarnar, sum Høgni hevur lagt av nýggjum við smásteinum úr fjøruni niðanfyri kampingplássið, sum hómast í baksýni. Takk fyri gott grannalag, gott veður og gott útvarp. Tað er fyrrapartstríeinigheitin ein leygardag á sumri. Bless!

Ongan sakn eg kenni

Palle Nielsen og Jytte Rex gera klárt til filmsupptøku Palle Nielsen (1920-2000) er millum fremstu teknarar og grafikarar í okkara tíð. Palle Nielsen - mig skal intet fattes er listafólkafilmur, sum Steinbrá vísir í biografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon hósdagin   9. juni 2011 kl 17:00. Heitið á filminum er tikið úr Sálmi 23. Leikstjórin, Jytte Rex, sigur at filmurin, sum hon gjørdi lidnan í 2002, er ein roynd at ferðast inn  í eitt spennandi listarligt umhvørvi við einum varisligum ferðaleiðara, ið er júst Palle Nielsen. Seinastu upptøkurnar, har hann er við, eru gjørdar ein mánað innan hann doyði í 2000. Filmurin Palle Nielsen - mig skal intet fattes varir 56 minuttir. Filmurin hevur í Danmark vunnið Robert virðislønina og fekk í 2002 virðisløn sum besti heimildarfilmur. Limir í Steinbrá kunnnu heinta ókeypis atgongumerki til listafólkafilmin í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Atgongumerkið gjørdi Fríða Matras Brekku á frálipp hjá Mariusi Olsen í Stei...

Melancholia í Føroyum 7. juli

Kirsten Dunst í filminum 'Melancholia' Áhugin fyri altjóða filmi er vaksandi í Føroyum. Nú ‘Melancholia’ verður frumsýndur í Danmark, hevur Havnar Bio gjørt avtalu um at vísa filmin fyri føroyskum áskoðarum í døgunum 7. - 20. juli. “Hetta er sjáldsamt” sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio í Havn. “Men vit mugu sanna, at umframt okkara ungu kjarnuáskoðarar, er eisini ein áskoðaraskari, sum ynskir eitt annað slag av filmi, sum til dømis teir hjá Lars von Trier. Henda í okkara høpi nýggja áskoðaraskara vilja vit gera alt fyri at náa og veita eina góða tænastu, fyrst og fremst við filmunum, tey ynskja.” U mframt almennar sýningar hjá Havnar Bio fer Klipp – Filmsfelag Norðurlandahúsins at halda fram at vísa nýggjan norðurlendskan film í Havnar bio. Brellbitar úr 'Melancholia' kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Havnar Bio .

Sól sá bók og gás í á

Onkuntíð kann mann ikki síggja baksýnið fyri tí, sum er fremst fyri. Tað kom mær til hugs í dag, eg skuldi taka eina mynd av eini lesibók, fyrsta summardag, har orðini eru sól og gás í á. Orð til byrjanarlesing sum hegnisliga eru gjørd úr tíggju bókstavum. Kundi verið stuttligt onkun dagin bert at tosa orð úr tíggju stavum. Ella færri. Tí hvat er mál í veruleikanum? Nýtist okkum so nógvar stavir? Íslendski leikstjórin, sum á heysti í 2009 setti Aftan á Undrið upp á Tjóðpallinum, helt fyri, at næsti leikurin, hann fór at arbeiða við, skuldi vera á einum máli, sum hann ikki skilti. Ingmar Bergman ger nakað tað sama í einum filmi, har persónarnir koma til ein bý, har einki, ið sagt verður, er til at skilja. Alt er svørt tala. Ikki eingang grátt í grátt, men svart í innihaldi. Tí í veruleikanum er alt myndir. Í fyrstuni var ikki orðið, men myndin. Myndin av orðinum. Tankatoskur við Canon fyrsta summardag.

Einar Örn í Sirkus

Hóskvøldið frá klokkan 21:00 og til á midnátt fer Einar Örn at venda plátum í Sirkus. Einar Örn er í Havn í sambandi við norðurlendsku mentanarráðstevnuna hjá Tórshavnar kommunu, sum bleiv avlýst vegna trupuleikar við flogferðsluni. Meðan Einar Örn og onnur umboð úr Reykjavíkar býráð vitja Havnina, leggur hann leiðina oman í Sirkus, har hann hevur havt orðið á eigararnar um at venda plátum hesa løtu hóskvøldið. Einar Örn var tætt knýttur at umhvørvinum kring Sirkus í Reykjavík, har hann saman við Björk, Sigur Rós, Gus Gus og øðrum virknum fólki á íslendska mentapallinum skapti serstaka karmin kring Sirkus, tá tað lat upp í Reykjavík síðst í nítiárunum. Sum so mong onnur harmast Einar Örn um, at Sirkus noyddist at lata aftur í Reykjavík í 2007, men fegnast nú um at sleppa at vitja føroysku útgávuna av Sirkus á fyrsta sinni. Einar Örn er kendasti plátuvendari, DJ, sum hevur vitjað her síðani Trentemøller og Tiësto. Tá telja vit ikki Dave Christian frá Radio Luxembourg við. Ha...

G8 londini seta internetið á skrá

Nicolas Sarkozy, fromaður í G8: Vil hann stýra internetinum? Undan G8 fundinum í franska býnum Deauville í ovurmorgin, hevur franski forsetin Nicolas Sarkozy sett internetið á skrá í dag og í morgin. Sarkozy er formaður í samstarvinum millum G8 londini, sum eru Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan, Russland, Bretland og USA. Sarkozy hevur sent persónliga innbjóðing til ‘bestu og klókastu tøknileiðarar í G8 londununum og restini av heiminum’ at taka lut í ráðstevnuni, sum verður í Tuilerigraðinum millum Louvresavnið og Concordtorgið í París í dag og í morgin. Facebookstovnarin Mark Zuckerberg er ein av teim innbodnu at røða fyri G8 londunum um internetið. Hann bjóðar Facebookbrúkarum at vera við Kendastu nøvn, ið eru boðin við at røða um internetið, talgild rættindi og atkomuligheit fyri politikarum úr G8 londunum, eru Facebookstovnarin Mark Zuckerberg, Amazonstovnarin Jeff Bezos, Googleformaðurin Eric Schmidt og miðlakongurin Rupert Murdoch, sum eigur Fox News og Wal...

Gyltu Pálmarnir í Cannes 2011

  Gyltu pálmarnir 2011 fara til filmin 'The Tree of Life' sum leikstjórin Terrence Malick gjørdi við Brad Pitt í høvuðsleiklutinum Amerikanski filmsleikstjórin Terrence Malick fær ársins Gyltu pálmir í Cannes fyri filmin The Tree of Life . Eg vil ráða øllum at siggja brellbitan til henda poetiska film, ið fer fram í 1950'unum. Brellbitin er á YouTube . Terrence Malick er mær vitandi ikki nógv frammi. Er tiltikin innisælur og tosar ikki við pressu og møtir ikki til filmstevnur. Hann hevur júst gjørt ein film, The Burial , lidnan í einari kirkju í Oklahoma, har Ben Affleck hevur høvuðsleiklutin. Í 1989 gjørdi hann nógv umrødda krígsfilmin The Thin Red Line . Í 1980'unum vísti Filmsfelagið meistaraverkið Badlands , sum hann gjørdi í 1973. Ein sosialrealistisk Bonnie & Clyde søga á bygd í USA. Sjáldsama poetiskir smálutir í hvørjari mynd. Eitt slag av friðsøkjandi intensiteti, sum er í andsøgn við alt umhvørvi og skapar eina desperasjón, sum fer undir húðina. Kanska...

Hvør vinnur í Cannes?

Danskir journalistar, sum siga at Lars von Trier er 'på glatis' duga hvørki at lurta, lesa ella hoyra, enn minni at endurgeva. Í hesi upptøku frá tíðandifundi í Cannes, sum danska TV2 roynir at spinna stóra søgu burturúr, sæst í ein góðan hálvan tíma, at Lars er ein ótryggur skemtari, sum móti sínum vilja dregur pressuna runt í manesjuni. Sirkushesturin er ikki Lars, men pressan. Eyðkenni, sum alt ov ofta síggjast í dagsins pressu, eru fyrst og fremst viljin at dyrka og skapa konflikt, sum av hestsins hæddum skuggar fyri vitan og refleksjón. Í tveir av tveyogtretivu minuttum tosar von Trier leyst um egna familju, sum hann helt vera jødiska, men seinni kom eftir er ‘nazi’, og so nøkur orð um Hitler og Speer, sum hann roynir at skilja, annar einsamallur í bumbuskýlinum, neyðars maður, og hin fyri tað nógva arkitektoniska, hann fekk frá hondini. Speer var forrestin hin einasti, ið bað um umbering fyri mistak Hitlers. Lars von Trier er ein av teim fáu, sum ikki hava brúk fyr...

Lundin í Bakarínum

Gylti Lundin er fremsta virðisløn á altjóða filmstevnuni í Reykjavík. Árni Ólafur Ásgersson bítir í føroyska lundan í Bakarínum hjá Jákupi Veyhe í Havn. Til høgru Ottó Geir Borg, sum skrivar handrit og ráðgevur í sambandi við film. Sigga Vang úr Kringvarpinum tók myndina av atlas ritstjóranum í Bakarínum (Myndir: Sigga Vang og Birgir Kruse) Eftir væleydnaðu sýningina við íslendskan filminum Brim í Havnar Bio mikukvøldið, bjóðaði íslendski aðalkonsulin, Albert Jónsson, til seminar um film hóskvøldið. Ørindini vóru at leggja lunnar undir eitt møguligt samstarv millum tey, sum fáast við film í Føroyum og Íslandi. Árni Ólafur Ásgersson, leikstjóri, og undirritaði fingu til uppgávu at skipa eitt samstarv millum fólk, serliga ung, sum fáast við filmsgerð í Føroyum og so íslendska filmsumhvørvið. Fyrsti trupulleiki í Føroyum er at vit hava ongan filmsgrunn ella annan stuðulsmøguleika, sum burturav stuðlar filmi og filmsgerð. Ein egin filmsgrunnur er altíð fortreyti...

Zacharias Heinesen 75 ár

Til lukku - Zacharias Heinesen tekur ímóti í Steinprenti á 75 ára degnum í dag (Myndir: Birgir Kruse) Í dag fyllir Zacharias Heinesen 75 ár. Samstundis letur hann upp framsýning við vatnlitamyndum í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Jan Andersson beyð vælkomin og Inger Smærup Sørensen helt føðingardagsrøðu. Semja man vera um, at tað er eingin, ið sum Zacharias Heinesen hevur megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli. Á framsýningini, sum føðingardagsbarnið lat upp í dagi, verða sýnd eitt úrval av vatnlitamyndum, sum Zacharias hevur málað seinastu fimtan árini. Vatnlitamáling hevur hann altíð fingist við til skitsubrúk, men hann er seinnu árini farin at dyrka hesa listagreinina í alsamt størri mun sum eina sjálvstøðuga listagrein, sum hann hevur fingið størstu viðurkenning fyri bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru hansara vatnlitamyndir, ið prýða okkara pengaseðlar og eisini eru hansara vatnlitamyndir umboðaðar í høgt vird...

Ikki ein tóna fyri einki!

Gjøgnum árini havi eg undrast yvir tolið hjá tónleikarum í høvuðsstaðnum. Hóast lyfti omaná lyfti um spælistøð, er einki komið. Samstundis verða vallir til líkt og ólíkt fíggjaðir úr somu pengakassum, sum kundu havt fíggja eins nógv spælistøð, fyri somu skattapengar úr somu lummum. Okkara. Ólíka er í Svøríki. Har hava tey spælistøð og almennar spælidagar, serliga tá tjóðardagur er. Svøríki, hvørs størsta útflutningsvøra er tónleikur, hevur tjóðardag 6. juni. Tá er tiltakið Make Music Stockholm. Men hvat, nú fái eg meyl frá svenskum vinfólki um at rópa varskó á mínum bloggi, tí nú er musikeruppror , tónleikauppreistur, í heimsins fremsta tónleikalandi. Christina Glaeser eigur og rekur Glaeser PR & Media Production og hevur sent svenskar heimsstjørnur higar tá Listastevnan var. Christina umboðar tónleikarar, sum spæla klassiskt, jazz, blues og fólkatónleik, eisini í filmi og sjónleiki. Christina skrivar: Hej Birgir! Skriv gärna om det musikeruppror som nu har börjat i Stockh...

We need to define what NORA is!

- We need to define what NORA is, says Birgir Kruse in the report from the Nora Region Conference 2011, published today (Photo: Par á Hædd) Excerpts from: NORA REGION CONFERENCE 2011: A view from the Faroe Islands: " We need to define what NORA is” Birgir Kruse, from the Faroe Islands, emphasized what Lars Thostrup had said in his introduction earlier in the day, that the sea is not only a barrier to cooperation in the NORA region, it is also the element that binds us together. He continued to quote Keith Storey, saying that “dependency on resources is a dangerous thing.” With this as a starting point, Kruse made it clear that there is a need for a more concrete NORA mandate, in order to define what NORA is and what NORA wants. Therefore, he welcomed that for the first time in history there now exist a report that could be used as common platform to develop cooperation in the North Atlantic. He then continued by comparing NORA with the Baltic Sea Region. In the Baltic...

Aserbadjan er ikki í Evropa

Dagsins kjakevni er, hvørt Aserbadjan, sum vann Grand Prix kappingina leygarkvøldið, er í Evropa ella ikki. Hóast heitið, sum veruliga er Eurovision Song Contest, so er kappingin ikki knýtt at Evropa, men er opin fyri øllum, sum eru limir í og innanfyri sendiøkið hjá European Broadcasting Union, sum stílar fyri kappingini. Ísrael hevur luttikið og vunnið, Marokko hevur verið við og onnur lond í Afrika og Miðeysturi søkja um limaskap. Hugsast kann eisini, at Irak kann vera við í Grand Prix kappingini, ynskja tey tað. Hinvegin er limaskapur í EBU og øðrum evropeiskum skipanum eitt greitt ynski um at gerast meiri hugsjónarligir partar av Evropa, kanska serliga hjá Eysturevropeiskum londum og fyrrverandi Sovjettlondunum í Kaukasus. Landafrøðiliga eru hesi síðst nevndu londini í Asia og ikki í Evropa. Men so kemur fram Evrasia, sum er alt Evropa og alt Asia. Har er Aserbadjan, í Evrasia. Tað sigur Wikipedia. Men nú var tað ikki akkurát tað, eg spurdi um. Í síðsta enda kunnu vit jú ei...

Ruddingardagur

Hallbjørg, er forkvinna í nevndini í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi, sum bjóðar brunch í ljósu felagshølunum í morgum (Myndir: Birgir Kruse) Í dag var ruddingardagur í Tórsbyrgi. Frá morgunstundini hevði nývalda nevndin boðið til brunch í nýggju felagshølunum. Hallbjørg Lamhuage, sum er forkvinna, hevði pussað rútarnar í nýggju hurðunum, so alt skein. Hallbjørg, Bogi í Homrum og hini í nevndini, høvdu gjørt eina frálíka máltíð við frískligari summardessert í ljósu hølunum, út móti parkerinsplássinum og grøna økinum aftanfyri. Hølini er blivin so rúmsátt, tí teir báðu gomlu hitaketlarnir eru koyrdir burtur. Í staðin er ein nýggjur settur í rúmið aftanfyri. Soleiðis fer tíðin við øllum, sumt til tað betra. So fóru fólk í allar ættir at rudda. Jens Petur við trillibør og Høgni aftanfyri (Mynd: Birgir Kruse) Onkur helt fyri at nú var so lætt at rudda í Tórsbyrgi. Fyrr vóru betongstykki og annað tungt at knossast við. Tyngsta takið í dag var at taka pelarnar og hegnið upp kring gamla ...