Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2012

Hvat er mentan?

Mentan er eitt undarligt fyribrigdi. Ikki minni undarligt, ja næstan undirhaldandi, er, at øll hava eina meining um mentan og hvat, ið er, ella ikki er, mentan. Og onkuntíð verður mentan brúkt í týdninginum virði og atferð . Havnarmentan, sum eg hoyrdi ein klaksvíking siga, tá hann fór at tosa um jazz í Útvarpinum.Tann bera Havnarmentan og Havnarpressa eisini. Afturímóti kundi eg so siga, at hatta var tann bera húkamentan, tit hava har norðuri. Nei, nú meinar tú búkmentan, sigur hin triði. Helst høvdu allir rætt. Og so ikki um at tala, tá list verður flættað inn mentanina, sum vóru tey javnlík fyribrigdi. Í galdandi fíggjarlóg sæst orðið mentan 85 ferðir á teim 461 blaðsíðunum. Tað sigur teldan uppá null komma niks. Men kostiligasta boðið uppá, hvat føroysk mentan er, finni eg á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Har er upplýst, at mentan er høsnakjøtssúpan til 4-6 fólk. So er tað sagt. Og enn er ikki fyrsti apríl.

What You See Is What You Get

Open Your Eyes , segði djúpt tølandi røddin úr danska sjónvarpinum í morgun. Tað var TV2, sum lýsti fyri Titanic í 3D. Lat nú eyguni upp og síggj tað, sum tú sært, vóru morgunboðini, nú sólin stígur millum Stong og Eystnes. Og so komu tíðindini. Í gjár um at Nokia seldi nýggja telefon í Kina, í dag um at kinverjar hjá kappingarneytanum eru so sperdir, at teir leypa út av ovastu hædd at sleppa úr hesum trælaheimi. Tí hava tey set verndarnet upp fyri høgu húsini hjá Apple, har tey gera iPhones. Eg spyrji meg sjálvan, um nakar hjá Nokia mundi hava eina dulda dagsskrá, sum yrkislærdi upplesarin hjá TV2 ikki varnaðist í morgun. Og so kom klumman hjá Armgarð í Útvarpinum. Um listafólk í okkara samfelag, úr Skopun og út í heim. Spurt varð, hvat vit fáa fyri listina og hvør ræður yvir listini, innan tikið varð saman um, at listin skal vera frí og fræls frá allari makt, tí Gerhard er eitt pottalok, sum er – einki. Púrt einki. Tá varð tað, eins og fullu skøl frá eygum og mær ko...

Fuglar og villini djúr

Í dag bjóðaði Listafelagið til kongaliga málningaavdúking í Listasavninum. Tað er Edward Fuglø, ið hevur fingið til uppgávu at mála hennara hátign Margrethu drotning II í sambandi við, at tað í januar vóru 40 ár síðani hon tók við sum drotning fyri danska ríkið. Tað eru landsstýrið og løgtingið, ið hava gjørt av at lata drotningini gávu. Til endamálið hava partarnir funnið tilsamans 100.000 krónur. Tað var í felag við kongshúsið og Listasavn Føroya, at valið fall á Edward Fuglø og at myndavenið skuldi vera fuglar og Føroyar og viðurskiftini við drotningina. Gávan skuldi verða gjørd til høvið og handast seinni. Nú hon er liðug, avdúkaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, málningin á almennari samkomu, har eisini Nils Ohrt, stjóri í Listasavni Føroya og Edward Fuglø, listamaður, greiddu frá. Frá í dag, um páskirnar og fram til 17. apríl, ber til at síggja málningin, sum hevur heitið Fuglar og so villini djúr tey vóru ...

Føroyar eru mítt annað heim

Í sambandi við leikin Breaking the Waves á Tjóðpalli Føroya, havi fleiri varnast finska navnið Eija Mäkivuoti. Tað er hon, ið hevur tikið meistarligu myndirnar í leikskránni og sum nú verða endurgivnar í miðlunum, eisini á hesum bloggi. Myndina av Eiju, ovast, tók Sunnleif A. Andreasen á G!festivalinum í fjør. - Eg eri fotografur úr Finnlandi og mítt fyrsta samband við Føroyar var gjøgnum tónleik, sigur Eija í samrøðu. Hon arbeiddi fyri Kulturkontakt Nord í Helsingfors í nøkur ár og í tí sambandi var hon fyrstu ferð í Føroyum í apríl 2007, og tá møtti hon nøkrum av limunum í tungmálmsbólkinum SIC. - Upprunaliga fotograferi eg listafólk, eri artist photographer , men havi eisini arbeitt á listasøvnum, oftast við KT og list á netinum, sigur Eija. - Eftir at hava møtt SIC, gjørdi eg í 2008-2010 eina dokumentarrøð, sum bleiv til eina framsýning um føroyska tónleikabólkin undir heitinum Fighters They Bleed í fotogallarínum Hippolyte í Helsingfors í desember 2010....

Talan hjá Høgna

Her er talan hjá Høgna Djurhuus, journalisti í Kringvarpi Føroya, eftir at hann fekk Móðurmálsvirðislønina 2012 á føðingardegi Hammershaimbs 25. mars: Ein maður, sum eg skrivi um viðhvørt, plagar at siga, tá heiðurslønir sum hendan verða latnar fyri hetta ella hatta: “Harragud, er hatta tað besta á hasum økinum.....hvussu fanin er so alt hitt?” Eg plagi at siga við hann, at hatta er ein avgerð, sum ikki kann kærast. Hon er endalig. Sum tey plaga at spyrja flogbóltsspælarar: “Høvdu tit roknað við at vunnið í dag?” Higartil hevur eingin svarað ja. Enn minni, ja, sjálvandi. Sjálvsálit er ikki júst okkara tjóðareyðkenni. Vit eru smæðin og lítillátin. Hevði eg roknað við hesum her? Bæði ja og nei, men sjálvandi ikki, ja, sjálvandi. Tí eg skilti tíðindini um hendan máldagin, at ætlanin var at heiðra góðum máli í tíðindaflutningi. Eg havi verið tíðindamaður í 35 og hálvt ár, men tað hevur eingin givið sær far um enn. Eg havi skrivað klummur í okkurt um helvtina av teir...

Sæl eru tey hjartareinu

Leygarkvøldið var leikurin Breaking the Waves frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Í leikskránni bjóðar Jenny C. Petersen, stjóri, vælkomin við orðum Paulusar um kærleikan, sum er størstur av øllum. Hetta er kjarnin í leikinum, sum byggir á filmin hjá Lars von Trier við sama navni, Breaking the Waves . Vit kundu hildið fram og siterað Kierkegaard: Hjertets renhed er at ville ét . Frá eyðkenda myndatólinum í hondum Triers, við kjøtiligum nærmyndum og hóttandi havi á filmsløriftinum, hava vit nú bara hin avmálda og einfalda pallin, leikararnar og orðini, ljóðið og ljósið, framman fyri okkum. Og orðið varð hold , kunnu vit eftir lítlari løtu staðfesta við enn einum Bíbliuørindi. Íslendski Guðjón Pedersen hevur leikstjórnað og Laura Joensen hevur týtt handritið hjá donsku Vivian Nielsen, sum byggir á filmshandritið hjá Lars von Trier. Um enn ikki óvanligt úti í stóru verð, er tað ein rár hending at gera sjónleik úr filmi. Júst Vivian Nielsen hevur fyrr sett nýtulkaðar kvinnumyndir ...

Høgni Djurhuus fær Móðurmálsvirðisløn

Á hugnaligari samkomu í Fútastovu í dag, fekk Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012. Ætlanin er at hetta skal vera ein afturvendandi virðisløn, sum fær heitið V.U. Hammershaimbs virðislønin, segði Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum. Hann stendur í durinum og við hansara lið er Solby Eliasen, programmleiðari í Kringvarpinum. Til dagin hevði Høgni funnið fram ein Náttarravsntroyggju, sum man vera útvið 20 ára gomul. Tað var í teirri sendingini, at hann fyrstu ferð royndi Klummuna . Grundgeving at lata Høgna móðurmálsvirðislønina var soljóðandi: "Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin journalistinum Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum. Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinu...

Helle er forkvinna

Nýggja nevndin hjá Rithøvundafelagnum hevur havt sín fyrsta fund í dag, og hevur skipað seg við Helle Thede Johansen sum forkvinnu. Umframt hana sita hesi í nevndini: Janus á Húsagarði, næstformaður, Agnar Artúvertin, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur. Rithøvundafelagið hevur 117 limir. Sagt verður í frágreiðingini til aðalfundin at ikki fleiri enn tveir nýggir limir eru lagstir afturat hetta seinasta árið, meðan ein er fallin frá, Jens Pauli Heinesen, sum eisini var formaður í felagnum í fleiri ár. Úr fundarfrágreiðing formansins, sum var Malan Poulsen, varð millum annað sagt soleiðis: Tørvin á ritstjórnan og ráðgeving er nakað flestu rithøvundar kenna til og sum kunnugt er tað bara Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið veitir rithøvundum hesa tænastu. Vit eru tí farin at arbeiða fyri, at ein mentorskipan verður sett á stovn undir Mentunargrunni Landsins, har persónar, ið hava neyðugu fakligu førleikarnar og hug at viðgera handrit, verða s...

Breaking the Waves

Meistarligu myndirnar í leikskránni tók Eija Mäkivuoti Úr Leikskránni hjá Tjóðpalli Føroya 24. mars 2010 kl 19:00 Breaking the Waves: Lars Von Trier (f. 1956) er millum kendastu filmsleikstjórar í okkara tíð. Hann er eirindaleysur í øllum sínum filmslistarliga arbeiði og kann sum fáur skapa øsing kring seg sjálvan. Hann var ein av donsku Dogme brøðrunum, sum í 1995 settu hvørjum øðrum krøv um filmsgerð, har einki eftirgjørt varð loyvt í listini, men alt skuldi verða ektað og eftir náttúruni. Um enn hugvekjandi og kend um allan heim, er henda rørsla í dag ein fótnota í filmssøguni. Í 1996 fekk Lars von Trier Grand Prix virðislønina í Cannes fyri Breaking the Waves , í 2000 fekk hann Gyltu Pálmurnar fyri Dancer in the Dark og í 2009 fekk hann norðurlendsku filmsvirðislønina fyri Antichrist , sum elvdi til kjak um mismun millum kynini, ið var sum einki at rokna, tá hann í fjør frumsýndi Melancholia og undir einum tíðindafundi í franska Miðjarðarhavsbýnum nevndi, at hann sk...