Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2012

One way...

Tað gongur ein veg, sum henda pútan minti meg á í Brønshøj í morgun. Summartíðin er av og vetrarklokkan sett í gildi. At vinna á myrkrinum, taka vit ein ljósan summartíma innaftur, so leingi tað varar. Eitt spæl fyri gallarínum. Og tað gera vit hesa vikuna. Spæla fyri gallarínum. Mikudagin er Halloween, tá vit minnast Hollywood, hósdagin er Allahalganadagur, tá vit minnast tey sjólatnu, og fríggjadagin er allasálannadagur, tá vit minnast øll hini. Hesir báðir seinnu dagarnir er gamlir í álmanakkanum. Hóast øll tey vit minnast, fara sama lívfrøðiliga veg, so heldur onkur at tað bara gongur skeivan veg við okkara mentan og siðum nú árið er farið at halla. Halloween ella ikki, meðan sálir reika í (ó)huganum hjá fólki, so vísir náttúran í øllum hennara greiddleika, hvønn veg tað ber. Ein veg. Her er tað blóðreyða kanadiska ahorntræið, ið letur bløðin fella. Hesa ársins tíð síggja vit eisini at súrepli hava so snildan íbornan eginleika, at tey sleppa trænu...

Tórshavn by night

  Ikki meir enn lendur í Keypmannahavn síggi eg leygardags Politiken, har danska týðingin av ungdómsbókini hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Skriv i sandet , verður ummæld. Og tað er ikki hissini ummæli, tí hon fær næstan fult stigatal, fimm hjørtu av seks, í Politiken. Til lukku, Marjun! Í summar skrivaði tíðindatænastan hjá Námi soleiðis um Skriva í sandin og aktuellu pensumlistarnar í føroyska skúlaverkinum: Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001), sum eisini er at finna í tekstsavninum LES 2. Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett...

Skyfall - besti James Bond filmurin

Nýggi James Bond filmurin Skyfall (Sam Mendes 2012), sum varð frumsýndur í Havnar Bio klokkan 007 í nátt, er ikki ein vanligur James Bond filmur. Heldur vil eg siga, at hetta er ein pastisja , ein listalig eftirgerð, av fleiri filmsløgum, ið altíð hava verið frammi. Til tess at føra okkum inn á nýggja pallin hjá Bond verður kveitt ikki sørt at anarkistisku BBC sendingin  Top Gear,  har vit á motorsúkklu verða førd eftir stórbýartekjum í Turkalandi. So eru vit á nýggja pallinum hjá Bond, sambært Daniel Craig. Síðani verður í somu ferð hildið fram í toki og beltidrivnari brøyt, sum var tað ein kovboyfilmur. Í næstu løtu nemur Craig við Dirty Harry , so stoytir hann seg í sálardýpið, sum í American Beauty , har vit hoyra um karga uppvøksturin hjá foreldraloysinginum James Bond, sum júst er besti eginleiki hjá einum njósnara, sigur M, altso at vera púra einsamallur í verðini. Og at enda fer filmurin inn í barnaheimið á skotsku heiðini, skansan Skyfall , ið skapti...

Nordisman livir, ella?

Í drúgva tíð havi eg hildið, at nordisman , fólksligi norrøni tankin, sum tók seg upp í Skandinavia eftir fyrra verðaldarbardaga og Føroyum í 1951, var deyður og farin eins og sildin, vinabýir og Nordek. Men so er ikki. Í dag skrivar Morten Hjortshøj í Politiken at íslendska troyggjan, sum føroyingar binda til eina danska sjónvarpsrøð, Forbrydelsen , verður stolin í Noregi. Hurrá! Norðurlond hava aftur funnið nakað at savnast um. Ein tulkingarfelagsskap. Danski journalisturin skrivar soleiðis í dagsins avís: "Den er varm, praktisk og i typisk skandinavisk design. Den hvide islændersweater, som vicekriminalkommissær Sarah Lund har udødeliggjort i succes-tvserien 'Forbrydelsen', hitter øjensynligt ligeså stort som serien selv. I hvert fald overstrømmes internettet med opskrifter på strikken med de brune stjerner - særligt i Norge, hvor tredje sæson af serien netop har fået premiere." Enn havi eg ikki havt bindindi at hyggja eftir nøkrum heilum parti í sjónvarpsrøði...

Akka flýgur enn

Akka flýgur enn, tað prógvar bókasavnið í svenska býnum Huddinge, sum í gjár lat upp eitt  retrobibliotek , eitt bókasavn, sum burturav lænir út gamlar bøkur í gomlum stíli. Í innbjóðandi retrolýsingum siga tey: Vi inreder tidstypiska rum med välfyllda bokhyllor från 40-tal, 50-tal och 60-tal. Här på bloggen skriver vi om vårt arbete med Retrobiblioteket , program och annat som är på gång. Men umframt at svenska Retrobókasavnið í Huddinge lýsir við gomlum pappírsbókum í gomlum sniði, júst sum tá omma var ung, so hava tey eisini tikið stig til eitt talgilt bókasavn, Litteraturbanken , har gamlar bøkur, sum hon um Nils Holgarsson, kunnu lesast ókeypis sum e-bók. Niðanfyri havi eg funnið einastu Nils Holgarsson bók í gamla savninum hjá Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð, meðan svenska retro heimasíðani bleiktrar aftanfyri. - Týdningarmesta er ikki tøknin, men innihaldið, siga tey av bókasavninum í Huddinge. Í annaðkvøld letur Vitra, s...

Rætturin at vera idiot

Fyrr kundi verða sagt, at ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð. Tað var í teimum tíðum, tá tú antin skrivaði í hond ella á maskinu og so faldaði brævarkið saman, legði tað í ein brævbjálva, keypti eitt frímerki, sum tú sleikti og setti vinkulrætt í høgra horn og so út í kuldan at leggja vigaða brævið í næsta postkassa. So at bíða til blaðið, Dimma ella Sosialurin, vóru prentað og borin út í kioskirnar til leysasølu í fyrsta lagi dagin eftir. Tástani sást tú, um tín meining kom við og taldi millum aðrar. Nú er alt lopið um og rættlisna brævið, sum kanska, kanska ikki, kom á prent, er nú ein pappírsleysur tanki millum fremstafingur, knappaborðið og Facebook. Faraway, so close , sum U2 syngja um í samnevnda filminum hjá Wenders frá 1993. Nær við og tó so fjar. Eins og mentanarligi sjálvstýrarin er settur til sjálvforvaltning á flest øllum økjum, so er samskifti eisini vorðið ein uppgáva hjá tí einstaka, bundið at teim evnum, hvør einstakur hevur. Meðan tað er ein gleði av tei...

Flix ella nix

Filmar skulu síggjast í biografinum, tað plagdi Ole Michelsen (f.1940) at siga í donsku sjónvarpssendingini Bogart (1985-2002), sum var um film. At hann stóð við orðini prógvaði hann í bókini Film skal ses i biografen, personlig filmbog  (1997). Men ramman skal passa til løriftið. Filmar skulu síggjast í biografinum. Men nú er tað bara soleiðis at vit eiga bara ein biograf, sum ásetur filmsúrvalið í øllum landinum. Ikki tí, biði eg Havnar Bio seta ein líkinda film á skránna, so gera tey tað. Ikki so galið í so máta, men tað breiðkar ikki um almenna úrvalið í tí dagliga. Tað skapar ongan brand og fær neyvan eina reyða Fólkavognsboblu at rulla. Nei, staddur á sløttum sandi, uttan útsikt til annað enn ta flóð, ið skjótt fer at skola alt omanav, má eg tilkalla neyðhálp frá tí almenna. Eg vil síggja film, óvæntaðan film, sum eg ikki visti um, fyrr enn eg sá hann. Film, sum eg kann ganga við í høvdinum í langa tíð. Kanska ár. Ikki tí eg bara vil skilja filmin, men...

Stanley syngur Janus í oktober

Stanley Samuelsen arbeiðir við nýggjari fløgu, har hann burturav ger løg til yrkingar hjá Janusi Djurhuus. Konan, Merete Messmann, upplýsir at lidna fløgan kemur til várs, helst í mars. Í løtuni syngja og spæla Stanley Samuelsen og Marco Santini á tónleikastevnuni TAI-AS Festival í Litava. Men á YouTube hoyrist longu ein lovandi forsmakkur. Tað er døkka oktoberheilsanin, Oktobir , sum Janus Djurhuus fyrstu fer setti á prent í Tingakrossi 9. oktober 1912. Nýggja upptøkan hjá Stanley við oktobermyndum er ein demo, ella brellbiti, úr spennandi várfløguni, sum eg gleði meg til. Oktobir Einsligt og kalt og nátt og gráur Oktobir, fjart hoyrist flog av flytifugli, ið boð ber, at um kærleik og sang og sól, tá ið valdar Oktobir, eingin vón, einki hop er. Minkandi máni í skýdrátti vóð, øtlandi hav og suffandi flóð. Skelva um verøld tey mollstemtu ljóð, valdar gráur Oktobir - um sang og sól einki hop er. Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud, fell mær glerrunnin bl...

Mikhail Sjisjkin í Havn

Mikhail Sjisjkin á Hotel Føroyum í ljósinum av russiskt-føroysku álinju orðabókini hjá Sprotanum, sum Johnny Thomsen hevur gjørt. Ru-Fø stendur á pannuni. Tað er sjaldan, at heilt víðagitnir høvundar vitja Føroyar, men í kvøld var ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni, Mikhail Sjisjkin, í Havn og signeraði bøkur. Mikhail Sjisjkin er føddur í Moskva 1961 og býr í Kleinlützel í Sveis. Hann skrivar mest á russiskum og gevur bøkurnar út í Russlandi. Við skaldsøgunum Vzjatie Izmaila (Tøkan av Izmail) (2000) og Venerin volos (Venushárið) (2005), hevur hann vunnið sær eitt navn sum ein tann fremsti nútíðarhøvundur í Russlandi við skaldsøgum, har hendingar og tíð verða tvinnaðar saman í einari djúptøknari uppreking av mannalívinum og mannalagnum. Í 2011 fekk hann fyri aðru ferð ta størstu russisku bókmentaheiðurslønina Ta stóru bókina fyri júst hesa nýtýddu føroysku útgávuna, Brævabókin , sum á upprunamálinum eitir Pis'movnik. Mikhail Sjisjkin skrivar eisi...

Er eitt minstamark?

Hoyrdi hetta innslagið í Útvarpinum í gjár. Bæði í stíli og orðavali sannførir innslagið meg um, at vit borgarar eiga at seta krøv til hina almennu fyrisiting um eitt minstamark fyri virðiligum samskifti, tá tað snýr seg um almennar tænastur, sum vit borgarar við bit og slit hava rindað fyri í áratíggju. Serliga tá avsendarin av ivasomu boðunum ber nýskapaða heitið Almannaverkið og helst telur fjølmentasta starvslið í øllum landinum. Fyri at skera tað út í papp: Finst ein vegleiðing í almenna geiranum um samskifti við borgaran? Er hon til, ásetur so ein tílík vegleiðing eitt minstamark av innihaldi og virðing fyri borgaranum, ið rindar gildið? Er hon til, hvar er so henda vegleiðing til skjals?

Ein kommuna

Tað er bara ein kommuna í landinum, sum virkar. Tað er bara ein kommuna, sum vit hava tørv á. Tað er bara ein kommuna, ið kann binda saman tað sundurlyndið, sum liggur so natúrliga til føroyingin, at sjálvt Hans Andrias yrkti um tað til ein og hvønn føroying at sáa illgresi í. Tað kom mær til hugs, tá eg í morgun læs tíðindini. Nú hevur henda undangongukommunan játtað stuðul til ljóðbøkur. Nær hevur nøkur onnur kommuna kent sær tílíkar áneyðir? Kanska búgva eingi fólk í teirra kommunum, sum hava ljóðbøkur fyri neyðini. Sama kommuna hýsir Føroya størsta skúla fyri fólki í øllum alduri, og sær eisini til at landsins tjóðpallur fær innivist. Ikki eru tað tíðarhóskandi høli, men tey eru so har, hølini til Tjóðpallin. Sama kommuna hevur eisini heiðurin, eina og áleina, fyri at Klippfisk er til. Henda kommuna hevur altíð latið lendi til skilagott virksemi, so sum útlendskt fíggjaðar mentanarstovnar, tann størsta í landinum, og kommunan letur aftur lendi til ætlaða skúlan, sum skal samant...

Við Henning og teimum í Listaskálanum

Í dag hevði eg tað gleði at ganga gjøgnum Listaskálan saman við Hanusi, Ole Wich, Sanne Storm, Súsonnu Olsen og gestunum Henning Jensen og Solbjørg Højfeldt, sum eru her í sambandi við altjóða sálarfrøðidagin. Ole, ið er formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, greiddi livandi frá um Mikines, Øssur Johannessen, Steffan Danielsen, Ruth Smith og onnur listafólk, sum gjøgnum tíðirnar hava verið marginaliserað í føroyska samfelagnum, oftast av sálarsjúku, men eisini av einum snævurskygdum samfelag, sum í samtíðini ikki hevur skilt teirra myndir, tankar og visjónir. Ole fortaldi serstakliga hugvekjandi um hin unga Mikines, sum valdi at mála heldur enn at syngja. Frammanfyri høvuðsmyndunum hjá Mikines, og undir ógvusligu grindadrápsmyndini frá 1960, fortelur Ole um deyðan í heimbygdini, ið Mikines longu sum smádrongur upplivdi. Omanfyri eru Súsanna og Henning avmyndaði inni í rúminum við Steffansa málningum. Síðani var ein ljósari partur, leysur av vinklingini um ...