Í dag havi eg sett mær fyri at tvinna saman Malpensa og Skálatrøð, ella heilt nágreiniliga størsta flogvøllin í Milano, har Atlantsflog setti seg fyrstu ferð, og tað fullsett, á middegi, og so framsýnignarhølini hjá Steinprenti í Havn, har Tóroddur Poulsen á fyrsta sinni sýnir fram oljumálningar seinarapartin. Frá Berlusconi til Tórodd og aftur eru 4335 og ein hálvur kilometur at flúgva, og 90 kilometrar at koyra í bili. Tað er urban coolness í trettan klokkutímar ein frídag á sumri. Heiman klokkan fimm, umborð á Atlantsflogi klokkan hálvgum átta og í Milano knappar tríggjar tímar seinni. Við á ferðini eru fleiri miðlafólk teirra millum Olivur Joensen frá Norðlýsinum. Umborð á Airbus flogfarinum hjá Atlantsflogi stendur fryntligi marknaðarleiðarin, Allan Skaalum, fyri okkum og bjóðar okkum vælkomin umborð á fullsetta flogfarið. Umborð hitti eg starvsfelagan Pól, sum sjálvur tólvti í góðum ferðalagi ger mentaferð til Norðuritalia í summar. Úr Mil...