Leygarkvøldið kl 21:00 skipar Rithøvundafelagið fyri upplestrarkvøldi í Sirkus í Havn. - Tá nýggja nevndin í Rithøvundafelagnum tók við í vár, gjørdu vit beinanvegin av, at vit vildu taka táttin við upplestrarkvøldum í Sirkus upp aftur, sigur Sámal Soll, formaður. - Síðani apríl hava vit havt upplestrarkvøld næstan hvønn mánað og hetta er sjeynda upplestrarkvøldið í hesum skeiði. Upplesarar leygarkvøldið eru Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergur Rasmusen. - Hóast Oddfríður lesur í Steinprenti omanfyri, hevur Rithøvundafelagið skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum í Sirkus fyrr, bæði við upplestri og tónleiki, men hesi tiltøk vóru ikki reglulig. Tá vóru upplestrarkvøldini mikukvøld, men vit hava valt at flyta tey til leygarkvøld, og tað tykist at vera ein góð avgerð, sigur Sámal Soll. Niðanfyri sæst Knút Háberg Eysturstein við plátuspælaran í Sirkus. Sirkus læt upp fyri jól í 2009. Tá avmyndaði eg eigaran, Sunnevu Háberg Eysturstein, medeigaran, Jóel Briem, o...